hósdagur 14. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Eitt av evnunum, sum hevur verið nógv frammi í al
menna orðaskiftinum seinastu vikurnar, er ójavna skatt
leggingin av landsins borgarum.
Sosialurin hevði evnið sum tema í seinastu viku.
Blaðið skrivaði, at føroyingar, ið arbeiða og rinda skatt
uttanlands, fáa ofta ákoyringar fyri hetta, tá teir eru
heima. Samrøða var við sjómann, sum siglir við donskum
skipi, ið er skásett undir donsku altjóða skipaskánni, DIS.
Hesin og hjúnafelagin greiddu frá, at tey javnan fáa at
vita, at tey snúlta upp á onnur.
Aðalskrivarin hjá Kommunusamskipan Føroya KSF
ávarar um, at ein skattaskipan, ið er so sett saman, at ein
partur av fólkinum lítið ella einki rinda til felagskassan,
kann skapa sínámillum øvund og kegl, sum kann syndra
sosialu kontraktina og hava við sær líkasælu og tørvandi
felags ábyrgdarkenslu.
Satt at siga gjørdist eg ikki sørt ørkymlaður av at
lesa, at skattafrælsa DIS- skipanin hevur sett sosialu
kontraktina ímillum føroyingar i vanda nú 25 ár aftaná,
at løgtingið einmælt samtykti hesa skipan.
Løgtingið setti í gildi skattafrælsi fyri siglandi føroyingar
undir DIS-skipanini tann 20. august 1988. Grundgevingin
var, at løgtingið ynskti at javnstilla føroyingar við danir,
sum sigldu undir DIS-skipanini.
Landsstýrismaðurin hevur í vikuni, sum fór, svarað
løgtinginum, at um 350 føroyingar sigldu undir DIS í 2012,
og at talið í 2011 var umleið 400. Sostatt er talið lækkað
við 50 frá 2011 til 2012. Árliga inntøkan hjá føroyingum
undir DIS-skipanini liggur um 150 mió. kr., sum vildi
givið einar 70 mió. kr. í skatti árliga í felagskassan. At
hesar vantandi 70 milliónirnar kunnu órógva sosialu
kontraktina millum føroyingar, loyvi eg mær at ivast í.
Hinvegin er tað ein sannroynd, at sjómenn í mongum
londum eru lagaligari skattaðir enn aðrir borgarar.
Hetta var eisini galdandi fyri sjómenn við donskum
handilsskipum áðrenn DIS-skipanin kom. Tá rindaðu
bæði danskir og føroyskir sjómenn serligan sjómansskatt
á 30% av hýruni.
Tað er neyvan uttan grund, at so nógv lond viðurkenna,
at neyðugt og rímiligt er at hava lagaligari skattlegging
av sjómonnum. Hugsandi er, at samfelagið við slíkum
skipanum viðurkennir, at sjómenn útinna teirra virki
undir øðrum og ólagaligari umstøðum enn onnur.
Sjófólk (alt fleiri kvinnur gerast “sjómenn”) hava t.d. ikki
sama møguleika fyri at brúka hentleikarnar á landi; og
fráveran frá familjuni kann vera tyngjandi.
At skatta sjófólk lagaligari enn onnur er ikki eitt ser
føroyskt fyribringdi. Sama gera flest onnur lond. Tað
serføroyska í mun til onnur lond er, at ein lutfalsliga
nógv størri partur av skattgjaldarunum enn í øðrum
londum hava sítt starv á sjónum.
Hetta er føroyska avbjóðingin – ikki ein avbjóðing hjá
teimum, sum sigla undir DIS-skipanini - men fyrst og
fremst ein avbjóðing hjá teimum, sum eru vald til at stýra
landinum.
Gott vikuskiftið.
Eyðfinnur
Jacobsen
løgfrøðingur
EYGA
MÁLIÐ
Føroyska
avbjóðingin
kjak
kjak
Innantóm heilsunýskipan og
ógvisligar heilsuverksparingar
Hans Pauli Strøm
fyrrv. landsstýrismaður
í heilsumálum
Eri fegin um, at eisini Karsten
Hansen tekur fult undir við
fólkaheilsupolitikkinum,
sum gjørdist sjónligur og
virkin millum fólk úti um alt
landið við fyrstu føroysku
Fólkaheilsuætlanini
frá
2006. Við høvuðsdenti á
gerandisligum hugburði til
ein heilsugóðan livihátt og
við kollveltandi broyting
um í persónliga og almenna
rørslu-, kost- og roykipoli
tikkinum - vunnu átøkini
stóra undirtøku í almenn
inginum.
