hósdagur 14. november 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 132 · 15. november 2013
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Útróðrardagur í 1934 kundi
verðið ein vanlukkudagur
Vit hava fyrr í ár havt 10 partar við frásøgn hjá Torleif Bech í Porkeri. Vit koma
í heyst at hava fýra partar afturat. Fyrst greiðir Torleif frá útróðrardegi í
desember 1934, sum kundi endað sum ein vanlukka, men sum kortini spældi væl av
H
esin útróðrardagur var mána
dagin 3. desember 1934. Alt
bendi á, at hetta skuldi blíva
ein góður útróðrardagur.
Veðrið var av tí besta, streym
urin var góður, so tað fór hvør fjøl á flot
sum flóta kundi. Tað vóru einir 15-17 bátar,
fullmannaðir við úti við 100 monnum, sum
fóru út tíðliga henda morgunin. Streymurin
var soleiðis, at tað mátti farast tíðliga á
morgni. Tá tað leið nakað út á dagin, vísti
tað seg sum at ein kollur av mjørka setti niður
á Lítlu Dímun. Hetta merkir, at vindur kann
væntast heilt skjótt. Tá tað leið út á dagin,
bleiv eisini vindur av landnyrðingi, so tað
forsló. Hann kom niður á sjógvin sum ein
hvirla, og tað bleiv stormur beinanvegin og
kavarok.
Summir av bátunum, sum vóru úti henda
dagin, vóru inni á grunninum, meðan aðrir
vóru uttarlaga vestanfyri, so tað var tungt hjá
teimum at taka seg eystur yvir. Tá teir vóru
vestanfyri Flesjarnar, sigldu teir seg gjarna
eysturum, áðrenn teir løgdu norðuryvir.
Tað var so nógvur vindur, at tað vóru
nógvir av bátunum, sum komu í trupulleikar.
Teir fingu skvampar, og tað hevði við sær,
at svinghjólini fóru at oysa. Hetta hevði ta
avleiðing, at magnetið í bensinmotorinum
gjørdist vátt, og tá steðgar motorurin. Tá
mátti magnetið turkast fyri at fáa motorin
í gongd aftur, men hetta var ikki lætt undir
slíkum umstøðum hjá opnum bátum. Hetta
var so ikki trupulleiki hjá deksbátunum. Opnu
bátarnir fingu so hjálp frá teimum, sum sleip
aðu teir til lands.
Ein av hesum deksbátum kom til lands við
trimum opnum bátum uppá sleip. Uttan hjálp
frá deksbátinum hevði illa staðið til hjá hes
um bátum. Soleiðis komu fleiri ein og ein til
lands, sum tað leið út á kvøldið.
Opnu bátarnir høvdu einki ljós, summir
høvdu ikki annað enn eina lummalykt, so tað
bøtti ikki um støðuna. Vindurin var nógvur,
og tað rak hart. Bátarnir blivu tískil seinir
til lands. Tað kundi ikki siglast við vanligari
ferð, og ofta mátti haldast av fyri skvampar
og slekka av, tá ið sjógvurin var ringastur.
So tað var eitt Guds undur, at eingin bátur
bleiv burtur. Hóast opnu bátarnir ikki kundu
brúka motorarnar, vóru teir kortini væl út
gjørdir við árum, og menninir vóru so nógvir,
at teir vóru førir fyri at halda bátin upp í
vindin. Teir kundu á hendan hátt liggja trygg
ari til bjargingin kom.
Seinasta patrónin var bjargingin
Sum kvøldið leið, vóru næstan allir bátarnir
komnir aftur í øllum góðum. Men seint
á kvøldið, tá manglaði ein bátur. Tað var
Dalfoss sum Gjørðamenn áttu.
Kristian Djurhuus var ein teirra, sum var
við. Teir høvdu fingið maskinskaða, so tað sá
ikki so gott út. Teir royndu at blussa, men teir
vóru so eystarlaga, at hinir bátarnir sóu teir ikki.
Teir sóu tann síðsta deksbátin fara norður um.
Teirra vón var burtur, tí alt sum teir høvdu havt
at blussa við var brúkt, sum skjúrtur og tað, sum
teir kundu vera fyriuttan av klæðum.
