Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. november 2013 · Nr. 133 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Nevndarformaðurin í Atlants­flog hevur ongan fing­ur at seta á arbeiðið hjá Magna Arge. - Nei, hann hevur gjørt eitt kanón arbeiði sum stjóri fyri felagið, sigur Niels Morten­sen. Kortini er Magni Arge nú fyrrverandi. Vrakaður til fyri­muns fyri 52 ára gamla Jørg­en Holme. - Vit hava tørv á at fáa frísk eygu at leiða felagið. Vit ynskja broytingar í felag­ ið. Felagið er komið har­til, at vit skulu leggja eina nýgg­ja strategi, sigur Niels Morten­ sen. Tað knípur tó við at fáa nevnd­ar­formannin at út­ greina, hvat tað merkir. Tí nýggi stjórin skal vera við til at orða hesa nýggju strategi. Gongdin Niels Mortensen trívur í gongd­ina í felagnum síðstu árini. - Vit eru komin hartil, at vit hava fingið trý Airbus flog­før. Okkurt hevur gingið væl, meðan okkurt hevur gingið minni væl, sigur Niels Morten­sen. Spurdur, hvat hevur ging­ ið minni væl, svarar nevnd­ ar­formaðurin: - Egyptaland gekk ikki so væl. Vit skuldu flúgva nið­ur har, men tað bleiv ikki nøk­ur succes, sigur Niels Morten­sen. Atlantsflog hevur av­ talu við Atlantis Rejser um charterflúgving til Egypta­ lands. Nevnd­ar­formaðurin í føroyska flogfelagnum má tó ásanna, at ófriðurin í Egypta­landi, sum ávirkar hesa flúgving, neyvan kann saman­tvinnast við nú fyrr­ verndi stjóran. - Nei, tað sigi eg ikki. Eg sigi bara, at hetta er eitt av teim­um tingunum, sum ikki hevur gingið so væl, sigur Niels Mortensen. Stevið Magni Arge, stjóri fyri Atlants­flog, staðfesti beint eftir uppsøgnina, at stevið mill­um seg og nevndina var ikki tað besta. Niels Morten­ sen vil tó ikki kennast við hesa útsøgn. - Eg havi ikki nakað at fílast á í somáta. Magni Arge hev­ur gjørt eitt megnar ar­ beiði fyri felagið, svarar Niels Mortensen. Nevndarformaðurin skund­ar sær tó at leggja aftur­at, at nú verður hugt fram­eft­ir. - Vit vilja hava nýggj fólk, sum skulu leggja eina nýggja stra­tegi fyri felagið. Valið fall á Jørgen Holme, tí hann hev­ur eina solida bakgrund, sigur Niels Mortensen. Atlantsflog skal hava nýggja strategi Nevndin ynskir ein nýggjan stjóra, sum kann seta út í kortið eina nýggja strategi fyri Atlantsflog, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður Jón Brian Hvidtfeldt Johan Dahl varð kunnaður um stjóraskiftið, beint áðrenn tíðindaskrivið varð sent út leygarkvøldið. Tað var avgerðin hjá Johan Dahl at seta Niels Mortensen til nevndarformann í Atlantsflog á aðal­fundi­ num 8. mars. Sum lands­ stýris­maður í vinnumálum um­boðar Johan Dahl tveir triðingar av eigara­skara­ num í føroyska flog­felag­ num. Hann eigur tí síðsta orðið, tá nevndin skal mannast. Johan Dahl váttar, at endamálið við at seta Niels Morten­sen til nevnd­ar­ for­mann í Atlants­flog á aðal­fundinum seinast var at fyrireika eina nýggja strategi fyri felagið. - Eg valdi Niels Morten­ sen, tí eg meti hann vera rætta persónin at føra felag­ið víðari. Tá bleiv tosað um framtíðina og um eina nýggja strategi fyri felagið. Tí sjálvandi vil eg sum høvuðs­partaeigari hava, at fela­g­ið mennist, sigur Johan Dahl. Landsstýrismaðurin í vinnu­málu­m vísir tó aftur, at stjóraskiftið var partur av tosinum um nýggja strategi, tá Niels Mortensen setti seg í nevndarformanssessin. Tann avgerðin varð tik­ in átta mánaðir seinni. Magni Arge varð skiftur út við danan Jørgen Holme, sum beinanvegin setir seg í stjóra­stólin. Sambært Johan Dahl fekk hann boðini, beint áðr­ enn tíðindaskrivið varð sent út, seint í gjárkvøldi. - Ja, eg fekk eina stutta kunn­ing í telefonini beint áðr­enn, sigur Johan Dahl. Landsstýrismaðurin sig­ ur seg tó einki hava fingið at vita, annað enn tað, ið al­menn­ing­urin fekk at vita lítla løtu seinni. Men boðini komu, sambært lands­stýris­ mannin­um sjálvum, eitt sindur óvart á: - Ja, tað kom eitt sindur óvart á meg, at tað hendi júst nú, sigur Johan Dahl. Strategiin Grundgevingin fyri stjóra­ skifti­num er, at nevndin ynsk­ir eina nýggja strategi fyri felagið. - Vit hava tørv á at fáa frísk eygu at leiða felagið. Vit ynskja broytingar í felag­ið. Felagið er komið har­til, at vit skulu leggja eina nýggja strategi, sigur Niels Mortensen. Nevndarformaðurin hev­ur higartil ikki viljað út­ grei­n­að nærri, hvat liggur í nýggju strategiini. Hana skal nýggi stjórin, Jørgen Hol­me, vera við til at orða. Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg stuð­ la nevndini í síni avgerð. - Eg gangi út frá, at nevnd­in í Atlantsflog hevur gjørt sær nakrar tankar um ta strategi, sum man nú vil legg­ja fyri felagið saman við nýgg­ja stjóranum. Eg havi valt nevndina, og sjálvandi stuðli eg nevndini í hennara av­gerð, sigur Johan Dahl. Hóast hann við tveim­ um triðingum av parta­ brøvunum er nógv tann størs­ti partaeigarin í felag­ num, hevur Johan Dahl ikki fingið útgreinanð, hvat ligg­ ur í nýggju strategiini. - Nei, tað havi eg ikki. Men eg gangi út frá, at leiðsl­an hevur eina góða kunn­i­ng um hetta til parta­ eigar­arnar á næsta aðal­ fund­i, sigur Johan Dahl. Aðalfundurin í Atlantsflog er vanliga í mars mán­að. Johan Dahl stuðlar nevndini Eg taki avgerðina hjá nevndini til eftirtektar, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum stuðlar sínum nevndarformanni