hósdagur 14. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 132
Sylvani Jakobsen til áminningar
Ólavsvøkudag í ár andaðist
Sylvan Jakobsen og fór til
gravar úr kirkjuni í Klakksvík
leygardagin hin 3. august.
Við Sylvani hevur ein av
okkara raskastu sjómonnum
lagt árarnar inn. Sjólívið hjá
honum byrjaði við árabáti
á Syðradali á Kallsoynni
og endaði við maskinbáti
úr Klakksvík. Ímillum hesi
bæði førini kom Sylvan at
eiga og standa á brúnni
umborð á størri skipum.
Ì eini 10 ár átti hann bæði
Dragasund og Dragasund II,
ið var gamla “Dagstjørnan”,
og gjørdist stórur parteigari
í “Sundenni”, sum hann førdi
í eini tvey ár, og sum royndi
við gørnum um várið og
línu um summarið og vet
urin, seinni á laksaveiðu
norðanfyri. Alt sá ljóst út, og
Sylvan læt í 1988 í Fraklandi
byggja “Julius á Bakka” til
tunfiskaveiðu, men honum
untist tó bert at hava hann
í tvey ár. Hann kallaði skipið
upp eftir fosturpápanum á
Syðradali. Sylvan gavst ong
antíð á sjónum. Kendastur
man hann vera við skipi sín
um “Dragasund”, sum sakk á
Norðhavinum í 1988 eftir elds
bruna. Við “Dragasund” førdi
Sylvan mangan stóra fong til
lands og landaði á Kósini. Tà
var lív bæði á Kósini og ikki
minni í egningarskúrunum
á Stongunum, og nógv varð
lagt fyri. Sjálvur fór Sylvan til
skips sum 14 ára gamalur við
“Dragasund”. Hann baldist
á sjónum øll árini, og visti
hann seg ikki at hava fingið
nakra tímaløn uppi á landi.
Fyrstu ferð, eg hitti Sylv
an, stóð hann í Esbjerg um
borð á Jógvan S, tá ið vit
loystu frá landi; Símun í
Heimistovu var skipari og
hevði konuna Henny niður
við. Á heimferðini komu
Elsebeth og eg upp við at
giftast. Sylvan var í vakrari
føroyskari troyggju, sum
móðir hansara, Svanhilda,
ivaleyst man hava bundið.
Síggi hann fyri mær, sum
hann stóð so andbráður
uppi á bakkanum til reiðar at
draga endan inn. Og seinastu
ferð, vit sóust, var í kirkjuni
í Klakksvík til 50 ára dagin,
tá ið Jabjørt og Sylvan vóru
í kirkju, og hann segði mær,
at nú stóð tað ikki væl til hjá
sær, hevði fingið deyðiliga
sjúku at stríðast við. Men
hann var lættur í huga sum
altíð og eyðkenda brosið hitt
sama. Nú er loyst fyri síðstu
ferð og lívsendin drigin inn.
Sylvan var sonur Svan
hildu, ið var gift við Juliusi
á
Bakkanum
(Jacobsen)
á Syðradali á Kallsoynni.
Hann varð kallaður upp eftir
mostrini, Sylviu, sum var
stødd í Danmørk, tá ið landið
undir seinna heimsbardaga
varð hersett, og sambandið
við Føroyar kvett. Svanhilda
kendi tað, sum hevði hon
mist hana. Hon misti pápan
og tveir brøður, sum fórust
á heysti 1941 við “Morning
Star”.
Sylvan eigur 2 systrar í
Klakksvík, Jabjørt og Herfríð,
og 2 systrar í Onglandi,
Margaret
í
London
og
Kate í Troon. Pápi Sylvans
var bretskur hermaður úr
Hebridunum. Tað eydnaðist
Sylvani at fáa gott samband
við familjuna í Onglandi.
Óhapp kundu henda á
sjónum sum á landi, og farið
varð at leita eftir bátum, skip
um og monnum. Altíð var
Sylvan fyrstur maður avstað,
tað eg minnist, og ongantíð
tók hann nakað fyri tað.