Havi tí eisini verið sera
spentur uppá, hvat Karsten
Hansen fór at borðreiða við,
nú hann í langa tíð hevur boð
að frá, at hann fór at koma
við eini “heilsunýskipan”,
sum skuldi reformera alt
heilsuverkið – og vera so
einastandandi, at samstundis
sum alt bleiv betri enn nakr
antíð, kundu sparast fleiri
tíggjutalsmiljónir í heilsu
verkinum.
“Nýskipanin”
bleiv eitt flopp
Í mun til tey stóru orðini
gjørdist frágreiðingin eitt
satt vónbrot:
• Leysar hugleiðingar á
25 síðum, uttan nakrað
dokumentatión og við
vantandi vitan um gongd
ina á heilsuøkinum sein
astu árini,
• Óforpliktandi góð ráð utt
an ítøkiligt innihald, og
• Í grefligum mótstríði við
fíggjarliga
niðurlaging
arpolitikkin fyri heilsu
verkið.
Skal her bert nevna nakr
ar fáar grundir fyri hesum
hørðu orðum um ætlanina
um sokallaða “heilsunýskip
an”:
1) Ongar heilsufakligar út
greiningar og ongin doku
mentatón eru í frágreið
ingini, sum kvalifiserað
grundarlag fyri ætlan
unum í “nýskipanini”.
2) Ongin áseting av ítøki
ligum tilmælum um átøk,
sum skulu fremjast. ‘
3) Ongin raðfesting av teim
ymisku ætlanunum, um
hvat er týdningarmest
og hvat skal koma fyrst,
næst o.s.v.
4) Ongin tíðarætlan er, um
nær teir ymisku lutirnir
í ætlaðu “nýskipanini”
skulu setast í verk.
5) Ongin mannagongd er
ásett, um hvussu stig
verða tikin til at fremja
ymisku lutirnar í ætl
anini, ella hvør skal hava
ábyrgdina av, at teir verða
settir í verk.
6) Ongin fíggjarlig meting
av kostnaðinum av ein
støku lutunum ella allari
ætlanini í síni heild. Hetta
er aldrin sæð áður í so
víðfevnandi
politiskari
ætlan.
7) Ongin
frágreiðing
um
útvegan av fígging fyri
at seta ætlanina í verk.
Eisini hetta er brot á alla
politiska siðvenju, og ser
liga margháttlig framferð
av landsstýrismanni, ið
annars breggjar sær av
fíggjarligari ábyrgd.
8) Onki um hjartað í heilsu
verkinum: øll viðurskifti
í nógv tí tyngsta og mest
ressursukrevjandi part
inum av heilsuverkinum
verða ignorerað.
Heilsufremjandi tiltøk
fyri 30-50 mió. kr.
Hóast frágreiðingin ikki hev
ur eitt orð um kostnaðin av
ætlanunum í “heilsunýskip
anini”, ber til at meta um, at
hetta kostar ikki so lítið:
•
Endurmenning,
akutt
og intensiv á serdeild á
sjúkrahúsi eftir skaðatil
burð, sum er altavgerandi,
um
tann
skaðarakti
kann
endurvinna
sín
førleika, krevur eini 32
til 35 ársverk við serút
búgvnum starvsfólkum
(neurologum,
neuro
psykologum, audio-logo
pedum umframt hjálpar
læknum,
terapeutum
o.ø.). Hetta er nógv tann
mest
kostnaðarmikli
parturin av allari end
urmenning, sum als ikki
verður tikin uppá tungu
í frágreiðingini. Skal lóg
ásetast um endurmenn
ing, kostar einans hesin
parturin í minsta lagi
einar 15-20 mió. kr.
•
Uppaftur-
og
viðlíka
haldsvenjing:
einar
15
mió kr í heilsuverkinum,
umframt 20 mió kr í al
mannaverkinum (serliga
í eldrarøktini).
•
Hetta eru sakkønar kostn
aðarmetingar,
gjørdar
í smb. við endurvenj
ingarálitið frá nov. 2007
(m.a. av rehabiliterings
serfrøðinginum,
Tóru
Haraldsen Dahl frá Sund
hedsstyrelsen og lektara
við Århus Universitet)
•
Í
“heilsunýskipanini”
er eitt høvuðsmál at
lógarfesta
rættin
hjá
borgarunum til endur
menning – men onki er
grett um tær kostnaðar
miklu fyritreyturnar fyri
slíkari lóg.
