hósdagur 14. november 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Hetta fyri at bjarga hjúnabandið!
Bøssabrúdleypið vísir brilliant, hvussu politisk søguskriving gongur fyri seg í
dag, og hvussu almenningurin verður tvingaður at akseptera hesa
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Nú eri eg ikki á Facebook,
men hevði eg verið tað, og
hevði eg verið samkyndur,
og hevði eg ynskt mínar
samkyndu vinir at “óvina”
meg á fb, tá hevði eg bara
skrivað, at eg ikki stuðli
bøssabrúdleypinum.
Snøgt sagt, tað skal ikki
so nógv til longur... í tráð við,
at elitu-samkynd hava mist
alt sjálvsálit. Frá “We’re Here,
We’re Queer, Get used to it”
eru tey endað sum nakrir
háarrogantir og smásærir
tyrannar. Custers Brigade er
substituerað við LGBT Før
oyar!
Felagsskapurin
krevur
komplett lýdni, samkyndur
ella ei, og kallar á tey ráðandi
um statsaksept at fullinna
tað, hann nú einaferð finnur
uppá í síni roynd at fáa
modernað samkynd at “føla
seg betri”. Um ikki, so verður
tú eirindaleyst, men delikat,
strikaður sum “vinur”.
Aldri fyrr havi eg upp
livað eitt mál, har rúmið
fyri ósemju er tódnað við
so rúkandi ferð. Aldri fyrr
havi eg verið fyri slíkari
ákoyring sum í bardaganum
ímóti
bøssabrúdleypinum.
Ríviliga víðgongd og rímiliga
persónlig. Eisini frá teimum,
ið eru ella erpa sær av at vera
liberal. Puha!
Fyri tað gangi eg ikki frá
mínum, tí “samkynt hjúna
lag” er sum at fáa sín ginn og
tonikk blandaðan við pasta
saft: ikki gott, tí tað hoyrir
ikki heima har!
Men bøssabrúdleypið vís
ir brilliant, hvussu politisk
søguskriving gongur fyri
seg í dag, og hvussu almenn
ingurin verður tvingaður
at akseptera hesa. Bøssa
brúdleyps-kravið kemur frá
samfelagstoppinum
niður.
Ein kampanja, ið er serliga
eliter av lyndi, setur tú hana
upp
ímóti
amerikanska
kravinum um borgararætt
indi í 60unum, har tey strídd
ust fyri veruligum rættind
um.
Autoritera lógaruppskotið
um broytta hjúnabandslóg
kann aldri tæna samkynd
um, og tænir ikki einum
landi, ið skal eitast at ynskja
fjølbroytni. Hetta er mín
meining. Eg havi valt at
stríðast ímóti eini lógar
broyting, sum fer at gera tað
av við “mann og konu” og
introdusera “felaga 1 og 2”.
At fólk muta aftur uttan
at lurta eftir djúptøknum
grundgevingum
ímóti
at
loyva samkyndum at giftast,
er super. At fólk harta meg
fyri ditt og datt, enntá pota
Jenis av Rana og meg í sama
bát—hvat eg nú haldi vera
eitt sindur stuttligt, men als
ikki misbjóðandi—er duper.
Ja, eg floyti á tað.
Og tó, tí eg eri heldur
barnsligur
av
lyndi,
og
trúgvi uppá hevnd og so
framvegis. So tá ið sjálvfeita
samkynjuelitan McCarthyi
standi roynir at javna øll
øðrvísihugsandi við jørðina
eins og ein annar ruddingar
traktorur við úttalilsum um
“javnrættindi” og “diskrimi
natión”, fyri ikki at tala um
landasvik og homofobi, tá
skal ein mektigari maður
enn eg til ikki at geva aftur
við somu skuffu.
Stuttligt, tá hetta alt
eru begreb, LGBT og tess
bláoygdu riddarir ikki hava
begrep fyri. Serliga stuttligt,
tá eg veit—av tí eg einaferð
var slush við henda so
fordømandi ælaboga—at er
tað nakað, tey vinstrahallu
og bleyt kulturradikal við
fleiri body piercingum enn
heilakyknum ikki torga, so
er tað sjálvi at blíva hildin
fyri rukku, karikerað og
avdúkað fyri hvat tey eru:
ein innihaldsleys mentanar
bobla.
