hósdagur 14. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
hesin lakoniski teksturin sigur nú
heldur ikki so lítið: “Eingin játt
an er sett av til skipað viðlíkahald
í 2014. Útreiðslur til viðlíkahald
verða hildnar av rakstrarjáttanini
og siglingarætlan Magnus Heina
sonar verður tillagað játtanina.”
Vitandi um, at hesin útransjeraði
plimsollarin helst kemur at hava
tørv á milliónum í ábótum í árin
um sum kemur, um flótast skal, so
hevur landsstýrismaðurin í fiski-
og havfrøðimálum longu tikið
avgerðina um, at ein trivalig niður
raðfesting skal gerast á økinum, og
at gummignaddaríið á Vestaru vág
skal gerast ein permanent loysn
í føroyskari hav- og fiskifrøði.
Alternativt kann Havstovan helst
taka akutta fíggjartørvin av síni
egnu rakstrar-játtan, og so er líka
galið í manpower segmentinum,
sum tað annars hevði verið í tí sum
skal viðurfarast í rannsóknum á
havleiðunum kring oyggjarnar.
O
ngin hevði nú roknað við
øðrum. Kortini eru eini stórtíð
indi í uppskotinum hjá landsstýris
manninum. Undir gomlu kontuni
“Nýtt havrannsóknarskip” sigur
hann, at ætlanin, sum nevnd er
omanfyri um bygging av nýggjum
skipi, er slept. Víðari sigur hann,
at: “...arbeitt verður við at gera
langtíðaravtalu við privatan veitara
um at leiga havrannsóknarskip til
endamálið.”
Ikki sørt at hetta luktar langan
veg, og er átøkt einum parallelli til
vitleysa CIP-málið hjá avtikna og
marginaliseraða innlendismálaráð
harranum. Sum tók ministeriið við
sær í fallinum. Í duldum arbeiðir
landsstýrismaðurin eftir øllum at
døma, skal man trúgva hansara
egnu orðum, nú við at gera eina
avtalu við privatan veitara, sum
skal leggja eitt havrannsóknarskip
til eitt forkromað leigumál við tær
almennu Føroyar tey næstu 30 árini.
Segði nakar CIP(2). Tað frættist at
sambandsmenn ikki vóru fegnir um
loysn sum hesa, teir vóru jú mikil
partur í semjuni og avgreiðsluni
av almennu loysnini saman við
okkum fyri tveimum árum síðani,
men kanska hevur Vestergaard
í eini klientiskari leitan funnið
íløgufressin, sum høgraflokkarnir
báðir halda skal forkromast við
almennum fæi. Tað dýrari verður
føroysk hav- og fiskifrøði í árunum
sum koma. Og tess minni verður
frøðiliga manøvrurúmið, táið Hav
stovan skal leggja sínar ætlanir í
mun til kommerciellu áhugamálini
hjá eksklusiva vinmanninum hjá
høgramonnum, sum nú ráða fyri
borgum okkara.
Tað finnast í løtuni bara tvær loysn
ir á málinum. Onnur er, at Sam
bandsflokkurin í fíggjarnevndini
vendir aftur til undirskrivaðu sátt
ina teir gjørdu við okkum um málið
í 2011, ella at hendan samgongan
skjótast gjørligt leggur frá sær,
soleiðis, at progressivitetur aftur
fæst í føroyskan politikk. Verandi
gongd gongur beint út av eggini.
Í tvey ár hava teir ráðandi flutt
okkum aftur um ídnaðarsamfelagið,
ella heilt aftur til steinøldina, har
alt bara var skipað frá degi til dags,
og glaðastur var hann, sum onki
vitsti um annað enn næstu matar
tugguna.
V
ælsignaðir menn, finnið eina al
menna loysn á hesum málinum
sum skjótast, til frama fyri okkum
sjálvi, og fyri ta virðing sum átakið
gevur okkum í grannalondunum.
Eitt havrannsóknarskip er sum
flogberin í einum herflota. Tað
er ein almenn uppgáva at skipa
hesa gransking í hav- og fiskifrøði,
vit hava als ikki ráð at lata vera,
tíansheldur at geva hana upp
til skutils sum eitt kommercielt
spekulatiónsprosjekt hjá onkrum,
sum eittans hevur peningaligan
vinning fyri eyga. Vónandi fær
plimsollarin á Vestaru vág ein
avloysara sum skjótast, sum ikki
fer út av vánni sum ein confidentiel
CIP(2)-loysn, men sum ein svanur,
hvørs ognarskapur er okkara alra.
Maðurin, sum legði lunnarnar
undir føroyska fiskifrøði, Jákup
Sverri Joensen, doyði mettur av
døgum fyri kortum, og tað kann
ikki vera so út av lagi galið, at
nationala fiskifrøðin av politiskum
vansketni lítið meira enn yvirlivdi
jarðiska lívið hjá manninum sjálv
um. Her krevst av álvara bót á
borðið, skal arvurin eftir Frøðingin,
sum vit plagdu at rópa hann, lyftast
aftur sum bjarti kyndilin í broddi
fylkingar - í føroyskari vísund,
gransking og rannsókn.
tíðargrein
Framhald av síðu 15
Eitt løgið og
ógrundað álop!
