Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 132 · 15. november 2013 5 VIKUSKIFTI rithøvunda í búkinum – Heilt frá ungari tíð havi eg havt áhuga fyri krimisøgum, og fyri nøkrum árum síðani byrjaði hendan krimisøgan at taka form, men tað hevur verið drúgvari, enn eg hevði roknað við, sigur Páll Nolsøe, sum í næstu viku kemur við sínari fyrstu bók Havi altíð havt ein bókaútgáva Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Brot. Soleiðis kallast psykologiska krimi­ bókin, sum í komandi viku verður til keyps í bókhandlunum. – Eg havi alt tað eg minnist havt áhuga fyri krimisøgum. Omma mín var bókavørður í mong Harrans ár, og byrjaði longu tíðliga at lesa fyri mær, sigur Páll Nolsøe. Henni dámdi serliga væl krimi­ søgur, og tað gjørdi mamman eisini. – Øll rundan um meg lósu krimi­ bøkur, so mín áhugi vaks tíðliga, sigur Páll Nolsøe. Men hví eina psykologiska krimi­ søgu? – Tú kanst siga, at ein vanlig krimi snýr seg um eitt morð, og so skal finnast út av, hvør hevur gjørt tað. Tann psykologiska krimisøgan tekur tað við, sum hendir við fólki. Hvat er tað sum ger, at fólk fremja tað ultimativa brotsverkið, sigur Páll Nolsøe. Hetta er ikki minst galdandi fyri tann ella tey, ið skulu uppklára morðið. – Tað, sum eg eri áhugaður í, er, hvat tað ger við eitt menniskja at blíva konfronterað við eina slíka hending. Og tað er harfrá, at hugskotið kom, sigur Páll Nolsøe. Tað tók kortini sína tíð, frá tí at hugskotið birtist, til endalig støða bleiv tikin til at skriva eina bók. – Eg haldi, at tað mundi ganga eitt ár frá tí at eg byrjaði at hugsa um skriva eina bók, til eg tók meg saman og fór undir tað, sigur Páll Nolsøe. Hann fekk rættiliga tíðliga ein rit­ høvund í búkin, og gekk tí leingi og hugsaði um, hvat slag av søgu, hann skuldi skriva. Reaserch Hann kom so fram til, at tað skuldi verða tann psykologiska krimisøgan. – Eg fekk so farloyvi í tríggjar mána­ðar í 2011, og tá var grundarlagið til bókina longu lagt, og seinastu tvey árini havi eg skrivað søguna lidna. Smálutir hava sjálvandi broytt seg við tíðini, men sjálva søguna havi eg havt í fleiri ár, sigur Páll Nolsøe. Talan er um eina psykologiska krimi­søgu, og tað hevur havt eitt ávíst kann­ingararbeiði við sær. – Eg havi gjørt eitt rímiliga stórt reasearch, og havi tosað við ein psyko­ log og ein, sum hevur lisið psykologi, umframt politiið, sigur Páll Nolsøe. Og hann hevur eina stuttliga anek­ dotu um júst tað. – Eg setti meg í samband við ein gamlan skúlakammerat, sum er politistur, og so eitt kvøldið bankar á dyrnar og har standa so tveir politistar. Tað vóru glómur í døtrunum, tá tær sóu hetta, tí hvat skuldu tveir politistar gera hjá okkum. Tær eru fimm og sjey í dag, og hava verið tað yngri tá, sigur Páll Nolsøe. Hann heldur tó, at talan er um eina fiktiva søgu og ikki eina sálarfrøðiliga av­handling. – Tað er neyðugt, at tú hevur títt listarliga frælsi, tí tað ræður um at geva lesaranum eina góða uppliving og spenning, og gerst tað ov fakligt, missir tað virði, sigur Páll Nolsøe. Reint Hugflog Talan hevur verið um reint hugflog, ið er grundarlagið undir Brot. Heldur ikki Piddamálið hevur á nakran hátt givið íblástur. – Nei, tað hevur ikki havt nakra ávirkan á søgugongdina. Søgan er so mikið eldri enn tað, so eg haldi, eg kann siga, at tað onga ávirkan hevur havt á søgugongdina, sigur Páll Nolsøe. Hann hevur møtt spurninginum áður. – Í søguni er politiið inni í Eystur­ oynni og ger kanningar, og tí vóru eg og konan har inni til eitt lítið reasearch. Tá møtti konan onkrum kenningi, og tá hon segði, at eg gjørdi okkurt reasearch, varð spurt, um tað hevði samband við Piddamálið, sigur Páll Nolsøe. Hann heldur seg tó við vissu kunna siga, at bókin á ongan hátt hevu nakað við Piddamálið at gera. Fylt nógv Tað hevur mest verið skrivað um kvøldar­nar og um vikuskiftið. – Tað er tá, ið stóra arbeiðið hevur verið gjørt. Tað er eisini tí, at bókin hevur verið so leingi ávegis. Tað eru nú eini tvey ár síðani eg fekk farloyvi, og tá var bókin komin væl ávegis, men tað er avmarkað, hvat tíð tú hevur um vikuskiftini og um kvøldarnar. Nógv er umskrivað og annað snikkað til, og tað tekur tíð, sigur Páll Nolsøe. Hann sigur, at hann hevði undir­ mett ta tíð, tað tekur at skriva eina bók. – Eg trúði, at tað kundi klárast eftir trimum mánaðum, men tað var langt frá nóg mikið. So tað hevur fylt rættiliga nógv, serliga hetta seinasta árið, sigur Páll Nolsøe. Hvør fríløta hevur verið nýtt til at skriva bókina lidna. – Eg havi nýtt frítíðir til bókina, og hevur verið ein fríløta um kvøldarnar, ein tími ella tveir, so hava teir verið mynd: Álvur Haraldsen