Teir høvdu eisini byrsu við í bátinum og
høvdu nýtt øll tey skot, sum teir høvdu at gera
vart við seg. So teir flutu har uttan vón um
at koma burtur úr hesi støðu. Men so sigur
Kristian Djurhuus: »Eg eigi eina patrón, eg
havi goymt hana í vestalummanum«. Beint tá
sóu teir hekkuljósið á tí síðsta deksbátinum,
Jarnbardi, sum var á veg til lands. So teir av
ráddu at skjóta hetta skotið, meðan teir enn
sóu hekkuljósið á bátinum.
So heppið var tað, at ein maður á Jarnbardi
var farin aftur um stýrhúsið at kasta sær av
vatninum. Hann sær hetta skotið, sum gevur
eina rípu av eldi frá sær. Tí sást eisini, úr
hvørji ætt skotið kom. Teir vendu so aftur,
og tá komu teir fram á Dalfoss, sum fleyt
har hjálparleysur.
Tað var so heppið, at tað gjørdist ikki
meira vindur, so teir komu til lands í øllum
góðum.
Hvessingur
Hvessingur varð eisini sleipaður. Dánjal
bóndi var formaður á tí bátinum. Hann sigur,
tá ið teir sóu, hvussu veðrið háttaði sær, at
teir máttu sleppa sær heim sum skjótast. Teir
høvdu jú langan veg bara inn til Flesjarnar.
Tað var tað góða við at koma til Flesjarnar,
at har vóru fleiri bátar, og um nakað hendi,
var eisini lættari at fáa hjálp.
Tað vóru eisini bátar úr Vági í somu
støðu. Eg minnist ein, sum kallaðist Palli hjá
Marini, sum var slektaður úr Víkarbyrgi og
sum búði úti á Marknoyri, kona hansara var
úr Porkeri.
Hann hevði verið á borði hjá Hvessingi og
biðið um bensin, sum hann var komin í uppi
setur við. Veðrið var so gott tá, so hann var
farin so langt suður. Tað plagdi hann annars
ikki at fara. Hann mátti eisini sleipast til lands
av onkrum av hesum deksbátunum. Komin
heim ringdi hann til Porkeris at vita, um
Hvessingur var komin til lands. Palli segði,
at »um Hvessingur verður burtur, so er tað
mín skuld, tí eg fór við reservabensininum
hjá teimum«.
Men soleiðis vóru hesir menninir, manglaði
nakað so varð skift ímillum.
Tað koma ikki aðrir bátar!
Tann fyrsti báturin, sum kom at landi, varð
róptur Selnes. Við har var ein gamal maður,
Hans Jakku Bech, kallaður Hans í Skálanum.
Hann átti eina dóttir, sum var gift oman á
Klova við Mikkjal hjá Magnussi.
Øll fólk á landi vóru drigin inn í hetta, tí
øll áttu onkran á sjónum henda dagin.
Dóttir Hans Jacob fór so eisini oman á
bryggjuna, tá ið Selnes legði at. Hon spurdi so,
um teir høvdu sæð Tjaldrið. Hetta var báturin,
sum maður hennara var við. Teir vóru tríggir
brøður, pápi og ein svágur við hesum bátinum.
So her man hava staðið nógv á eisini. Tjaldrið
fekk navnið »Myllufossur«.
Pápin bað hana fara til hús aftur, tí tað
kom eingin bátur inn aftaná teir. Hetta vóru
ikki hugalig boð at fáa frá pápa sínum.
Pápi mín var eisini við einum báti saman
við systkinabørnum, so øll vóru bangin. Inni
hjá okkum høvdu vit dupultar hurðar í gong
ini, vit kallaðu tað úthurð og innhurð. Eg
minnist Sunnuva í Eystrum. Hon var omma
at trimum av teimum, sum vóru við Selnes,
fyrsta bátinum, sum kom at landi. Mikkjal,
maður hennara var eisini við. Hon var altíð so
Torleif Bech 11. partur
Nólsoyar Páll kom inn
við trimum opnum bátum
Bátar við bryggju í
Porkeri undir krígnum