Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 18. november 2013 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi havi altíð trúð upp á rætt­ læti sum eina fortreyt fyri at kunna brúkast í vinnu­ lívi­num. Setti ferð á søluna Tað var Finnbogi Arge sjálv­ur, sum í síni tíð sum lands­polit­ikari, setti í kortið at læk­ka avgjøldini á bilum her heima. Hetta henda mið­skeiðis í 1990-árunum, tá hann sum formaður í Løg­ting­ sins fíggjarnevnd tók stig til eitt lógaruppskot um at lækka avgjøldini á bilar munandi. Hetta varð sam­ tykt, og effektin var so stór, at samlaðu bilavgjøldini til lands­kassan eftir einum ári fóru úr seks milliónum krón­um upp í næstan 90 millión­ir krónur. - Nú skal eg ansa eftir ikki at kanna mær nakra æru av órøttum, og eg var held­ur ikki einsamallur um at smíða lógarverkið, men eg tori at siga, at av­ gjalds­lækkingin tá gjørdi, at vit fingu eina veruliga bila­sølu­vin­nu í Føroyum. Øll vinn­an varð lyft upp, og lunn­ar vórðu lagdir undir at men­na hana til tað, hon er í dag, sigur Finnbogi Arge og legg­ur afturat. - Áðrenn 1995 koyrdu vit runt í aggandi gomlum bil­um, og tað var lítil virðing rundan um hesa vinnuna. Bil­mekan­ikarar høvdu held­ur ikki stóra tign tá, og bæði teir og verkstøðini vóru skitin og tvitin. Alt hetta broyttist, tá avgjøldini vórðu lækkað, og ferð kom á sølu­na. Kreativitetur í lagi Eitt annað, sum eisini kom í hans­ara tíð í Løgtinginum, var mvg’ið. Mvg-lógin kom í 1992. At bilasølurnar eru eitt sindur kreativar, tá tær av­rokna ein handil, fyri at minka um mvg-skyldugu upp­hædd­ina, heldur Finn­ bogi Arge tó onki skeivt vera í. - Tvørturímóti. Einhvør vinnu­rekandi hevur skyldu at fáa sum mest burtur úr, so tað er alt í lagi, at flyta eitt sindur upp á tølini, um tað gevur eitt betri úrs­lit. Treytin er sjálvsagt, at tað verð­ur gjørt innan lógar­ inn­ar karmar og í avtalu við keyparan. Tað er góður keypmansskapur at gera eina handils­av­talu, sum er best møgu­lig fyri báðar partar, sigur hann. Men sjálv­ur held­ur Finn­bogi Ar­ge ikki, at hann dug­di spælið ser­liga væl, tó at hann í 2000 segði lan­ds­stý­ris­ses­sin frá sær fyri betri at kunna taka sær av famil­ju­fyri­tøku­ni. - Eg hevði mín part av marknaðinum, nøgd við­ skiftafólk og nøgd starvs­ fólk. Men tá eg hugdi at øðr­um stórum bilasølum, so mátti eg bara staðfesta, at eg ikki fekk eitt nøktandi av­kast, og í 2005 tímdi eg ein­falt ikki meira, greiðir Finn­bogi Arge frá. Tey mest seldu bilasløgini í Føroyum higartil í ár: Citroën.................................................................248 Toyota..................................................................231 Ford......................................................................137 Kia........................................................................123 Nissan..................................................................111 Peugot....................................................................74 Mercedes-Benz......................................................61 Volvo.......................................................................61 Opel.........................................................................55 Variant (viðfestivognur).......................................53 Tey mest seldu bilasløgini í Føroyum í 2012: Citroën.................................................................225 Toyota..................................................................214 Ford......................................................................117 Kia........................................................................109 Peugot.................................................................100 VW...........................................................................70 Nissan.....................................................................67 Mercedes-Benz......................................................62 Volvo.......................................................................57 Mitsubishi...............................................................41 (kelda: Akstovan) Ingolf S. Olsen - Tað vildi veri náttúrligt, at vit væntaðu okkum mvg-inn­ tøku í samsvar við tann prís, ein nýggjur bilur stendur til at kosta. So er tó verri enn so al­tíð, tí ofta endar bilurin við at verða seldur fyri