hósdagur 14. november 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Plimsollarin á Vestaru vág – CIP(2)
F
yrsta ferðin, eg við berum eygum
sá “Magnus Heinason”, var á
onkrum havmiði í Barentshavinum.
Í 1978. Framtungur, við fullari
vomb av salti, kom hann tóvandi
eystureftir í góðveðrinum hendan
várdagin. Fiskiskapurin var slakur
í norskum og russiskum sjógvi um
hetta mundið, og flestu togararnir
komu heimaftur við einum sjatti
og meginpartinum av saltinum
á banjaranum. Vit fóru í ísfisk
undir Føroyum, rokaðust dúgliga
í upsanum, teir brestust átøkir
nýsum í pavninum, tað stóð bara
á at skjóta, hála, bøta og spleysa,
- bløðga, kryvja og ísa, og Magnus
gjørdi somu royndina, men nakað
eftir frættist, at Heðin M. Klein
fiskimálaráðharri
hevði
keypt
hetta lutfalsliga nýggja skipið til
havrannsóknir. Myndugleikarnir
hava helst hildið, at áneyðir vóru á
munabetri fari enn “Jens Christian
Svabo”, sum Erlendur Patursson,
fiskimálaráðharri keypti landinum
í 1964. “Ternan” var lutvíst brúkt
ta fyrstu tíðina, eftir at hin vitugi
slóðarin Jákup Sverri Joensen,
fiskifrøðingur, í 1959 burturav varð
settur at stjórna fiskifrøðini í Før
oyum. Í væl meiri enn hálva øld
hevur fiskivinnutjóðin Føroyar ikki
hildið seg hava ráð til at smíða sær
eitt skip, sum burturav er sneitt og
snákað til hav- og fiskirannróknir.
Helst var tað heldur ikki av tilvild,
at Erlendur Patursson skipaði fyri
at flyta fiskimarkið út á 12 fjórð
ingar fyri hálvari øld síðani, á
Grækarismessu í 2014, og at læknin,
vinnumotorurin
og
politikarin
Petur Reinert fekk tað í lag í 1977, at
flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar
umframt at fáa í lag eina nationala
vaktar- og bjargingartænastu. Tað
snúði seg um at tryggja búskapar
liga grundarlagið undir tjóðini.
Fiskimarkið. Og eisini at laða
grundina undir eini sjálvstøðugari
tjóð, Republikkini, táið hon kemur.
At stika inni spísikamarið, sum
føroyingar kunnu liva av í øldir
frameftir, um vit bert megna at
reka ein fiskivinnupolitikk, sum
tryggjar, at optimal stovnsrøkt
gevur okkum mestu lívfrøðiligu
rentuna, uttan at tað verður ging
ið stovnunum ov nær. Hetta veld
uga bassin, undir teimum 275
túsund ferkilometrunum av hav
leiðum, sum nú vóru okkara, fóru
sjálvsagt at seta stór krøv til hav-
og fiskifrøðingar, fyri at fáa til
vega mestu vitanina um støðuna,
gongdina, broytingarnar og útlitini
í lív- og vistfrøðini. Um vit ikki geva
granskingini í hesum segmenti
fremstu raðfesting, so fattast okk
um vísdómur. So frægt bleiv tað
nú kortini, at Fiskirannsóknar- &
seinri Havstovan gjørdist flagg
skipið í føroyskari gransking, við
urkend alla staðni uttan kanska
júst í heimlandinum, har hin mest
víðgongda høgrastjórnin í heimin
um hesi bæði seinastu tvey árini
hevur útmerkað seg við at sýna
hesum meginstovni mestu forakt
og vanæru.
M
ær untist at sita í fiskimála
ráðnum í nakrar krákumán
aðir í 2008. Eftir at hava kannað
eftir hvussu standurin var við hesi
flótandi eindini hjá Hjalta & Co.,
kundi eg bara staðfesta, at okk
urt mátti gerast sum skjótast, tí
longu tá var “Magnus Heinason”
farin at líkjast einum ússaligum
plimsollara, ið gnaddaði alt meira
av gummiringunum við mon
tasjubryggjuna á Vestaru vág,
forfatningurin versnaði, og um
vælingarnar vóru skjótt vaksandi
og kostnaðarmeiri enn vit kanska
væntaðu. Skipið var komið inn í ta
fasuna, har eigarin fer at hyggja
seg um eftir einum krambakalli
í skrotti, sum hevur tørv á illa
tardum gomlum stáli fyri lítið og
lætt.
Tað hevur so mangt verið sagt og
illgitt um CHE-samgonguna, men
ongin ivi er um, at hon uttan saman
bering er mest progressiva ískoyti
til føroyskan politikk hesi seinru
mongu árini. Vit settu okkum
m.a. fyri at seta skjøtil á at smíða
tjóðini eitt skip, sum burturav varð
smíðað til hav- og fiskirannsóknir.