Tað er serliga ta eina árið,
ið leitað varð, sum rennur
mær ikki úr minni. Tað var, tá
ið leitað varð eftir íslendska
skipinum
“Sjeystjørnuni”,
sum fórst á veg úr Føroyum
til Íslands við 10 monnum, 5
føroyingum og 5 íslendingum,
minnist meg rætt, og før
oysku skipini fóru at leita
saman við íslendingum og
øðrum í fleiri dagar norðan
fyri. Og tá ið leitað varð í 1971
eftir ”Dortheu” við røsku
útróðrarmonnunum Esmari
og Louisi í Útistovu í Klakks
vík, ið sjólótust, og serliga væl
stendur í mínum huga, tá ið
tað sama árið í tríggjar dagar
varð leitað eftir Pól Jóhannisi
hjá Sunnivu og Tórarenni
Simonsen í Hvannasundi.
Tá kom eg sjálvur at verða
drigin uppí, men bert á
landi, tí at eg var farin inn av
Viðareiði til Hvannasunds
at ugga Sunnivu og Tóra. Tá
kom tann royndi og djarvi
útróðrarmaðurin, sum dugdi
so væl at skyna á streymi og
veðri, Tóri, til mín og segði,
at hann orkaði ikki, men bað
meg royna og fáa fleiri skip
út at leita, sum Sylvan hevði
biðið um, tí at av veðri var
hann ikki farin, tað kundi
hann siga mær. Eg fór so yvir
á telefonstøðina til Minu og
Bella-Johan, og settu vit okk
um at ringja runt m.a. til skip
og havnameistarar, ið kundu
siga okkum, hvørji skip ið
lógu inni og vóru á veg út, og
spyrja, um tey kundu leggja
leiðina framvið og vera uppi
í leitingini. Men vit máttu
siga teimum, at tey fingu
einki afturfyri. Sjóverjan var
á donskum hondum, og vildu
teir bara sleppa og gevist við
leitingini, søgdu seg ikki
hava heimild til at gjalda
nøkrum fyri stríðið. Nøkur
skip vóru farin út og leitaðu
undir danskari leiðslu, men
føroysku skipini tosaðu sam
an á fiskabylgju og hildu seg
mest til Sylvan. Sylvan var
beinanvegin, tað frættist,
farin avstað við “Dragasund”
at leita. Hann var á veg aftur
av útróðri og lá á Kósini og
avreiddi, tá ið boðini komu.
Hann fekk koyrt stamparnar
í land á Stongunum og nakr
ar sundamenn umborð aftur
at og helt so avstað og kundi
ikki skilja, hví ið fleiri før ikki
koma út at leita. Vit høvdu
telefonssamband við Sylvan,
ið settu sera viðkomandi
spurningar um støðuna hjá
Pól Jóhannisi, brennievnið
í tanganum og dunkunum,
um hann dugdi at fáa luft
ina úr, um motorurin var
uppsteðgaður tómur, o. fr. Vit
fingu so beint hesir spurn
ingar víðari til pápan og givið
Sylvan svørini. Síðan gjørdi
Sylvan sær tær metingar,
at báturin var ikki komin
longur eystur enn nakrar
fjórðingar úr Fugloynni, men
hesum vildi danska sjóverjan
ikki lurta eftir. Pól Jóhannis
hevði verið við norskum
línubáti og dámt væl, onkur
segði hann hava sagt, at
hann ætlaði sær at sigla til
Noregs. Teir bóðu tí skipini
leita longur eysturi, ja eysturi
ígjøgnum. Tá so “Mei” kom
út úr Runavík – vit høvdu
tosað við Jákup Lamhauge,
havnarmeistara, og fingið
hann at fara í brúdleyp eftir
skiparanum, Símuni, sum
átti “Mei” – og Símun setti
seg í samband við Sylvan,
og Sylvan segði honum, hvar
ið hann helt, at báturin var,
og bað hann hyggja har
á veg út. Og so var. “Mei”
kom fram á Pól Jóhannis
sunnumorgun. Eg var farin
seint leygarkvøldið av støðini
í Norðdepli yvir til Tóra og
Sunnivu í Hvannasundi og
segði teimum, at nú gjørdist
ikki meir, 16 skip leitaðu
ein dag afturat, eg hevði
skrivað tey upp í bók, sum
framvegis er til skjals, við
hálvum fjórðringi millum
sín eystureftir og síðan vest
uryvir aftur, áðrenn ið giv
ist varð at leita. Bøn varð
hildin í heiminum, og vit
løgdu alt í Harrans hond.
