hósdagur 14. november 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 132 · 15. november 2013
10
VIKUSKIFTI
ferðing
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Navnið Airbnb ljóðar kanska eitt sindur
løgið, men stavar frá stovnarunum
Brian Chesky, Joe Gebbia og Nathan
Blecharczyk, ið leigaðu luftmadrassir
út, tá ið øll hotell vóru full í heimbýnum
San Francisco.
Hetta var í 2008, og hugskotið til
eina heimasíðu, ið savnaði bústaðir úr
øllum heiminum, var føtt.
Í fjør, góð fýra ár seinni, vóru
gestirnir 3 milliónir í tali, og tilsamans
svóvu tey 12 milliónir nætur.
Nakrar av hesum nætrunum stendur
Gunnvá Zachariasen fyri. Hon fann
Airbnb av tilvild. Hon hevði áður roynt
at leiga út gjøgnum Kunningarstovuna,
men tað eydnaðist kki. Tá hon gjørdi sær
eina vangamynd inni á Airbnb, tók tað
ikki langa tíð, fyrrenn fyrispurningar
byrjaðu at koma frá fólki.
– Í summar havi eg haft einar 6-7
gestir, hóast at eg havi sagt nei til fleiri,
tí eg mátti verða sjálv í húsinum til
tíðir, greiðir Gunnvá frá.
Nærri samfelagnum
Hon rósar skipanini við Airbnb, hóast
hon hevur haft eitt sindur av tekniskum
trupulleikum.
Tað, sum nógv halda er tað mest
jaliga við at búgva soleiðis, er, at tey
koma nærri samfelagnum og fólkinum
í landinum, tey ferðast í. Tey gera síni
matkeyp í somu handlum sum tey, ið
búgva har á leið, finna strendur, har
ongi onnur ferðafólk eru og fáa nýggjar
vinir.
– Mínir gestir komu úr øllum Evropa
og Russlandi. Tey hava latið væl at,
og eg havi enntá fingið postkort frá
onkrum seinni, sigur Gunnvá.
Í Føroyum eru higartil 12 vanga
myndir, sum bjóða seg fram inni á
Airbnb. Fleiri hava haft nógvar gestir
og fáa góð ummæli.
– Hugskotið er genialt, tá tað riggar,
og eg kundi væl ímyndað mær at búð
soleiðis, tá eg sjálv fari at ferðast, sigur
hon.
Danmark er eitt av teimum londum,
ið hevur flest útleigarar samanborið við
fólkatalið. Umleið 6.000 hús, íbúðir og
kømur eru til leigu frá privatum per
sónum. Tað er størsta talið í Norður
londum.
Trygdin týdningarmikil
Trygdin er sera týdningarmikil fyri
Airbnb, og tí vilja tey, at bæði gestir og
útleigarar skriva ummæli um, hvussu
tey hava havt tað, og hvussu tey eru at
hava sum gestir.
Ein trygging ger eisini, at tey, sum
leigað út, kunnu fáa endurgjald, um
tey eru óheppin og fáa gestir, sum ikki
skikka sær væl.
Airbnb ljóðar kanska sum eitt rættu
liga einfalt hugskot, men nógv vilja
verða við, at orsøkin til, hví tey hava
eydnast so væl, er, at tey hava samvirkað
við teimum sosialu miðlunum. Tá ein
gerst limur á Airbnb kann ein rita inn
við síni Facebook ella Twitter konto. Á
tann hátt er tað lættari at síggja, hvørji
fólk ein skal leigað frá ella leigað út
til. Tað kennist tryggari. Útleigarin og
leigarin skulu eisini samskifta, áðrenn
tey hittast í veruleikanum.
Bíligt fyri familjur
Sjálvandi ger prísurin eisini sítt – fyri
eina familju er tað oftani nógv bíligari
at leiga eini heil hús enn at búgva á
hotelli. Airbnb tekur 3 prosent av prís
inium hjá útleigarinum og 6-12 prosent
frá gestinum.
Ein starvsfelagi, ið hevur búð á
Airbnb í Fraklandi, Andorra og Spania
í summar, og hevur 4 børn greiður frá,
at hann roknaði út, at hann hevði fingið
tvey vánalig kømur á einum vallara
heimi uttan fyri San Sebastian í Spania
fyri sama prís, sum hann fekk eina
ljósa, stóra íbúð mitt í býnum.
Men sjálvandi er tað einfaldari at
skriva seg inn á eitt hotell enn at búgva
gjøgnum Airbnb – tað krevur eitt
sindur av egnum áhuga og samskifti
fyri at fáa gott úrslit.
Er ein til reiðar at gera tað, eru
nýggjar upplivingar at heinta, og nógv
ur peningur at spara, tá ið tú fert at
ferðast.
snildi hátturin
at ferðast
Næstu ferð, tú fert uttanlands, kanst tú hugsa um, at tað er blivið
lættari enn nakrantíð áður at leiga eini hús, eina íbúð ella bara eitt
kamar kring heimin. Heimasíðan Airbnb hevur samlað fleiri enn eina
hálva millión av bústaðum í 192 londum – eitt av teimum er Føroyar
Airbnb
myndir: Gunnvá Zachariasen
Gunnvá Zachariasen leigar síni hús í Kvívík út gjøgnum Airbnb