Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 132 · 15. november 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? – Fotografur Hvat hugtekur teg við myndatøku? – Menniskju. Støður hjá mennskjum. Kreativitetur og list. Nær er ein mynd góð? – Tá mann sær, at sál er við í arbeiðinum, og at arbeiðið er orginalt. Haldi at hetta er mest grundleggjandi Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Hyggi ongantíð í sjónvarp. Vit hava ikki átt sjónvarp í eini sjey ár, og vit hava bara havt gott av tí. Mær dámar sera væl at hyggja eftir filmum og dokumentarum, men tað gera vit mest av í tíðarskeiðum, kanska serliga um veturin. Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av? – Aftaná ein langan gongutúr koyri eg grillina frá, tendri nógv stearinljós og bjóði vinfólkum heim. Annars er ein vikuskiftistúrur til Viðareiðis ikki at forsmáa. Nær ert tú í góðum lag? – Í løtuni fer ein stórur partur av tíðini við arbeiði, og tí er natúrligt, at gongst mær væl við arbeiðinum, verði eg glað. Tá eg leingi havi hugsað um at fáa ein ávísa mynd í kassan, og tað eydnast, tá gleðist eg. Sjálvandi eisini tá tað gongur teimum nærmast væl, eri eg glað! Hvat ger teg illa? – Egoisma og órætt­vísi… og vánaligur matur. Hvørja bók burdu øll lisið? – »How to win friends and influence people«. Hvussu nógv hugsar tú um tína útsjónd? – Alt ov lítið. Fyri at vera heilt erlig so haldi eg, at tá mann arbeiðir við at fáa onnur menniskju at skína, kann tað ofta henda, at mann missir seg sjálva burtur. Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar? – Janus, maður mín, og eg eru lívsnjótarar og elska at royna ymsan nýggjan mat. Fyri einum ári síðani broyttu vit matvanar og hava roynt at hildið okkum burtur frá kolhydratum og liva ein sunnari lívsstíl. Eisini byrjaðu vit at drekka frísktpressað grønmetisdjús, og tað er nú partur av okkara gerandisdegi. MEN eg eri ongantíð farin frá at elska kakur! Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing? – Nógv! Men geri ikki líka nógv, sum eg hugsi um tað! Men mær dámar seliga væl at ganga langar túrar upp á fjøll og royni so eisini at venja í Yndi. Hvussu dámar tær best at halda summarfrí? – Summarfrí? Hvat er tað? Tað eru nógv ár síðani eg helt summarfrí. Men vit hava ætlanir, um at tað skal einaferð blíva ein partur av okkara lívi. Enda setningin »Annars haldi eg, at... ...Føroyar er eitt fantastiskt land at búgva í. Her eru nógv spennandi og kreativ fólk, og okkara mentan, náttúra, søga og annað er við til at gera Føroyar heilt serstakar og geva íblástur. Hetta er ein góður dagur at av­reiða fløskur, helt eg, tómar fløsk­ur, tømdar fløskur. Mikudag fyri ólavsøku, sum ikki byrjaði, offisielt, fyrr enn sunnudagin. Ja, hví ikki júst í dag? Av stað, av stað við øllum tí tóma. Nakað er, minnist ikki, nær eg avreiddi seinast. Nakrar kenningar síðani. Og sum altíð, so var upp í nakrar pappeskjur av brúktum glasi og aluminiumi. Men dagurin var so ikki tann rætti kortini. Tvørturímóti, síggi eg, tá eg snari inn í túnið við fløskumóttøkuna hjá monopol­ inum. Halin ver langur, nøkur standa uttanfyri. Fleiri enn eg, nógv fleiri, hildu eisini, áðrenn tey fóru heimanífrá eftir at hava lastað bilin, at hesin mikudagurin á hásumri var tann einasti rætti at tøma hjall ella kjallara. Hvat nú? Venda heim aftur við øllum tí tóma, ella seta ein tíma av? Eg tømi bilin og taki mær støðu í halanum. Tað er óneyðugt at siga tað, men eg kann gera tað kortini. Sjálvandi virkar bara onnur fløsku­móttøkumaskinan. Hin er óvirkin, stendur á henni. Sjálvandi ein slíkan dag sum hendan. Náttúrlógirnar eru einastu lógir, sum ikki ber til at bróta. Beint nú stendur ein av tí betra slagnum og stingur fløskur inn í holið. Roynir at stinga fløskur inn í holið, tí tær koma út aftur, retur retur, tær flestu. Maskinan vil ikki hava tær, kennist ikki við tær. Hendan er ikki keypt her, hevði hon sagt, dugdi hon at tosa. So fínt konjakk fæst ikki her, mister. Fløskurnar mala og mala inni í smoguni. Strikukotan er ókend hjá maskinuni, sum ørkymlað roynir at eyðmerkja og so út aftur. Alt tekur tíð, langa tíð. Og so øll hasi blikkini, øll hasi blikkini. Tøknin er ikki komin so langt, vit eru bara í 2013, at kassar ella okkurt annað fæst til blikk, so til ber at senda 24 ella 30 blikk ígjøgnum í senn í einum. Nei, eitt og eitt í senn. Eingin trýr tí, eingin, sum ikki hevur staðið í halanum í fløsku­ mót­tøkuni hjá Rúsdrekkasølu landsins, hvussu nógv blikk kunnu vera í einum vanligum beriposa. Og nú er so hann við rusk­ pusanum fullum av blikkum komin framat. Eldri maður, so væl er bundið er fyri posaendan. Hann brúkti sjálvandi ikki hálva tíman í halanum at loysa posa­ bandið. Nei, tað fer hann í holt við nú, hann er sloppin fram at gylta liðinum. Tað tekur eina løta at loysa knútin, so tey 743 blikkini, eitt og eitt, sleppa úr posanum og inn í holið, kotan niðureftur og botnurin úteftir. Í slíkum støðum práta fólk við fólk, tey ikki kenna og annars ikki tosa við ella heilsa uppá. Bara fyri at sleppa undan at øsa seg og missa tolið. Tómorðað prát millum alla tómu endurnýtsluna. Onkur missir tó tolið og fer til hús aftur við øllum tí tóma, tómoygdur. Tíverri ein aftan fyri meg í halanum. Ein annar heldur tað vera skjótari at fara til Miðvágs at avreiða har. Ella til Runavíkar. Men, nei, tað holið er ikki liðugt enn. Óvirkið í nógv ár. Eingin torir at siga tað. Men øll stúra fyri, at hendan eina mót­ tøkan, sum riggar, hevur fingið so nógv at gera, at eisini hon gerst óvirkin, júst tá tú eigur tørn. Men tað hendir tó ikki. Eisini eg sleppi av við mínar tómu fløskur og míni tómu blikk. Nú er rullan uppi, er aktuella stúringin, tá eg trýsti á knøttin. Nei, heldur ikki. Vorðið sum dagur, miku­ dagur fyri ólavsøku. Ein langur lepi við tølum og fløskuheitum kemur út. Inn eftir pengunum og Fiskefjæs fyri rest. Tá eg fari heim aftur, er halin fram­vegis út í tún. Baðumegin halan pappeskjur, beriposar, sekkir og enntá ein fiskakassi fullur av tómum fløskum og blikkum. Avhaldsfólkini sleppa undan mangari kvølini. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Gvøðny Miriam Gunnarsson lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Eg hyggi ongantíð í sjónvarp – Vit hava ikki átt sjónvarp í sjey ár, og vit hava bara gott av tí, sigur 28 ára gamla Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum saman við manninum eigur og rekur fotograffyritøkuna Miriam & Janus Photography Tøma tað tóma