Eg fór so út til Viðareiðis,
og tá ið eg morgunin eftir
kom úr kirkju, komu børnini
rennandi at siga mær frá, at
nú var Pól Jóhannis funnin
í øllum góðum. Tað var ein
góður uppreisnarboðskapur
at fáa sum afturljóð av tí,
sum ljóðað hevði í kirkjuni
og
bønunum,
ið
bidnar
vórðu. Sonn gleðiboð, sum vit
kundu ikki takka nóg mikið
fyri. Og Pól Jóhannis hevur
síðan roynst sum ein av okk
ara frægu fiskimonnum og
djarvastu
bakkamonnum,
sum Jens Kjeld í Nólsoy eisini
hevur skrivað um í bóklingi
sínum. Altíð til reiðar at taka
við avbjóðingum á sjógvi sum
landi og veita eina hjálpandi
hond.
Stutt eftir fór Pól Jóhannis
at fiska við “Dragasund” við
Sylvani. Og hann tuskast
framvegis á sjónum sum
faðirin og forfedrarnir. Men
Sylvan hevur lagt árarnar
inn, og vit lýsa frið yvir
minnið um Sylvan Jakobsen.
Harrin styrki teg, Anna,
sum so trúføst hevur staðið
undir lið Sylvans øll árini,
og tykkum Thom, Jaspur og
Helgu við familjum.
np
Føðingar
Hósdagin 17. oktober fingu Signhild Petersen og Sámal
Joensen, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 4550 gr og var 55
cm langur.
5. november fingu Eyð-Bjørt Stenberg Joensen og Kári
Larsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3650 gr.
Merkisdagar
90 ára føðingardagur
Mánadagin 25. nov. verður Eiler S. Egholm, búðsitandi
á Tjarnargarði 90 ár. Tey, sum vilja heilsa uppá Eiler,
eru hjartaliga vælkomin. Dagurin verður hildin á
Tjarnargarði kl. 18 – 21
85 ára føðingardagur
Leygardagin 7. decembur verður Nelly Sørensen,
Leivsgøta 13, Tórshavn, 85 ár. Dagurin verður hildin
30. novembur í hølinum hjá Starvsmannafelagnum
frá kl. 11 til kl 15. Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Tórsdagin 21. november verður Kristina Magnussen
í Vági 75 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á hana, eru væl
komin á Hotel Bakkan fríggjadagin 22. november
kl. 19.00. Vinarliga sigið frá á tlf. 373209, 270502 ella
266973 innan 15. november.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 16 nov. fyllir Oddbjørg Justinussen,
Árnafjørður, 70 ár. Dagurin verður hildin í Róðrar
neystinum í Árnafirði frá klokkan 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 16. november verður Sigrun Danielsen,
Strendur, 70 ár. Dagurin verður hildin heima, frá kl.
13,00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Krúndiamantbrúdleyp
Tann 5. desember hava Ragnar og Elsa í Holusteini
krúndiamantbrúdleyp, dagurin verður hildin í
Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum eygardagin 7.
desember frá 16 – 20- Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Mánadagin 25. november hava hjúnini Elseba og
Asbjørn Dahl á Oyri gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í Eydnuni frá kl. 19.00, har øll eru hjartaliga
vælkomin
Silvurbrúdleyp
3. desember hava Rannvá og Frits Poulsen, Sumba,
verið gift í 25 ár. Vit halda dagin 7. desembur frá kl.
13.00 til kl. 18.00 í Samkomuhúsinum í Sumba. Øll
eru hjartaliga vælkomin ,
90 ára føðingar
dagur
18. nov. verður Esther
Zachariasen, Villinga
dalsvegi 67, Tórshavn,
90 ár. Dagurin verður
hildin sunnudagin 17.
november frá kl. 17.00 í
Oasuni, Kirkjustræti 4,
Hoyvík. Øll eru hjarta
liga vælkomin.
Diamantbrúdleyp
15. nov.hava Elisabeth og
Tormod Hansen verið
gift í 60 ár.