•
Fólkaheilsustovnur: kann
illa gerast fyri minni
enn 6-8 mió kr í øktum
útreiðslum, mett út frá
tí, ið hugleitt verður um í
frágreiðingini.
•
Harumframt: 5-7 heilsu
deplar kring landið við
nógvum ymiskum heilsu
starvsfólkum
í
staðin
fyri
kommunulækna
skipanina.
Kostnaður?
Víðkað tilboð um tann
heilsurøkt til ung og
eldri. Kostnaður? Heima
vitjanir av heilsuvegleið
ara til eldri fólk. Kostnað
ur? Útskrivingarheim til
liðugt viðgjørdar sjúk
lingar. Kostnaður? Psyki
atriska akuttmóttøku, og
so ymiskt annað. Kostn
aður?
Høvdu hesi uppskot í ætl
anini verið framd, hevði tað
sjálvsagt kosta nógvan pen
ing, kanska einar 30-50 mió
kr. ella meir.
Men Heilsuverkið skal
skerjast við 40 mió. kr.
Tankin í frágreiðingini um
“heilsunýskipan” er góður. At
styrkja positiva hugburðin
til
heilsugóðan
livihátt,
fyribyrging og fólkaheilsu.
Eins og flestu uppskotini
hvørt sær eru skilagóð og
summi enntá eru átroðkandi
neyðug.
Tó er tann stóri trupul
leikin, at samstundis við
hesa kostnaðarmiklu ætlan,
eru
samtyktar
ógvisligar
sparingar í heilsuverkinum.
Samgongan hevur gjørt av,
at fíggjarligu karmarnar fyri
heilsuverkið skulu skerjast
ár fyri ár – at byrja við 5 mió
kr í 2014 og so veksandi upp
til 40 mió kr í 2018. Hetta
samtyktu tey í løgtinginum
í vár, so sum tað er staðfest
í Løgtingstíðindum og í Bú
skaparfrágreiðingini
frá
Fíggjarmálaráðnum
um
sama mál (sí m.a. talvu á s.
72).
Altso:
•
Útreiðslurnar av heilsu
verkinum skulu skerjast
við 40 mió kr næstu fimm
árini.
•
Umframt at finna hesar 40
mió kr í sparingum, skal
finnast aðrar 30-50 mió kr
til at fíggja hesa sokallaða
“heilsunýskipan”.
Skal Landssjúkrahúsið
bløða?
Onki boð er í frágreiðing
ini, um hvussu “heilsuný
skipanin” skal fíggjast. Men
vit kunnu óttast fyri, at
meginparturin skal heint
ast inn við uppaftur størri
skerjingum
á
sjúkrahús
unum. Tað bendu orðini
hjá Karsten Hansen á í SVF
tann 5. nov., at sjálvandi
mátti man fara har, sum teir
nógvu pengarnir eru - tvs. í
sjúkrahúsverkinum.
Tað ljóðar ófrættakent, tá
vit samstundis vita, at fleiri
sergreinar og týdningarmikil
virkisøki á sjúkrahúsunum
antin eru nógv undirmannað
ella heilt ómannað. Og at
bíðitíðirnar eru langar, á
onkrum økjum upp í eitt og
tvey ár.
Væntandi er, at tað verður
Landssjúkrahúsið,
sum
kemur at bløða, bæði fyri
at finna pening til “nýskip
anina”, og fyri teimum ógvis
ligu sparingunum, íð eru
álagdar heilsuverkinum fyri
tey næstu fimm árini.
Vóni tó, at eitt politiskt,
fakligt og alment orðaskifti
kann fáa fram í ljósið, hvat
ætlanin ítøkiliga er at gera:
•
Hvussu er ætlanin at
fremja nýskipanir fyri
40-50 mió kr, samstundis
sum raksturin í heilsu
verkinum skal skerjast
við 40 mió kr.?
•
Hvussu
skal
Lands
sjúkrahúsið
kunna
rekast fyri eina minni
játtan í 2018 enn í dag –
hóast árligar kostnaðar
hækkingar til olju, kost,
heilivág, einnýtisútgerð,
amboð, viðlíkahald og út
skifting av tólum, keyp
av útlendskum tænastu
veitingum og sáttmála
hækkingum hjá starvs
fólkum?