hósdagur 14. november 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Greinarøð: Hjúnabandið í søguligum høpi
Er hjúnabandið søguliga
støðugt og óbroytiligt?
Partur 3
Eiler Fagraklett
Kærleikin og hjúnabandið
Fyrst í 17. øld mennist
hjúnabandið
aftur.
Vestureuropa verður vitni
til nýtt og slóðbrótandi slag
av hjúnabandi. Eitt slag av
hjúnabandi, sum inntil tá,
var næstan óhoyrt nakra
aðrastaðni í heiminum. Talan
er um hjúnabond bygd á
kærleika.
Gomlu
grikkarnir
mettu, at forelskilsi var ein
sinnissjúka. Kinverjar høvdu
einki orð fyri kærleika mill
um hjún fyrr enn í 1920, tá
ein málkønur bólkur var sett
ur, fyri at uppfinna eitt nýtt
orð til hetta nýggja vestur
lendska fyribrigdið. Fleiri av
fólkasangunum, sum vóru
sungnir í bóndasamfelagnum
í miðøldini í Europa gjørdu
gjøldur burturúr kærleika
num í einum hjúnabandi. Í
12. og 13. øld var ótrúskapur
mettur at vera tað einasta
slagið av kærleika, ið var vert
at nevna innan yvirstættina
í Evropa og í víkingasøguni
verður somuleiðis fleiri stað
ni ávarað um vandarnar, ið
standast av at blanda kær
leika og hjúnaband saman.
(Stephanie Coontz, Marriage,
a History, 2005).
Nýggja romantiska rák
ið, har kærleikin nú skuldi
avgera, hvønn tú giftist við,
kyknaði eftir upplýsingar
tíðina, og tá marknaðarbú
skapur
gjørdist
vanligur
og fólk fingu egnar pengar
at ráða yvir. Nú gjørdist
hjúnabandið eitt privatmál,
og ikki bert eitt politiskt
ella fíggjarligt amboð hjá
familjuni ella samfelagnum.
(Jeffrey R. Watt, The Making
of Marriage, 1993). Fólk vóru
ikki longur í sama mun
bundin av foreldrum, famil
ju ella góðseigara fyri at ger
ast sjálvstøðug. Kærleiki og
persónlig gleði gjørdist fyri
myndin. Somuleiðis gjørdist
maðurin fíggjarligi motor
urin, meðan kvinnan bleiv
kensluliga kjarnin í nýggju
kjarnufamiljuni.
Soleiðis
komu eisini nýggjar siðvenj
ur, sum nýggja kjarnufamilj
an kundi nýta sína frítið til.
Eitt nú kann nevnast føðing
ardagar, barnadópur, ársdag
ar og jól, sum nú eru vorðin
ein familjuhátíð. Frítíð var
eisini eitt nýtt fyribrigdi fyri
miðal- og lástættina, ið ser
liga gjørdi seg galdandi eftir
ídnaðarkollveltingina.
Hóast hjúnabandið gjørd
ist eitt privatmál, varð brúd
leypið meira alment enn tað
nakrantíð áður hevði verið.
Bretska drotningin Victoria,
sum í stóran part av 19. øld
stýrdi stóra partin av heimi
num, gekk á odda og hevði
eitt stórt og hátíðarligt brúd
leyp, sum eingin nakrantíð
hevði sæð áður, tá hon gift
ist Albert prinsi. Hetta gjørd
ist byrjanin til eitt nýtt rák,
har brúdleypið gjørdist al
menn stórhending, ið skuldi
síggjast og heiðrast. Flestu
brúðarsiðir, sum vit í dag
kenna, koma somuleiðis frá
victorianska
tíðarskeiði
num. (Elizabeth H. Pleck,
Celebrating
the
Family,
2000).