Mest
brúkta
hugtakið
hjá teimum, ið totalt ótole
rant ætla at gera seg inn á
hjúnabandið,
er
nettupp
“javnrættindi”. Eitt orð, sum
søguliga hevur verið nýtt
í samband við framburð,
verður nú brúkt at promo
vera eina tyranniska ‘saman
slagsligheit’, ein militantan
líkleika. Dittar tú tær at
opponera ímóti bøssabrúd
leypinum, ella hevur hissini
fyrivarni, verður tú plaffaður
niður við “tað handlar um
javnrættindi”-kúluni.
Úrslitið er, at tá ið Rigmor
Dam,
Bjørt
Samuelsen
og Poul Michelsen leggja
fram uppskot um at broyta
hjúnabandslógina,
so
at
tvey av sama kyni sleppa at
spleysast, fara tey at rættvís
gera tað við at “løgtingið eigur
at virða menniskju javnt”.
Tað er ein grundleggjandi
mannarættur sjálvur at velja
sín maka, siga teir tríggir
opportunistarnir.
(Og
eg
sum helt, at hetta var nakað,
foreldrini
fiksaðu
saman
við sínum avkomi í Sirkus,
meðan onnur útvekslaðu
jørð fyri ein lekran sjeik til
yngsta sonin uttanfyri).
Jú, og opinberiliga skal
terapeutstaturin hartil síggja
til, at “dreymurin um tað
góða lívið blívur til veruleika
innan felagsskapin”... eisini
hjá samkyndum. Ljóðar rími
liga lýriskt... fyri ein linligan
1. g’ara.
Eiler Fagraklett frá LGBT
greiðir donskum miðlum frá,
at hansara limir ikki hava
nøkur “positiv rættindi” í
Føroyum. Og nú vit eru við
hr. Fagraklett og misfataðum
javna og mannarætti, lat
meg tá straks vísa aftur hasa
romantisku
røvarasøguna,
at “hjúnabandið byggir á
kærleika”. Nei, tað ger tað
ikki. Hevur ongantíð gjørt
tað. Hjúnabandið byggir ikki
á kærleika, men er motivið
fyri honum.
Unga Tjóðveldi, í sínum
vísdómi, og sum forrest
in stavar seg sjálvt við “ð” í
endanum í sínum erklering
um til fólkið, tosar somuleiðis
um eitt “javnbjóðis Føroyar”,
“javnbjóðis
rættindi”
og
“javnrætt” upp í saman uttan
eginliga at vita, hvat hetta er
fyri ein stødd.
Bøssabrúdleypið,
tykist
sum, er bara um javnrætt
indi... og so Eilersa love-
argument. Tað er vesala
grundgevingin.
At
nokta
samkyndum
“rættin”
at
gifta seg, er at nokta teimum
javnbjóðis status og rætt
indi. Og við hesum, at leinkja
bøssabrúdleypið
til
javn
rættindi, er kjakið vunnið,
diktera træklemmandi for
sprákarnir fyri broyttum
hjúnabandi.
Nakað
sum
“rættvísi”
og “vindmyllur” er “javn
rættindi” ella “javni” eitt av
hasum orðunum á tremur
við positivari konnotasjón.
Mótsett javna er ójavni, ið
hinvegin er steinstappaður
við negativum konnotasjón
um. Og soleiðis sum svart-
hvíti
individ-politikkurin
háttar seg, ert tú antin fyri
javna, sum er gott, ella fyri
ójavna, sum er ringt.
At loyva tveimum menn
iskjum av sama kyni at gift
ast er gott, tí hetta fremur
javna, verður trúttað í okk
um. At vera ímóti hesum er
ringt, tí tað má betýða, at
tú heldur tað vera ókey at
gera mismun á fólki vegna
kynsstøðu. Í stuttum, tú ert
homofob.
Tó, óteljandi fólk eru
ímóti at lata samkynd gifta
seg uttan at vera homofob
isk ella fordómafull. Nógv
teirra stuðlaðu dekriminali
seringini av homoseksualiteti,
og síðani hava uppaftur
fleiri stuðlað ynskinum hjá
homoseksuellum (og hetero
seksuellum) um skrásett par
lag, harímillum eg; enntá at
ættleiða børn.
Men
ikki
hetta.
Ikki
“javnstøðu-brúdleyp”.
