Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 verið noktaður sam­kynd­ um søguliga sæð. Áðr­enn kristna kirkjan fór at um­sita hjúnabandið, vóru par­løg og hjúnabond millum tvey av sama kyni ikki óvan­lig. (Kathleen A. Lahey, Same- Sex Marriage: The Per­so­ nal and The Political, 2000). Hjúnabond millum fólk av sama kyni vóru van­lig í gamla Grikkalandi, Róm­ verkja­ríkinum, Mesopotamia, mill­um amerikanskar indian­ar­nar og í summum pørt­um av Kina undir Ming dynasti­num. Í Europa fekk hetta ein brádligan enda, tá Rómverkjaríkið gjørdist krist­ið, og Konstantin keis­ari bannaði samkyndum hjúna­ bond­um í ár 342. Hann gav samstundis boð um, at øll samkynd, ið longu vóru gift, skuldu takast av lívi. Í ár 390 var samkynd samlega eisini bannað, og revsingin var ásett, at dømd skuldu grav­ ast niður alment og livandi. (Mathew Kuefler, The Marri­ age Revolution in Late Anti­ quity: The Theodosian Code and Later Roman Marriage Law, 2000). Men hóast kristna kirkj­an í Evropa bannaði sam­kyndum hjúna­bondum, so vóru tað samkynd, ið framvegis gin­gu saman í hjúnaband. Eisini við hjálp frá ávísum pørt­ um av kirkjuni. Eitt nú kann nevnast Pedro Díaz og Muño Vandilaz, sum 16. apríl 1061 vóru vígdir av einum katólsk­ um presti í eini lítlari kirkju í Rairiz de Veiga í Spania. Í miðøldini í Fraklandi kundu menn eisini lógliga undir­skriva ein almennan “af­frére­ment” sáttmála sína millum. Hesin sáttmáli krav­ di, at teir livdu saman og deil­ du ”un pain, un vin, et une bourse” (eitt breyð, eitt vín og eina pengamappu). Hes­ in sáttmáli verður mettur at vera eitt tað fyrsta dømi um eitt alment góðkent skrá­ sett parlag. (Allan Tulchin, Same-Sex Couples Creat­ing Households in Old Regi­ me France: The Uses of the Affrère­ment, 2007). Vicor­ iansk­ar kvinnur í USA, høvdu eisini møguleika at liva sama í einum sokallaðum ”Boston hjúna­bandi.” (Esther D. Roth­ blum og Kathleen A. Brehony, Bost­on Marriages: Romantic but Asexual Relationships among Contemporary Les­ bians, 1993). Men tað er ikki fyrr enn í 1988, at heimurin aftur verð­ ur vitni til eitt alment góð­ kent samkynt hjúnaband ella rættari sagt skrásett par­ lag, sum gav næstan somu rætt­indi sum eitt vanligt hjúna­band. Hetta árið verður Dan­mark fyrsta landið í heimi­num, ið setur skrásett par­lag í gildi. Í 2001 gjørdist Niður­lond fyrsta landið í heiminum, ið hinvegin aft­ur loyvdi veruligum sam-kynd­ um hjúnabondum, ið vóru fult javnsett við hinkynd hjúna­bond. Í skrivandi løtu loyva 16 lond og 15 amerikanskir statir samkyndum hjúna­ bond­um, meðan fleiri onnur lond veita líknandi rættindi til sínar samkyndu borgarar. Kjak­ið heldur eisini fram í øðr­um londum, sum eisini um­h­ugsa at javnstilla sam­ kynd og hinkynd í landsins hjúna­bandslógum – eitt nú í Før­oyum. Hjúnabandið er ikki støðugt Heimssøgan vísir okkum, at hjúna­bandið er alt annað enn støðugt, og hevur broytt seg nógv gjøgnum alla søgu­na hjá menniskjanum. Hjúna­bandið, sum vit kenna tað í dag, er ein heilt onnur sam­felags­skipan enn fyri bara 100 árum síðani - fyri ikki at tosa um hvussu tað var fyri 2.000 árum síðani ella 50.000 árum síðani í eldru steinøldini, tá flestu søgu­frøð­ingar eru samdir í, at fyrs­tu hjúnabondini tóku seg upp. Søgan vísir okkum, at eitt hjúnaband er tað, sum eitt samfelag ger tað til í síni samtíð. Um vit kunnu læra nakað av søguni, so er tað, at hjúnabandið, sum vit ken­ na tað í dag, neyvan fer at stan­da í stað. Tað fer held­ur hin­vegin at fylgja sam­felags­ menn­ingini eins og tað hevur gjørt síðan fyrstu hjún­ini gin­gu saman í hjúna­band eina­ferð afturi í eldru stein­ øld­ini. TÍÐINDI ictoria drotning byrjaði eitt nýtt rák í 19. øld, har brúdleypið verður almenn stórhending, ið bæði skal síggjast og heiðrast. Rákið kemur eisini til Føroyar. Tilvildarlig mynd, Føroya Fornminnissavn Ungdómsuppreisturin og kvinnurørslan í 20. øld hava m.a. við sær, at færri fólk velja at gifta seg og talið av hjúnaskilnaðum veksur skjótt og nógv. Hóast trælirnir í USA fingu sítt frælsi í 1865, so fingu teir og aðrir hinkyndir amerikumenn ikki rættindini at gifta seg eftir egnum ynski og við øðrum rasum fyrr enn í 1967. Tilvildarlig mynd Í Evropa fingu samkynd hjúnabond ein brádligan enda, tá Rómverkjaríkið gjørdist kristið, og Konstantin keisari bannaði samkyndum hjúnabondum í ár 342. Men nøkur samkynd ganga allíkavæl saman í hjúnaband við hjálp frá ávísum pørtum av kirkjuni