Hjúnabandið í 20. øld
Í 20. øld fer allur vesturheim
urin ígjøgnum sera stórar
samfelagsbroytingar. Fíggjar
ligar, átrúnaðarligar, hernað
arligar og politskar broyting
ar. Hetta førir við sær, at eftir
2. heimsbardaga minkar virð
ið á kjarnufamiljuni mun
andi. Kvinnur gerast meira
og meira sjálvstøðugar. Ung
dómsuppreisturin og kvinnu
rørslan hava við sær, at færri
fólk velja at gifta seg. Talið
av hjúnaskilnaðum veksur
nógv, og eitt vaksandi tal av
børnum verða fødd uttanfyri
hjúnbandið.
Kirkjan
og
religiónirnar sum heild, missa
sítt fasta tak á privatlívinum
hjá
einstaklinginum,
og
vesturheimurin
gerst
al
samt meira verðsligur ella
sekulerur, meðan átrúnaður
og politikkur verða loyst
sundur. (Elizabeth Abbott, A
History of Marriage, 2010)
Hetta rákið er eisini gald
andi í Føroyum. Í 2012 vóru
fødd 619 børn í Føroyum.
Hjá 57,9% av hesum børnum
vóru foreldrini ikki gift.
2002 var annars fyrsta árið,
at fleiri føroysk børn vóru
fødd uttanfyri enn innan
fyri hjúnabandið (Høgni De
bes Joensen, Heilsulýsing
Landslæknans, 2013). Hjúna
skilnaður er eisini vorðin
vanligur partur av føroyska
samfelagnum, har vit eru
farin frá, at talan um hjúna
skilnað var næstan óhoyrt,
til at umleið triðja hvørt før
oyskt hjúnaband í dag endar
í skilnaði. (Føroya Hagstova,
2013).
Minnilutar og
hjúnabandið
Fleiri minnilutabólkur hava
ígjøgnum tíðina havt av
markaðar
møguleikar
at
gifta seg. Hjá summum bólk
um er hetta framvegis gald
andi. Hóast trælirnir í USA
fingu sítt frælsi í 1865, so
fingu teir og aðrir hinkyndir
amerikumenn ikki frælsi at
gifta seg eftir egnum ynski
fyrr enn í 1967. Tá avgjørdi
amerikanski hægstirættur,
at fólk úr ymiskum rasum
kundu giftast hvør øðrum, og
ikki einans við fólki av egnari
rasu. (Gary A. Cretser og
Joseph J. Leon, Intermarriage
in the United States, 1982).
Í
Nazitýsklandi
varð
bann eisini sett móti, at ar
iskt ættað giftu seg við jød
um, sigoynarum og littum
fólkum. Sama bann var sett
í gildi í Suðurafrika undir
apartheidstýrinum, og var
hetta galdandi heilt fram til
1985. Í Eyptalandi kanst tú
sum maður framvegis missa
tíni borgararættindi, um tú
giftir teg við eini jødiskari
kvinnu úr Ísrael. Kvinnur í
Saudi Arabia sleppa enn í dag
bara at giftast við monnum
frá londum á saudiarábisku
hálvoyggini. Kongurin kann
tó geva serlig undantaks
loyvi. Tað eru tó eingi mørk
sett fyri, hvørjum teir saudia
rábisku menninir kunnu gifta
seg við. (Elizabeth Abbott, A
History of Marriage, 2010).
Samkynd hjúnabond
er ikki nýtt fyribrigdi
Hóast samkynd kring allan
heim í dag berjast fyri
atgongd til tær skyldur og tey
rættindi, sum eitt borgarligt
hjúnaband gevur hjúnum, so
hevur hesin rættur ikki altíð
Hjúnabond, ið eru bygd á kærleika, fáa ikki fótafesti í vesturheiminum til fyrst í 17. øld. Hetta er eitt slóðbrótandi
hugtak, ið ikki hevur verið vanligt nakrastaðni í heiminum, áðrenn fólk í vestureuropa taka tað til sín