hósdagur 14. november 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 132 · 15. november 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Fjølbroyttur
og øðrvísi Øssur
Flúgvandi borðiskur
á spanskari discobarr
Óli Poulsen hugleiddi og
Anders Lund Madsen hugdi
framvið, tá Øssur Johannesen
hevði fernisering í Føroya
húsinum í Keypmannahavn
Høvuðspersónurin sjálvur, Øssur
Johannesen, var ikki til staðar, tá
fernisering var í Føroyahúsinum á
Vesterbrogade í Keypmannahavn
fyri viku síðani. Tað vóru mong
onnur hinvegin, millum annað
kendi danski sjónvarpsverturin
Anders Lund Madsen. Hann
stóð og bíðaði við glasportrið á
Vesterbrogade, áðrenn dyrnar
vórðu latnar upp og framsýningin
kundu byrja. Hvørji hansara
ørindi vóru, venda vit aftur til.
Tað var Marianna Andreassen,
forkvinna í Føroyska Listafelagnum,
ið bjóðaði vælkomin, áðrenn kendi
føroyski tónleikaframleiðarin Óli
Poulsen hugleiddi um vinmannin
Øssur Johannesen, ið er ein maður,
sum ikki hevur havt tað lætt.
Hetta gjørdi Óli bæði seriøst og
vakurt, uttan at pakka nakað
inn, eins og Øssur vil hava tað.
Øssur hevur síðani hann var
smádrongur teknað, málað og
spælt tónleik, og sum 23 ára gamal
hevði hann sína fyrstu framsýning.
Men Øssur er sálarliga sjúkur.
Tað tyngir hann og ger, at
hann ofta hevur trupult at vera
millum fólk. Tí var hann heldur
ikki til ferniseringina sunnu
dagin. Óli Poulsen greiddi frá
hesum, og tosaði um at vera í
myrkrinum, og trupulleikarnir
við at flyta seg í ljósið.
Tað sæst eisini aftur í listini hjá
Øssur, sum í stóran mun lýsir hvat
hann sjálvur sær, saknar og følir.
Afturvendandi evni eru lív, deyði,
demonir, kríggj og kristus. Motivini
eru rá, erlig og kompromisleys.
Og hetta var nakað av tí, Anders
Lund Madsen slapp at uppliva á
veggunum í Føroyahúsinum. Anders
hitti Øssur á Hvidovre Hospital
Tá ið tú finnur uttan at leita
Spaniólar duga at geva gøtum
nøvn – tað skulu teir eiga.
Hvør súr síðugøta skeltar við,
at hon er tað heilt stóra. Høgt og
heilagt verður kunngjørt fyri ætt
og vinum, at hetta kundi tað sama
verið leiðin beint til prúða palassið.
Calle Santa Caliz. 20 metrar av
grafittifongdum, fortovsleysum
vegastubba. Tað er tað, tað er!
Hvørt trongt tún ger seg upp,
sum var tað týdningarmesta torgið
í býnum. Placa Del Fórn De Sant
Nicolau– eitt ótýðandi óruddilig
op við óstortliga parkeraðum
bilum. Tað er tað, tað er!
Í Calle Baix, sum hóast alt
er ein snøgg smoga í Valencia,
renni eg meg í eina kaffistovu.
Ikki tí, tær eru óteljandi í einum
hvørjum stórbýi – eisini í Valencia.
Men hendan er øðrvísi. Disco
Bar, sigur skeltið oman fyri inn
gongdina. Disco Bar? Hvat var
tað nú einaferð? Og var kanska
ein góð orsøk til, at discobarrin
fór í ommu sína, áðrenn hon varð
pensiónerað? Altso Discobarrin!
Eg fari innar. Sjálvandi. Mána
kvøld er, so tað er tómligt. Hevði
tað ikki verið fyri ídna, myrkhærda
mannin við telduna framman
fyri diskin, vildi eg sagt, at tað er
tómt. Júst sum eg komi inn, fer
Pablo á føtur. Yvir til plátuspæl
aran, sum er partur av einum
gomlum ljóðanleggi í horninum.
Hann skiftir plátu. So fer hann
aftur um diskin og letur meg
fáa okkurt at leska mær við.
Monterey discobarrin er eitt
bland av einari café, einari vinyl
plátusølu og einari lurtibarr,
har gamli plátuspælarin spælir
tær undarligastu, sveim
andi LP pláturnar, tú ikki
kanst koma í tankar um.
Pablo setur seg aftur við
telduna, har hann er í holt við at
skráseta nýggjar, gamlar LP-
plátur, hann hevur fingið inn um
dyrnar. Og hann er neyvur, hann
Pablo. Tekur pláturnar út, hyggur
granskandi og greinandi eftir
teimum. Leitar eftir møguligum
fatalum skøvum. Skrivar á
telduna. Hvat, hvør, nær og
hvar. Nærlagdur tykist hann.