Gongd varð sett á málið alt fyri
eitt. Skitsuprosjekt var tilevnað og
seinri detailprosjektið. Burturav ein
føroysk loysn laðað eftir tørvinum
nakað nógv ár fram í ókomna tíð.
Havstovan og Skipasmiðjan Mest
orkestreraðu niður í minstu smá
lutir eitt valaskip, sum modell sæst
av á síðuni. Nú ráddi bara um at
finna fíggjarligar útvegir fyri at
fremja verkætlanina. Hetta mest
neyðuga átak, sum áliggur eini
fiskivinnutjóð. Eini tjóð, hvørs
exportur stórt sæð bara er sam
anskrúvaður úr produktum, sum
eru fingin upp úr havinum. Av
heimaleiðum, av fjarleiðum um
vegis tvílanda sáttmálar og av mið
leiðum úr strandalandasemjum,
sum einaferð vóru, og vónandi
koma aftur í aftur sum skjótast.
Á vári 2011 valdi Fólkaflokkurin
at taka seg úr ABC-samgonguni
seinru, undir ræði hansara Kaj
Leo, og í nakrar mánaðir hetta árið
samstarvaði Tjóðveldi við amputer
aða regimið hjá løgmanni og Akseli.
Eitt av mongum málum, sum vit
funnu eina loysn fyri, var at smíðast
skuldi eitt havrannsóknarskip. Sum
skjótast. Føroya Løgting samtykti á
vári 2011 uppskotið til fíggjarkarmar
2012, sum fíggjarnevndin legði
fram, har fíggingin til skipið skuldi
fáast til vega umvegis játtanir úr
landskassanum. Í 2011 - 25 mió. kr., í
2102 - 30 mió. kr., í 2013 - 55 mió. kr. og
í 2014 - 90 mió. kr. Løgtingið samtykti
hetta árið eisini eina løgtingslóg um
verkætlan, har heimild er fyri at
byggja havrannsóknarskip fyri upp
til 200 mió. kr., og hendan lógin er
framvegis galdandi lóg. Skipið var
harvið í allar mátar búgvið at bjóða
út, og hevði verið klárt at tikið í
nýtslu, og til at avloyst hin niður
í botn slitna “Magnus Heinason”,
í árinum, sum er í heinta um seks
vikur, í 2014, um ikki avtalurnar
við Sambandsflokkin, hendan eins
og fleiri aðrar, blivu mishildnar
uppá tað skammiligasta, eftir at
Fólkaflokkurin
totalabsorberaði
Kaj Leo, sum nú av øllum alvi royn
ir at halda sær uppi í egnum flokki,
nú aðrir so smátt eru farnir at fáa
eyguni upp fyri, at flokkurin doyr
strádeyðan, sleppur hann sær
ikki burturúr hesum fascistoida
hurlivasanum, sum Niclasen &
Vestergaard hava komið honum
í hesi seinastu tvey árini. Merki
ligasta politiska neyðtøka í nýggjari
tíð, - fyri opnum tjaldi á alljósum
degi.
Soleiðis lá landið, og so er spurn
ingurin, hvat er status í málinum
ídag?
E
inastu tíðindi um hetta eru
at finna í uppskotinum til
løgtingsfíggjarlóg 2014, sum eftir
eina fyrstu viðgerð á tingi liggur
í fíggjarnevndini, og sum skal
samtykkjast fyri ársskiftið næsta,
soleiðis sum tað er lagt fram
ella í broyttum líki. Foraktin hjá
landsstýrismanninum fyri øllum,
sum bara ber brá av vísund, hav-
og fiskifrøði, sker í eyguni. Hav
rannsóknarskipið, sum var komið
undir land í 2011, er foykt burtur,
fult og heilt, tað er ikki til í politiska
universinum hjá Vestergaard, og
harvið heldur ikki í ditto hjá Kaj
Leo. Alt er strikað, sum vit við hond
og fót stríddust fyri í ár so mong, og
sjálvt tær støðlaðu krónurnar, gott
og væl 20 mió. kr., eru rændar inn
í kassan aftur saman við teimum
10 milliónunum, sum skilagóða
nevndin
í
Forskotsgrunninum,
við Jákupi Sólstein á odda, flutti
nýggja
havrannsóknarskipinum,
vælsaktans tí at hesir skilamenn
úr vinnuni mettu, at stórar áneyðir
vóru fyri at fáa veruliga megi út
á feltið, til tess at gera neyðugu
rannsóknirnar í føroyskum sjógvi.
L
andsstýrismaðurin ætlar Hav
stovuni somu játtan í krónum
í 2014 sum í verandi ári, og tað
sigur ikki so lítið um hansara
hugburð, at tað í tekstinum til
“Rakstrarjáttanina Magnus Heina
son” er sett av hin sama upphædd
sum fyri 2013. Harumframt er
ongin króna sett av á kontuni
“Útgerð til Magnus Heinason”, og
Framhald á síðu 16
Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi løgtings- og
landsstýrismaður fyri Tjóðveldi