mánadagur 18. november 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2013 · Nr. 133
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Bilasøluvinnan er trupul
at fáast við í Føroyum. Hon
sveiggjar, dalarnir eru djúpir
og langt er millum tindarnar.
Tí eru longstu áramálini
merkt av áhaldandi stríði
móti reyðu tølunum, meðan
tað samstundis alla tíðina er
neyðugt at vera til reiðar og
topptrimmaður at taka tað
mista inn aftur í teim góðu
árunum.
Tað heldur Finnbogi Arge,
ið er at kalla uppvaksin í
bilasøluvinnuni, men kort
ini heldur hann ikki, at
brúk er fyri at broyta lógir
og avgjøld fyri at lætta um
hjá bilasølunum, ella fyri
at gera henda marknaðin
meira gjøgnumskygdan fyri
kundarnar.
Ov grammar bilasølur
- Tað er onki galið við teim
um løgligu fortreytunum,
og marknaðurin hevur eisi
ni tillagað seg, so tað nú
eru einar 7-8 bilasølur móti
okkurt um 15 fyri eini 20
árum síðani. Bilasøla er ein
hørð vinna, serliga í Før
oyum, tí vit eru so fá og fjar
skotin. Men um til dømis
teir brúktu bilarnir eru ein
trupulleiki, tí teir hópa seg
upp á bilasølunum, so er tað
tí, at grammleikin at selja
nýggjar bilar er ov stórur.
Um útboðið er náttúrligt
uttan hesar ógvusligu prís
kampanjurnar,
har
tað
bara snýr seg um at oysa
so nógvar nýggjar bilar út
í umferð sum gjørligt, so
verður sølan meira jøvn, og
tá er ongin trupulleiki við
brúktum bilum, sigur hann.
- Eg skilji tó væl, at bila
sølurnar eru grammar at
selja nýggjar bilar, tí við tí
søluni fylgir altíð ein eftir
marknaður við eftirliti, um
vælingum og eykalutum.
Leverandørarnir uttanlands
trýsta eisini á, tí eisini teir
eru áhugaðir í at selja fleiri
nýggjar bilar fyri at trygg
ja sær marknaðarpart, og
teir hugsa eisini um eftir
marknaðin. Men tað nyttar
tó onki at royna neyðtaka
marknaðin og tvinga fólk at
keypa eitt produkt, áðrenn
tey hava brúk fyri tí. Tað
kann bara geva trupulleikar
í seinna enda, sigur Finnbogi
Arge.
Og um gjøgnumskygnið
ella
vantandi
gjøgnum
skygnið sigur fyrrverandi
bilseljarin:
- Soleiðis er bilasøla, og
soleiðis skal hon verða. Fáar
vinnur kunnu samanberast
við hana, tí rættiliga ofta er
ein bilur í býti við í myndini.
Men prísurin, tað sum skal
gjaldast ímillum, vil altíð
verða ein avtaluspurningur.
Summi duga væl at tingast
og kunnu gera kvetti, meðan
onnur ikki duga so væl. So
leiðis eru spælireglurnar, og
soleiðis skulu tær vera. Men
tað skal fara rætt fram – eg
Bilamark
naðurin skal
sjálvur til
laga seg
Grammleiki er størsta hóttanin á
føroyska bilmarknaðinum, og ongin
orsøk er at broyta lógir ella avgjøld
at lætta um søluna av brúktum
bilum. Tað heldur Finnbogi Arge,
ið er uppvaksin í bilasøluvinnuni
Tað er í lagi at vera snildur fyri at
minka um avgjøldini, so sum mest
fæst burtur úr bilahandlunum, heldur
Finnbogi Arge. – Men eg dugdi ikki nóg
væl sjálvur at skrúva vinningin upp.
Í 2001 hevði eg eitt miðalavlop á 2400
krónur fyri hvønn seldan bil. Tað var
nógv minni enn hjá hinum. Eg dugdi
ikki nóg væl, og í 2005 tímdi eg ikki
meira, sigur hann sjálvásannandi