Tá eg havi sett meg niður –
tað er frítt val á øllum hillum
at velja sær sess – skráseti eg,
at Pablo hevur sett danskan
musikk á plátuspælaran. Tað
er so púra vist. Psykadeliskan
danskan rocktónleik, sum hann
ivaleyst ikki skilir eitt orð av.
Og tað ger tað helst uppaftur
kulari tað heila. Men hann veit
ikki, hvønn hann spælir við í
kvøld. Meg snýtur hann ikki.
– Hatta er danskur
tónleikur, sigi eg.
– Nei, svenskur, svarar hann.
Pablo hevur dummað seg.
Gevaldigt. Er tað nakað í allari
verðini, sum eg dugi fram um
alt annað, er tað at hoyra mun
á donskum og svenskum.
– Er hetta plátan, spyrji eg.
– Ja, hatta er hon.
Eg taki LP húsan í hondina
og hyggi eftir honum. Jú,
víst er plátan donsk.
– Hatta er ein donsk
pláta – ikki svensk.
Tað eri ikki eg, sum
tosi – tað er Pablo.
Hann hevur leitað skrásetingina
fram á telduni og reddað sær í
land. Jú, tað er skil í honum. Ein
hvør spanióli kann fara skeivur
á donskum og svenskum – tað
veit mann jú. Og tí er tað gott
við neyvari skráseting. Sum
verður gjørd eitt manntømt
mánakvøld sum hetta.
Plátan er við Young Flowers.
Ongantíð hoyrt um teir áður.
Tónleikur til sjónvarpsfilmin
Blomsterpistolen. Havi heldur
ongantíð áður hoyrt filmin
nevndan soleiðis, at eg havi hoyrt.
Thomas Winding, sáli – pápi helst
meira kenda Kasper Winding –
er ein høvuðsmaður og hevur
skrivað tekstin á LP húsan. Um
hvussu filmurin Blomsterpistolen
varð veruleiki, hvat hann snýr
seg um, og um tónleikin, sum
varð gjørdur til filmin.
Giti, at handritið – ja, altso um
nakað handrit fanst – var pyntað
við blomsturkrutli og antikrígs
teknum. Søgan er hon – og lurti
nú væl – at ein flúgvandi borðiskur
lendur í einum skógi. Har verða
tey vinarligu fólkini, sum eru
komin flúgvandi til jørðina, væl
við tónleikabólkin Young Flowers.
Og júst sum trøini eru við at vaksa
inn í himmalin, kemur slangan í
paradís. Tveir harðrendir hermenn
leggja uppí. Og so er spælið spilt.
Fólkini við flúgvandi borðiskinum
sleppa sær á flog og til rýmingar,
men fólkini leggja eftir seg eina
blómupistól, sum hevur evni at
ganda. Og so kunnu tit ætla, at
tað verður stríð um pistólina, og
hvør skal ráða yvir henni – teir
langhærdu í Young Flowers ella
teir stuttkliptu í kamouflasjubúna.
Tónleikurin á plátuni er gjørdur
til hesa søgu og hetta univers,
og tað hoyrist eisini. Ikki tí, tað
er tíðarbundin rocktónleikur,
sum sveimar og skakar, og tað
er fínt eina løtu á discobarr.
Næstan eitt mást, vildi eg sagt.
– Hevur tú nakra singleplátu
við sponskum discotónleiki
frá 70’unum ella tíðliga
í 80’unum, spyrji eg.
– Ja, okkurt er kanska, men vit
hava nú meira av rocktónleiki.
Pablo setir seg at blaða
ígjøgnum singlepláturnar, Blaðar
leingi, leggur tvær plátur til
viks. Blaðar longri. Og gevst.
– Hetta kundi verið nakað. Lat
meg líka leggja tær á, sigur hann.
Og fyrstu tónarnir sannføra
meg. Hatta er akkurát tað.
Plettskot frá Pablo.
Hann leggur hina singleplátuna
á. Men nei. Og tað hoyrir
Pablo eisini beinanvegin.
– Hatta er meira psykadeliskur
rockur, sigur hann.
Vit eru samdir. Og semjast
eisini um, at eg skal keypa
fyrru singleplátuna.
– Hatta er akkurát Gunnar,
sigi eg. Og hann nikkar.
Hatta er akkurát Gunnar.
Eg gjaldi nakrar evrur fyri
elligomlu singleplátuna og taki
hana við mær. Hon skal heim
at latast vinmanninum Gunnari,
sum eg kom í tankar um, tá ið eg
blaðaði ígjøgum mongu pláturnar.
Og á veg út av Monterey hugsi
eg, at tað er deiligt, at okkurt
ikki gevur sær út fyri annað ella
meira, enn tað í grundini er.
Monterey er ein discobarr.
Tað er tað, tað er!
Eyðun Klakstein