hósdagur 14. november 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 132 · 15. november 2013
6
VIKUSKIFTI
mynd: Álvur Haraldsen
nýttir upp á bókina. So tað hevur fylt
rættiliga nógv seinasta árið, sigur Páll
Nolsøe.
Tað er kortini við eitt sindur av
blandaðum kenslum, at handritið nú
er latið av hondum.
– Sjálvandi eri eg fegin um, at nú
er komið á mál, men hinvegin er ringt
at sleppa heilt, tí tá er møguleikin fyri
smávegis rættingum eisini farin, sigur
Páll Nolsøe.
Serliga ringt var tað í tíðini upp til
prentingar.
– Men tú má bara lata fara, og tá
bókin er farin til prentingar, gerst einki
meira, sigur Páll Nolsøe.
Spennandi
Bókin hevur verið leingi á veg, og
sigast má, at talan er ikki um nakran
faldara.
– Nei, bókin er rímiliga drúgv, 466
síður, sigur Páll Nolsøe.
Og hann er ikki bangin fyri, at les
arin fer at tveita bókina frá sær, áðrenn
hann er komin í helvt.
– Tað eri eg ikki bangin fyri. Tað er
eisini ein av grundunum til, at eg lat
eitt forlag geva bókina út. Fleiri velja
egið forlag, men eg vildi fegin hava
eitt feed-back, og tað var eisini tí, at
eg lat fólk rundan um meg lesa hana.
Tá fekk eg at vita, at hatta og hatta
mátti skrivast um aftur, men eg fekk
tað kenslu, at tey hildu bókina vera
spennandi, sigur Páll Nolsøe.
Hann hevur eisini lagt seg eftir at
skriva, so bókin gjørdist spennandi.
– Søgugongdin er skjót, og viðhvørt
byrjar tú eitt petti inni í kapitlinum. Tú
skal jú alla tíðina minnast til, at talan
er um eina krimi, og ein krimi skal vera
spennandi, sigur Páll Nolsøe.
Hann heldur, at lesarin tekur detek
tivbrillurnar á nøsina sjálvur.
– Tað er hetta, sum ger krimisøgurnar
serligar, tí tær taka lesaran við, og tú
kanst nakað annað við krimisøgum, enn
við øðrum søgum, sigur Páll Nolsøe.
Hann heldur, at tað ber til at bjóða
lesaranum av.
– Hemmingway hevur tað, ið hann
kallar ísfjalla skaldskap, har nógv ligg
ur millum linjurnar, og tað er hetta, ið
krimiskaldskapurin kann. Men sam
stundis er tað av týdningi, at tú hevur
tempo í skaldskapinum, so tað ikki gerst
tungt at lesa, sigur Páll Nolsøe.
Lesarin skal hinvegin hava ilt við at
sleppa bókini.
– Og tað er hetta mínar afturmeld
ingar siga, nevniliga at bókin er spenn
andi, sigur Páll Nolsøe.
Gongur fyri seg í Havn
Hann heldur, at tað er minst líka spenn
andi at vita hví sum hvør.
– Tað er eisini tí, at søgugongdin
skiftir millum uppkláraran, Einar Meyer,
og brotsmannin. Tú sleppur ógvuliga
langt inn í høvdið á drápsmanninum,
og tað er eisini tað, ið ætlanin alla
tíðina hevur verið. Harvið verður
drápsmaðurin eitt slag av høvuðsfiguri,
sigur Páll Nolsøe.
Somuleiðis sleppur tú eisini langt
inn í høvdið á politimonnunum.
- Tú finnur út av hvat rørist inni í
høvdinum á høvuðspersóninum, Einar
Meyer. Hann hevur eisini sínar myrku
síður, sum koma fram, meðan hann
jagstrar hendan drápsmannin í Havnar
gøtum, sigur Páll Nolsøe.
Krimisøgan fer fram í Havn.
- Fyrst og fremst, men har verða
gjørdir avleggjarar til onnur støð í
landinum, og tú fær flash-backs út í
heimin, men søgan fer fyrst og fremst
fram í Havn, sigur Páll Nolsøe.
Og tað er við fríum vilja.
- Eg eri jú uppvaksin í Havn, og
eg helt tað hava týdning at skapa eitt
stað, tú kanst kenna aftur. Vit kenna
jú summarið við mjørka og regni, og
mjørkin hevur hetta dulda við sær.