ein heilt ann­an prís. Men tað sær út til at vera sera trupult hjá okk­um at leggja okkum út í slíkar handlar við verandi lóg­gávu. Tað sigur Eyðun Joensen, deild­ar­leiðari á mvg-deildini hjá Taks, um mvg-snildina, ið er vanlig innan bilasølu. Fyri keyparin er tað bert áhuga­vert, hvussu nógv hann skal gjalda ímillum, tá hann keypir nýggjan bil og letur sín gamla inn í staðin. Tað munnu vera tey fægstu, ið leggja nak­að í, um bilseljarin ger nakrar bókhaldstekniskar just­er­ ingar av prísunum, bara tað ikki broytir upp á millum­ rokn­ing­ina – hvussu nógv gjald­ast skal afturat fyri at fáa nýggja bilin. Kreativ prístillaging Men kreativ prístillaging fyri at spara mvg er púra vanlig í bila­sølu. Snildin er at skrúva prísir­nar niður á báðum bilu­ num, tá brúktur bilur verð­ur latin inn og nýggjur keypt­ur í staðin. Tí bilsølan rind­ar bert sølu-mvg av nýggjum bilum, og tí loysir tað seg, at selja nýggja bilin bíligari og samstundis lata til­svar­andi minni í býti fyri gamla bilin. Ein partur av vinn­ing­in­um verður sostatt fluttur frá mvg-skylduga nýggja bili­ num til mvg-fría brúkta bilin. Dømi: Tú keypir ein nýggjan bil fyri ein listaprís á 300.000 krónur við mvg. Bilasølan bjóðar tær 140.000 krónur fyri tín gamla bil. Tú skalt sostatt gjalda 160.000 krónur ímillum. Men tá tit seta tykkum at avgreiða sølupappírini, spyr bilseljarin, um tú hevur nak­að ímóti, at hann heldur sel­ur tær nýggja bilin fyri 260.000 krónur við mvg, og tú hinvegin bert fært 100.000 krón­ur fyri tín gamla bil. Tú sigur ja, tí hetta broytir ikki millumrokningina, sum eisini er 160.000 krónur við teimu­m nýggju tølunum. Men bilasølan sparir 8000 krónur í mvg. Mvg’ið er nevni­liga 60.000 krónur, um nýggi bilurin verður seldur fyri 300.000 krónur við mvg, með­an mvg’ið bara er 52.000 krón­ur, um søluprísurin er 260.000 krónur við mvg. Onki at gera við Taks kennir væl hesa snild­ ina, og Eyðun Joensen, deild­ ar­leiðari á mvg-deildini hjá Taks, sigur, at júst hesin spurningurin hevur verið nógv umrøddur innanhýsis á deild­ini. - Sjálvur haldi eg hetta vera ein trupulleika, men løg­ liga er tað sera ringt at gera nakað við tað, um bilasølan ger hasa umrokningina í sam­ráð við kundan. Tað er jú loyvt at geva avsláttur og handla seg fram til ein prís á ein­um fríum marknað, stað­ festi­r hann. Taks hevur ikki roknað upp á, hvussu nógv landið miss­ir í mvg-inntøkum av krea­t­ivu prístillagingini hjá bila­sølu­num í mun til, um nýg­gju bilarnir altíð vórðu seld­ir fyri tann prísin, ið stend­ur á skeltunum, ið van­ liga hanga og darla í bakk­ speglu­num. Mvg-snildir ringar at steðga Bilasølurnar kunnu spara fitt av mvg’num við at skrúva prísirnar niður á bæði býtisbili og nýggja bilinum. Tá verður vinningurin fluttur frá mvg- skylduga nýggja bilinum til brúkta bilin, sum kann seljast aftur uttan mvg Eyðun Joensen, deildarleiðari á mvg-deildini hjá Taks, er ikki fegin um kreativu prís-tillagingina, sum nógvar bilasølur brúka fyri at spara mvg. Men sum lógin er nú, er onki at gera, staðfestir hann Fakta: Finnbogi Arge, 58 ár, keypti Auto Service frá pápa sínum Meinhard Arge í 1985. Meinhard Arge hevði stovnað fyritøkuna saman við systkjum sínum í 1964, og seinni keypti hann systkini út. Í 1993 fór Auto Service av knóranum sum so mangt annað í stóru kreppuni tá, men Finnbogi Arge helt tó fram í vinnuni í nýggjum felag, p/f Meinhard Arge, sum Reyni Service keypti frá honum í 2005. Fyritøkan fekk tá aftur navnið á upprunafyritøkuni, Auto Service. Síðani hevur Finnbogi Arge mest fingist við keyp og sølu av fastogn, og hann er eisini formaður í Havnar Bóltfelag. Hann varð valdur í Løgtingið í 1990 fyri Sambandsflokkin og aftur í 1994. Í 1995 fór hann úr Sambandsflokkinum og var uttanflokkatingmaður, til hann í 1998 fór upp í Fólkaflokkin. Finnbogi var formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum árini 1995-1996. Á valinum í 1998 gjørdist hann ov stuttur, men var sum triðvaldur í Suðurstreymi fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkinum í valdøminum. Finnbogi Arge varð útnevndur til landsstýrismann í vinnumálum í 1998 í fyrstu fullveldissamgonguni hjá Anfinni Kallsberg. Í 2000 fór hann frá sum landsstýrismaður og í Løgtingið fyri Bjarna Djurholm, ið tók yvir landsstýrissessin í Vinnumálaráðnum. Hann sat í Løgtinginum til 2002.