hósdagur 14. november 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 132 · 15. november 2013
15
VIKUSKIFTI
Bragdið hjá
Mikkjal á Høvda
algoyst, tá ið tað var nakað. Hon kom inn til
okkum og bresti hurðarnar upp at siga, hvussu
vorðið var. Mamma fór út við henni oman
til Geilar, og har komu allar hinar konurnar
eisini. Eg minnist, at ein hvirla kom og hon
breyt vindeygað inni í stovuni. Hvirlurnar av
landnyrðingi vóru so ógvusligar í Porkeri og
hetta kundi bara undirstrikað fyri bygdafólk
inum, hvussu álvarsom støðan var. So her var
støðan ring við sorg og gráti.
Teir flestu bátarnir vóru 10 mannafør og
við teimum vóru sjey menn. Hesir bátar vóru
so lágir, men seinni varð eitt borð sett omaná
teir. Undir krígnum fingu teir nógvan fisk. Og
høvdu teir 40 sentnarar, 4.000 pund, vóru teir
so tungir, at tað var ikki meira enn teir flutu.
At seta eitt borð omaná hjálpti væl.
Soleiðis endaði hesin dagur í øllum góðum.
Hetta var sjálvsagt ein sera stórur lætti hjá
øllum, sum av ringum royndum óttaðust tað
ringasta. Erling Poulsen hevur eisini greitt
meira nágreiniliga frá hesum degi í bókini
Bjargingarbrøgd 1.
Myndirnar til hesa grein eru úr hesi bók.
Føroyatíðindi, lokalblaðið í Suðuroy, um
talar eisini hendan útróðrardagin í blaðnum 8.
desember 1934. Her verður sagt, at illa hevði
verið vorðið, um ikki teir stóru motorbátarnir
høvdu verið nærindis. Her verður eisini
sagt, at eitt fýramannafar úr Vági setti upp
í Sumba.
Blaðið spyr eisini, um tað ikki hevði verið
uppá sítt pláss at fara at hugsa um at fáa í
lag eitt tryggingarfelag, fyri »installeringar«,
opnar bátar. Blaðið metir, at tað eru einir 1.000
slíkir bátar.
Nógv óhapp eru eisini hend við opnum
bátum. Í sama blaði verður eisini nevnt eitt
dømi um ein bát úr Hovi. Sum teir eru á
veg til lands hoyra teir eitt brak og síggja,
at onnur síðan á bátinum er skrædnað aftur
móti motorinum, og sjógvurin fossar inn. Her
kundi endað galið um ikki ein annar bátur –
H.J. Poulsen í Øravíkarlíð – var nærindis og
fekk bjargað monnunum. Tað eru nógv dømi
um, at tað ikki gekk so væl.
Árið 1934 gjørdist annars eitt óeydnisár
hjá føroyskum fiskimonnum. Sluppirnar
Neptun úr Vestmanna og Nólsoy úr Havn
hvurvu við 43 monnum.
Komandi partur:
Í komandi parti fer Torleif
við Norðfarinum og nýggja
trolaranum Vágbingi
Tann 29 november fylti Mikkel Poulsen,
Porkeri, 80 ár. Mikkjal á Høvda, sum hann
vanliga verður nevndur (eftir búpláss
inum), hevur allar tíðir verið av raskastu
monnum, ja ein hendingaseggur, bæði á
sjógvi og landi.
Bátamaður var Mikkjal av teimum
bestu, hann var t.d. í Íslandi í fleiri ár og
róði út og var millum teir raskastu. Hann
byrjaði sum heilt ungur at rógva út. Tað er
um eitt bjargingarbragd Mikkjals eg vildi
sagt frá:
Tað var ein morgin í 1880-unum.
Veðrið var av tí allarbesta og bátar fóru
til útróðrar. Olaus Poulsen, fyrrverandi
skipari á Smirli, bróður Mikkjals, var henda
morgunin farin sjálvur triði til útróðrar.
Best sum teir sita úti á Porkerisnesi brenn
ur hann á við stormi av útnyrðingi. Har
var einki meira at gera enn at draga inn
og fara til árar. Vindurin vaks meira og
meir, men tað kvinkaði tó fram. Meðan
teir soleiðis slitu fyri lívinum, bróta teir
eina ár og ikki vóru meira enn fýra árar
tilsamans, tá vóru teir nær landinum. Nú
var einki at gera. Við trimum árum var ikki
hugsandi at rógva, og drivu teir tí niður
móti Porkerisboðunum, og eingin ivaðist
um endan.
Meðan hetta gongur fyri seg kemur
ein tríbekkur rógvandi framvið (í somu
tíð var øll Porkeris bygd komin at hyggja
at hesum sorgarleiki, og tá teir sóu, hvussu
standurin var, róðu teir tí upp undir land,
hvar Mikkjal og ein annar maður vóru
línaðir niður til teirra, og lupu teir inn í
tríbekkin. So bleiv lagt frá aftur út móti
teimum neyðstaddu. Í meðan royndu teir
at halda bátinum upp ímóti, men ikki
hjálpti, teir vóru útlúgvaðir, og komu teir
sostatt nærri og nærri boðanum, og sá tað
vónleyst út, at teir kundi bjargast.
Men tá gjørdi Mikkjal tað bragd, sum
seint vil vera gloymt, tríbekkurin kemur
nú móti teimum, og leypur Mikkjal til alt í
einum, og tað eydnast. Hann kemur í bátin
til bróðurin og hinar, sum ikki vistu hvat
tað var. Komin í bátin roynir Mikkjal at
fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum
eydnaðist í síðstu stund. Róð bleiv síðani
móti landi, hvar menn stóðu klárir at taka
móti bátinum, lagt varð so at landi, og tað
eydnaðist at bjarga øllum úr tí stóra vanda,
teir høvdu verið í. Meðan bjargingin stóð
uppá, merkti Mikkjal seg mest burtur úr
við sínum dirvi og treystleika, sum varð
haft á orði langt aftaná henda tilburð.
Mikkjal hevði sum omanfyri sagt, sett
lívið í vanda fyri at bjarga bróðurinum
og hinum báðum monnunum.
Tað var í sama ódnarveðrinum, at
Johan á Sondum lá úti alla náttina undir
Nýpuni.
Tey seinastu árini hevur Mikkjal verið
heilsuveikur, sum ikki er at undrast yvir
aftaná ein langan og strævnan arbeiðsdag,
sum nú er farin aftur um bak. Hann lá fyri
nøkrum árum síðani at doyggja, men hann
kom fyri seg aftur, tó hann er ússaligur.
Mikkjal á Høvdanum er fryntligur at
koma á tal við. Hann er í orðsins týdningi
eitt gott og vinsælt menniskja, sum øll bert
vita gott um at siga.
Á 80 ára degnum minnast vinir og
kenningar tygum og ynskja tygum enn
mong góð ellisár.
Tað hevur ofta staðið á við opnum bátum. Sum dømi
um hetta kann endurgevast henda grein, sum stóð í
Dimmalætting í 1941, undirskrivað ein vinmaður
Jarnbardur sleipaði Dalfoss
Bátar í Porkeri seinni í tíðini
Petur Larsen, Piddi í
Gjørðum, var við Dalfossi
Alfred Magnussen var við
Tjaldrinum. Hann doyði
fyrr í ár 96 ára gamal