Ikki
tí hetta “fer ov langt”, eisini
tað floyti eg á, men tí hetta
er
fundamentalt
øðrvísi,
og hevur einki við “javn
bjóðis rættindi” at gera,
serstakliga tá hetta annu
lerar óivað tí mest týðandi
sivil-institutiónina
ever—
hjúnabandið. Hetta matar
ikki bara burturundan hjúna
skapin, men ógildar hann.
Og tað er øðrvísi. Fyrr,
fyri áratíggjum síðani, vóru
samkynd kúgað. Tey vóru
systematiskt noktað “javn
bjóðis rættindi”. Lógin be
handlaði tey ikki bara sum
annarleiðis, men inferiør.
So hetta var ein tíð, har
kravið
um
javnrættindi
faktiskt betýddi nakað; har
javnrættindi betýddi at gera
enda á kúganini av lesb
iskum konufólki og gjeik
arum. Javnrættindi tá var
framsøkin og frígerandi.
Lesbisk og gjeikarir eru
ikki longur kúgað. Orðið
“kúgað” er nakað, vit seta
í samband við borgarar í
Riyadh og Havanna, ikki
Tórshavn. “Kúgað” er tí ikki
longur eitt relevant orð í mun
til ta ímyndaðu viðurmøði,
LGBT líður undir, tí kravið um
javnrættindi er vunnið. Í dag
hevur “javnrættindi” ongan
progressivan ella loysandi
leiklut at spæla. So ikki fyri
samkynd í vesturheiminum.
Um nakað, tá farið eftir
skrásettum parlagi, vælsign-
aði!, sum innihaldsliga tekn
iskt gevur tykkum effinett
tað sama sum hjúnabandið,
men sum er nakað annað—
júst tí tað er eksklusivt
fyri mann og konu, og tí
rættliga diskriminerar ímóti
samkyndum... um so er, at
tey ætla at giftast við einum
av sama kyni.
Javni var relevant solongi
sum ójavni var. Men sum
samkynd hava somu rættindi
sum øll onnur, royna tey í
LGBT og teirra senditíkir í
Løgtinginum at umdefinera
bæði javnrættindi og hjúna
bandið, og tí fokka øll hasi,
hetta ávirkar. Sera tolerant.
Heldur enn at berjast
ímóti kúgan-lite, verður javn
rættindi brúkt til at avbjóða
ymiskleika. Ístaðinfyri ym
iskleika, søkir javnrættindi
líkleika.
Vissuliga,
hjúnabandið
hevur verið fyri broytingum,
ein teirra at loyva fólki at
uppafturgiftast. Men hetta
er ein broyting, ikki umdefi
nering. Tað er heilt óhoyrt, at
løgtingið ætlar sær hetta, so
arrogant at tríva inn í eina
institutión, ið túsundtals av
føroyingum identifisera seg
við, og sum enn hevur eitt
veldugt aktualitetsvirði.
Samkynd hava altíð ver
ið meiri áhugað í at kritisera
hjúnabandið enn fara inn
í tað. “Marriage is a Prison,
and this Prison needs to
be Abolished”, ljóðaði tað.
Hjúnabandið, sambært sam
kyndum, hevði einki at gera
við tey. Og herí er essensurin
og einasti felagsnevnari fyri
institutionella
“fongslið”—
leveraður av teim sjálvum.
Annars er tað ikki hjúna
band, men nakað útholað,
óbrúkiligt og ikki-eksister
andi individualiserað pu.
Tað, at kirkjan er “almenn”,
merkir ikki, at staturin her
við kann bróta inn í hana.
Álvaratos. Hetta er ikki eitt
kristið “ting” hjá forvirraðum
gudloysingum at brúka sína
ALS-periodu uppá at skræða
seg um.
Men um vit partú skulu
gera tað upp í jarðligar leik
lutir, feitt!, tí tá er talan um
eina sofistikerða og fram
úr vælvirkandi samstarvs
avtalu, har staturin er ‘a
broker of marriage’, sum
bretski erkabiskupurin so
væl orðaði tað.
Altso, ein meklari (og
brúkari) av hjúnabandinum.
Men har steðgar hansara
moralska heimild, tí enn
eitur nakað privatlív, familja
og samfelag, tí tað er kirkjan,
ið eigur hjúnabandið. Ikki
løgtingið.
Og lat meg so sleppa at
halda hetta í frið samtíðis
sum tit geva hjúnabandinum
frið.