Knappliga verður alt uttan um teg
kámt, sigur Páll Nolsøe.
Tinganes ikki nevnt
Allir persónarnir í søguni eru óveru
ligir.
– Tað er nakað, eg oftani verði
spurdur, men tað kann eg bert staðfesta,
at teir eru allir íspunnir. Sjálvandi er tað
soleiðis, at tá tú skrivar um menniskju,
mást tú fáa íblástur frá øðrum menn
iskjum, og tað er tað sama við Einar
Meyer, sum sikkurt kann minna um
fleiri fólk, sigur Páll Nolsøe.
Sjálvandi slepst ikki undan, at onkrir
figurar minna um onkur menniskju.
– Men tað er ikki tað týdningarmesta
at fáa ein ávísan persón við í søguna,
tað er meira týdningarmikið at fáa per
sónin við, sum passar til myndina, sigur
Páll Nolsøe.
Tað er nakað, ið ikki slepst undan, at
fólk kenna onkran aftur í persónunum
í bókini.
– Starvsfelagar hava spurt, hvør
er við í bókini, men nei, har er eingin
veruligur persónur við, sigur Páll
Nolsøe.
Og starvsfelagarnir arbeiða, eins og
Páll Nolsøe sjálvur, úti í Tinganesi.
– Tinganes er als ikki við í søguni, og
aftur er søgan byrjað langt áðrenn eg
kom til Føroya og eitt arbeiði í Tinga
nesi. Hinvegin, hevði eg byrja søguna í
dag, hevði Tinganes uttan iva havt ein
leiklut, tí tað egnar seg ógvuliga væl
sum ein pall til eina krimi, sigur Páll
Nolsøe.
Politikkur er makt, og makt ávirkar
menniskju.
– Eg skal í hvussu er ikki avvísa, at
skrivi eg eina krimisøgu aftrat, kundi
hon gott gingið fyri seg í politiska
lívinum. Hinvegin er mín fyrsta bók
ikki komin á gøtuna enn, so eg skal í
hvussu er hava ein støðg, áðrenn eg
fari í holt við nakað nýtt, sigur Páll
Nolsøe.
Kanska nýggja bók
Hann hevur tó ikki heilt mist mótið um
at fara undir sína næstu bók.
– Nú skal eg fyrst fáa hesa bókina
aftur um. Vit mugu jú minnast til,
at hon er ikki komin út enn. Eg havi
kortini fingið at vita frá forlagnum, at
bókin verður liðugt prentað týsdagin
19. november, so eg rokni við, at hon
verður í handlunum 20. ella 21., sigur
Páll Nolsøe.
Hann sigur, at hann væl kann
ímynda sær, at hann fer undir eina
nýggja krimi, men nøkur ting skulu
fáast upp á pláss, um tað skal henda.
– Tað letur seg ikki gera at skriva
eina krimi eftir arbeiðstíð og um viku
skiftini, so talan má vera um at hava
frí í longri tíð. Ikki tí, eg merki, at eg
havi havt gleði av at skriva hesa bókina,
annars hevði eg ikki gjørt tað, sigur Páll
Nolsøe.
Hann heldur, at hann fyrst má koma
fyri seg aftur, men kanska um eitt hálvt
ár ella um eitt ár kundi tað komi upp á
tal at farið undir eina nýggja bók.
– Tað kann eg væl ímynda mær,
sigur Páll Nolsøe.
Hann hevur verið hugtikin av motiv
inum hjá drápsmonnum og endurgevur
fyrrverandi ovastan hjá ferðaliðnum,
Bent Isager-Nielsen.
– Hann sigur, at í roynd og veru
kunnu øll fólk drepa. Fólk kunnu koma
í støður sum fær tey at drepa. Meðan
nøkur heilt fáa hava mestsum ein
íborna trá eftir at skaða og myrða. Tað
eru nakrir ávísir faktorar, ið fáa hesa
tráina fram í fólki, og tað kann vera
uppvøksturin ella umhvørvið, ymiskt,
og tað haldi eg er áhugavert, sigur
Páll Nolsøe, sum verður á gøtuni við
fyrstu bók síni mikudagin ella hósdagin
í komand viku.
– Eg trúði, at tað kundi klárast eftir trimum
mánaðum, men tað var langt frá nóg mikið.
So tað hevur fylt rættiliga nógv, serliga
hetta seinasta árið, sigur Páll Nolsøe