Jenis av Rana
í
Sosialinum
mánadagin
skuldsetur Sólborg Dulavík
meg fyri ymiskt, sum eg ikki
kennist við.
Talan er um eina av teim
um niðrandi greinunum, sum
tú av og á skrivar, Sólborg, og
sum klæða tær so illa! Tað
harmar meg, og kanska ser
liga, tí at eg eri offrið hesa
ferð.
Tað er mær ein stór gáta,
at tú, uttan víðari, velur at
trúgva tí, onnur siga meg
hava sagt og skrivað. Hevði
ikki verið rættast, áðrenn tú
orðar teg sum tú ger, at tú
kannaði um tað er rætt, sum
tú pástendur, og átti tú ikki
fyrst at tryggjað tær, at eg
veruliga havi skivað og sagt
tað, tú sigur?
Fastheldur tú, at tú veru
liga hevur lisið og hoyrt tað,
tú skuldsetur meg fyri, so fari
eg við hesum at heita á teg
um at finna hesi brot fram
og kunngera tey!
Munur á veruleika
og fordómum
Álopið á meg gevur mær enn
einaferð høvið at minna á, at
mangan er stòrur munur á tí,
tú ger og sigur og tí, tú verður
lagdur undir at gera, siga og
skriva. Eitt slíkt dømi er
greinin, tú óivað sipar til, sum
herfyri stóð at lesa í danska
blaðnum Informatión. Mið
víst varð eitt av svarum
mínum snarað á, so at tað,
ístaðin fyri at verða ein til
sipan til hagtøl, bráddliga
kundi fatast sum eitt álop á
ein samfelagsbólk. Og hetta
varð sjálvandi kærkomið hjá
teimum, hvørs fordómar bert
bíða eftir at verða váttaðir.
Sjálvt fólkatingið tók
hagtølini í álvara
Tú burdi kent meg betur
enn at trúð hesum, loyvi eg
mær at pástanda! At loypa
á onnur er ikki mítt lyndi,
tvørturímóti! Og í svari
mínum skuldsetti eg ongan,
hvørki einstakling ella bólk.
Eg vísti bert á kanningar og
hagtøl, sum eru alment kend,
kunnug og brúkt, eisini av
teimum,
hvørs
fordómar
vildu verði váttaðir, um eg
leyp á.
Hesar
kanningar
og
hesi hagtøl brúkti eg í svari
mínum til journalistin, fyri at
vísa á, hvussu neyðugt tað er,
at veita hesum fólkum hjálp.
Og tað er einki forgjørt ella
tíansheldur nýtt í tí, tí fleiri
enn eg vísa á tað sama, m.a.
danska fólkatingið, har tey
í sept. 2012 sóu seg noydd at
skipa fyri einari hoyring um
tann dapra veruleikan, sum
hesi hagtøl avdúka. Hetta
gjørdu tey, við sama motivi
sum eg, at royna at finna
fram til, hvussu man kann
veita hesum fólkum hjálp.
Hagtølini burdu
vakt empati
Loyvi mær at endurgeva
hetta brotið úr svari mínum
til journalistin:
……" kanningar vísa, hvussu
illa homosexuella lívsførsl
an
fer
við
menniskjum.
Sjálvmorðstíttleikin er høg
ur, misnýtsla av alkohol og
narko er í hæddini, somu
leiðis kriminalitetur og ótrú
skapur. Sjálvsvirðið er lágt, og
sjálvt livialdurin er markant
lægri enn hjá teimum, sum
velja at liva eftir teim for
skriftum, Skaparin setti fyri
skapanarverk sítt " ....
Ongi álop, Sólborg, men
ein vísan til til hagtøl, sum
einhvør, við einum minimum
av empati, átti at tikið til sín
og kent ábyrgd av! Øll hesi
hagtøl og tær kanningarnar,
sum eru grundarlagið undir
teimum, finnur tú í hópatali
á alnótini, um tú hevur áhuga
fyri veruleikanum!
Eg mæli tær til at finna
fram hagtølini, men tey
eru ræðandi! Og eg vóni og
vænti, at tú kunnger tað, tú
í grein tínari sigur teg hava
lisið og hoyrt frá mær. Men
lat tað verða orð míni, og ikki
orð annara um tað, tey siga
eg havi sagt og skrivað.
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til,
eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski.
• Burðardyggur fiskiskapur.
• Búskaparlig og samfelagslig menning av
fiskivinnuni.
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 201315 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg
leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini.
• Eginfígging ella onnur fígging er.
• Samstarv er við almennar og/ella privatar
samstarvsfelagar í Føroyum og/ella
uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini.
Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans
3,8 mió. kr í 2014 til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innan fyri omanfyrinevndu økir við fígging
upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar
verkætlanir, ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugað eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu vera samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 18. november 2013 kl. 12:00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
att.: Samskiparin í fiskivinnugransking
Postboks 347
Yviri við Strond 15
FO 110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2014.
FISKIVINNUROYNDIR 2014
LÝSING EFTIR UMSÓKNUM