hósdagur 14. november 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 132 · 15. november 2013
9
VIKUSKIFTI
13 føroyskar orða-
bøkur í einari app
»Tey speireka listarverkið
av Nólsoyar Pálli«
Nú sluppu føroysku orða
bøkurnar í app, áðrenn
appin slapp í orðabøkurnar
Vagnur Michelsen heldur
lítið um, at útisetar gera
gjøldur við standmyndini
av Nólsoyar Pálli
Tað var eitt ómetaliga stórt
framstig, tá ið allar tær føroysku
orðabøkurnar í 2011 vórðu
savnaðar á heimasíðuni hjá
Sprotanum, og allir skúlanæming
ar fingu ókeypis atgongd til
hendan stóra málsliga grunnin.
Talgildi heimurin broytist tó
støðugt, og tíbetur steðgaðu
orðabøkurnar ikki á heimasíðuni.
Nú eru tær eisini tøkar sum app.
Orðabóka-appin er snøgg
og arbeiðslig. Hon krevur
internetsamband, men tað merkir
eisini, at hon altíð er líka væl
dagførd sum netorðabøkurnar, og
orðini hava somu leitimøguleikar
við bendingarsniði, yndislista og
deiling. Men tað sær ikki út, sum
tað ber til at leita eftir sama orði
í fleiri orðabókum í senn. Tað er
annars ein styrki við orðabókunum
á heimasíðuni. Orðabøkurnar eru
ymiskar og hava ikki allar eins nógv
leitiorð, men við felags leitiskipan
kanst tú leita í øllum orðabókunum
í senn. Vónandi verður hesin
møguleiki eisini mentur til appina.
Orðið »app« er gott dømi
um ymiskleikan. Tað er ikki heilt
rætt, at appin ikki er sloppin í
orðabøkurnar. Ein av teimum 13
orðabókunum, tann týsk-føroyska
hjá Kára Dávidsen, er nevniliga
eitt sindur serlig. Hinar orða
bøkurnar hava millum 5.000 og
60.000 leitiorð, men bókin hjá
Kára hevur meira enn 120.000,
og hon er eisini tann einasta, sum
hevur uppdagað nýggja orðið app.
Sambært týsk-føroysku orðabókini
er føroyska týðingin av týska App:
»app (fleiri appir)«. Og ein App-
Entwickler er ein app-mennari.
Hóast appin hevur nakrar
veikleikar í mun til heimasíðuna,
so er hon á øðrum økjum betri.
Ikki bara er hon lættari atkomilig
fyri øll tey, sum nýta telefon og
teldil nógv meira enn tey brúka
teldu, men hon hevur eisini betri
kunning um orðabøkurnar enn
heimasíðan. Kunnað verður um,
hvørjir ritstjórarnir á ymisku
orðabókunum eru, hvussu nógv
leitiorð tær hava, og um tær
verða dagførdar regluliga.
Eg veit ikki, um føroyska málið
fer at vinna talgildu kappingina
við enskt mæltar miðlar, spøl og
appir. Eg ivist. Men við nýggju
orðabóka-appini hevur enkst
hugsandi snildungdómurin í
øllum førum fingið eitt lætt
amboð til at finna føroysk orð
fyri sínar ensku hugsanir.
Tað er app-mennarin Faroe
Media, sum hevur ment appina,
og Sprotin gevur hana út. Appin
er ókeypis til 1. januar 2014.
Dorit Hansen
herfyri, tá Øssur varð innlagdur
á psykiatriskari deild. Anders
vitjaði har, tí hann fyri kortum vann
eina millión í sjónvarpskappingini
»Hvem vil være millionær?« saman
við beiggja sínum Peter Lund
Madsen, ið er heilagranskari. Teir
hava latið vinningin til samtakið
ODA, ið fevnir um OCD-foreningen,
DepressionsForeningen og
Angstforeningen, og tað var
í tí sambandi, at Anders var á
Hvidovre Hospital. Hann vildi
nevniliga vita, hvat pengarnir,
sum hann lat saman við beiggj
anum, vórðu brúktir til.
Á Hvidovre Hospital koma
Øssur og Anders báðir í prát, sum
endaði við, at Anders ynskti at
gera nakrar samrøður við føroyska
listamannin. Hesar upptøkur skulu
brúkast í einum dokumentarfilmi,
ið Anders ger fyri DR.
Og tí var tað, at Anders Lund
Madsen eisini vitjaði framsýningina
hjá Øssur í Føroyahúsinum
sunnudagin. Ein framsýning, ið
fevnir um oljumálningar, por
trett-tekningar og prent frá
linoleumútskeringum, og sum
hevur opið til 30. januar 2014.
Tað er Edmund Sofus Jacobsen,
sum hevur samskipað framsýn
ingina við góðari hjálp frá mammu
Øssur, Begga Johannesen. Og
sambært Edmundi eru tað ikki
einans føroyingar, men eisini
danir og danskir fjølmiðlar,
sum hava víst framsýningini
ans – millum annað Danmarks
Radio og Vesterbro Lokal TV.
Rólant Waag Dam
Vagnur Michelsen, sum hevur
heimasíðuna Hvannrok.fo,
skrivar nú um dagarnar, at hann
heldur fólk fara illa við stand
myndini av Nólsoyar Pálli, sum
stendur í Vágsbotni í Havn.
– Á Facebook hava nøkur fólk
– millum annað nakrir útisetar – í
seinastuni háðað og spottað vøkru
standmyndina av sjógarpanum og
undangongumanninum Nólsoyar
Pálli, sum stendur í Vágsbotni,
skrivar Vagnur Michelsen.
– Fólkini á Facebook sam
meta standmyndina av
Nólsoyar Pálli við standmynd
av onkrum donskum »shufti«.
Hetta er beinleiðis vánaligt.
Vagnur Michelsen trívur í
søguna um Nólsoyar Páll, sum
hann heldur var ein, ið slóðaði fyri.
– Eingin ivi er um, at Nólsoyar
Páll var undangongumaður, og tað
er júst slíkar persónar lítil tjóð sum
Føroyar hava brúk fyri. Tað lystir
meg at vita, hví persónar brúka
orku og tíð at háða og spotta
Nólsoyar Páll og standmyndina
í Vágsbotni. Og serliga útisetar,
sum sita uttanlands við telduna og
senda »negativar« pílar í hjartað á
okkara samfelag. Teir máttu havt
annað at tikið sær til, og okkurt
má níva djúpt í sálargreinunum
hjá slíkum persónum, skrivar
Vagnur Michelsen á heima
síðuni Hvannrok.fo
myndir: roland thomsen
UMMÆLI