hósdagur 14. november 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
komið at enda
at vitja SALT, men í Suðuroy
eru ikki gistingarmøguleikar
til nakað stórvegis av fólki.
- Tað er sjálvandi ein
keðiligur trupulleiki. Men
partvís síggi eg hetta eisini
sum ein marglætistrupul
leika, tí kanska fær SALT so
nógvar fremmandar vitjanir,
at tørvurin á gisting verður
so stórur, at tað fer at gera
tað áhugavert at gera íløgur
í hotel og gistingarhús sigur
hann.
Áki Bertholdsen
- Tað er av sonnum eitt
bragd at salthúsið á Drel
nesi nú verður mentanar
hús.
Tað heldur Søren L.
Bruhn, stjóri í Suðuroyar
Sparikassa.
Hann var ein av teimum,
sum hevði leitað sær í skúla
í Trongisvági mikudagin at
vera hjástaddur, tá ið sátt
málarnir vórðu undirskriv
aðir um at byggja Salthúsið
til mentanarhús.
Hann
viðgongur,
at
eftir hansara tykki var av
bjóðingin so mikið stór,
at hann hevði ivast meiri
enn einaferð, um tað fór at
eydnast.
- Men nú er greitt at tað
verður veruleiki og tað hal
di eg, er heilt fantastiskt,
heldur Søren L. Bruhn.
Hann heldur, at eitt
mentanarhús, sum hetta,
kann fáa stóran týdning
fyri Suðuroy.
- Tað kann skapa arbeiðs
pláss og tað kann elva til
virksemi í oynni, tí nú hava
vit eitt tilboð afturat, sum
kann draga ferðafólk til
Suðuroyar.
Hann heldur eisini, at
húsið fer at hava ymiskt
avleitt virksemi við sær,
tí tað fer at økja um
eftirspurningin hjá ymsum
veitarum í Suðuroy at veita
húsinum ymsar tænastur.
Sostatt fær SALT eisini
týdning fyri vinnulívið í
oynni.
Stór avbjóðing
Søren L. Bruhn heldur, at
nú sáttmálarnir eru undir
skrivaðir, eru vit komin um
ein stóran snávingarstein.
Men hann staðfestir, at
ein stórur snávingarsteinur
er eftir og tað er at fáa lív í
húsið, at fáa virksemið í tað.
Sparikassastjórin
vísir
á, at hóast húsið ikki letur
seg flyta, verður tann stóra
avbjóðingin at skapa virk
semi í húsinum, tí tað kost
ar at reka eitt hús, sum
hetta.
- Tað skal vera eitt livan
di hús, eisini um nógv ár, so
at tað ikki stendur tómt.
- Eg eri ógvuliga spentur
upp á at frætta, hvussu tað
fer at eydnast at skapa lív í
húsið.
Søren L. Bruhn heldur,
at SALT fer eisini at ávirka
onnur mentanarhús í Suð
uroy.
- Sjálvandi fer SALT at
kappast við onnur hús um
somu viðskiftafólk. Men tað
kann eisini leggja lunnar
undir at skapa virksemi, har
ymsir partar í oynni stuðla
upp undir hvønn annan.
Í hesum sambandi hugs
ar hann sær, at SALT, Segl
loftið, Thorshavn, og ann
að virksemi, kunnu ganga
saman í eini felags pakka
loysn, sum kann lokka
ferðafólk til Suðuroy.
- Tað kann føra til enn
meiri virksemi, sigur Søren
L. Bruhn.
Hetta er eitt bragd
SALT tað er eitt stórt avrik at tað nú hevur eydnast at byggja
mentanarhúsið, men nú verður avbjóðingin at fylla húsið
- Eg helt, at hetta var eitt so
stórt tak, at onkuntíð ivaðist
eg í, um tað læt seg gera.
Men nú gongur sjón fyri
søgn, og tað er fantastiskt,
heldur sigur Søren L. Bruhn
Fantastiskt
Her verður gjørt klárt at
undirskriva fyrsta sáttmálin
undirskrivaður. Tað er
Høgni Lauritsen frá TG verk,
vinstrumegin og Ólavur
Rasmussen, formaður
í Saltsilogrunninum
høgrumegin. Tummas
Sørensen frá teknisku
deild á Tvøroyrar
Kommunu, fylgir við
Heilt fitt á fólkið varð
komið saman at vera við
hesa søguligu løtuna,
tá ið byggisáttmálarnir
vórðu undirskrivaðir