Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 18. november 2013 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi eru samdir skal kunna hyggja hann í eygu­ni, sigur hann. Eisini Sámal av Reyni legg­ur dent á tað reiðiliga. - Vit vilja vera so reell sum gjørligt, og munurin á til­boðu­num má ikki verða ov stórur, tí so vilja tey, ið fáa tey vánaligu tilboðini, kenna seg snýtt í mun til tey, sum gera kvetti, sigur hann. Kortini hevur tað stóran týdn­ing at tingast um prís og koma við tilboðum, held­ ur hann, og brúkar tað sum grund­geving fyri ikki bara framman­undan at rokna av­slátt­urin inn í listaprísin. - Vit lata 25.000 krónur í av­sláttri fyri nýggjar bilar í hasum prísflokkinum, tá ongin bilur verður latin í býti. Tað er mín fatan, at fólk fegin vilja merkja, at tey hava fingið ein avsláttur, sig­ur hann. Ymiskur mvg-politikkur Hóast sølupolitikkurin hjá Wenzel og Reyni Service lík­ist nógv, so eru teir eitt vet meira katólskir á Akra­ nes­gøtu í Vesturbýnum enn á Vegnum Langa í Hoyvík, tá tað snýr seg um at tillaga prís­ir­nar fyri at spara mvg. - Vit avrokna altíð við støði í listaprísinum, eisini tá bil­ur verður latin inn í býti, sig­ur Tróndur Sigurðsson av­gjørd­ur. So avgjørdur er Sámal av Reyni ikki. - Útgangsstøði er altíð lista­prísurin, tó kunnu tað vera viðurskifti sum gera tað neyðugt, at prísásetingin verð­ur broytt. Tað kann til døm­is vera, at eitt sølufólk hev­ur bjóðað ov nógv fyri ein brúktan býtisbil, og tá vísa royndir okkum, at brúk­ti bilurin verður trup­ lari at selja aftur. Kund­in er ikki verri stillaður, um prísásetingin verður broytt í slíkum førum, tí hann skal fram­vegis gjalda tað sama ímill­um. Tað skal tó sigast, at hetta er ein støða, sum vit royna at sleppa undan, og kunnu vit sjálvsagt ikki broy­ta prísásetingina ó­av­ mark­að, sigur hann. Mark fyri krea­ ti­vi­teti­num Men fleksibiliteturin hev­ur mørk. - Sølumenninir siga seg undrast, tá onkur knappliga kann bjóða 50.000 ella 60.000 krón­ur sum minstaprís fyri brúkt­ar bilar, sum tey ikki hava sæð, bara ein nýggjur verð­ur seldur afturfyri. Teir skilja ikki rættiliga, hvus­su tað kann hanga sam­an. Her loyvir mann eisini, at tað verður gjørdur mis­mun­ur á kundum, og sølu­menn­in­ ir meta, at ein slíkur prís­ politik­ur tapir í longdini, sig­ur Sámal av Reyni. Hjá Wenzel hava tey somu fatan. - Tað er greitt, at letur tú yvir­prís fyri brúktar bilar, sum síðani mugu seljast við tapi, so skal peningurin koma onkra aðrastaðni frá, og mítt besta boð er, at tað verð­ur lagt oman á prísin fyri teir nýggju bilarnar, sig­ ur Tróndur Sigurðsson. Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri hjá Brúkaraumboðnum, sigur, at tey ikki enn hava tikið støðu til nakrar ítøkiligar kanningar við støði í nýggju leiðreglunum um marknaðarføring av prísi. – Men vit fara sjálvsagt fyrst og fremst at hyggja at marknaðum, ið eru relevantir fyri brúkarar í breiðum høpi, og vit fylgja við í fjølmiðlunum og reagera upp á fráboðanir frá brúkarunum, sigur hon Fakta: Leiðreglurnar um marknaðarføring av prísi vórðu lagdar á heimasíðuna hjá Brúkaraumboðnum 7. august, og er endamálsorðingin soljóðandi: Endamálini við leiðreglum um marknaðarføring av prísi eru lutvíst at tryggja brúkarum ímóti villleiðandi marknaðarføring og lutvíst at tryggja vinnurekandi greiðar og eins spælireglur. Harafturat eru endamálini: • At brúkarin skjótt og einfalt kann meta um ymisku tilboðini; • At tryggja, at málsviðgerðin hjá Brúkaraumboðnum verður eins í eins førum; • At vegleiðingin verður hjálp hjá vinnurekandi til, hvussu marknaðarføringin kann leggjast til rættis í samsvari við lóg um marknaðarføring. Um prísútgangsstøðið siga leiðreglurnar soleiðis: Útgangsstøðið er, at prísir skulu vera rættir, greiðir og fullfíggjaðir. Fullfíggjaður prísur: Prísurin, ið verður upplýstur, tá vøra ella tænasta verða seld, skal altíð vera fullfíggjaður. Neyðugt skal ikki vera hjá brúkara at gera nakra útrokning fyri at finna endaliga prísin fyri eina vøru/tænastu. Allar leiðreglurnar kunnu lesast á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum www.bruk.fo, har leinki eisini er til millum annað marknaðarføringslógina. Tróndur Sigurðsson, bil­ seljari hjá p/f Wenzel, óttast, at tað kann fáa ógvus­ligar avleiðingar fyri alla bilasøluvinnuna, um myndugleikarnir ikki broy­ ta avgjaldspolitikkin, so tað fer at loysa seg at selja brúkt­ar bilar av landinum. - Allar bilasølurnar bren­na inni við brúktum bil­um, og hjá Wenzel ligg­ja vit konstant inni við 80-90 brúkt­um bilum. Teir kosta okk­um eina rúgvu í veg­ gjøld­um og tryggi­ng­um, og tað er greitt, at tað kann ikki halda áfram í allar æv­ ir. Marknaðurin tolir hesa gongdina í nøkur ár, men so steðgar tað eisini – og tað steðgar knappliga, sig­ ur hann. Tróndur Sigurðsson held­ur, at Løg­ting­ið eisini hev­ur eina skyldu at gera okk­urt við trupul­leik­an, tí tað sjálvt hevur skundað und­ir gongdina. - Í 2008 fingu vit eina nýgg­ja lóg um um­hvørvis­ av­gjøld, har CO2-avgald var lagt á bilarnar alt eft­ ir, hvussu nógv teir dálk­a. Alt gott um tað, men tað hevur skundað und­ir søluna av nýggjum, um­ hvørvisvinarligum bil­um. Upphópingin av brúkt­um bilum ger, at bila­søl­ur­nar ofta mugu selja teir við tapi. Tað er snøgt sagt ógjørligt at fáa tað fyri teir, sum teir eru verd­ir, staðfestir Tróndur Sigurðs­son. Sámal av Reyni hjá Rey­ ni Service sóknast eisini eftir meira lønandi møgu­ leik­um at sleppa av við brúktu bilarnar. - Í eitt nú Danmark slep­pa bilasølurnar av við nógv­ar brúktar bilar, sum verða seldir eystur eftir, se­r­liga til Pólands, men her heima fæst minni partur aft­ur av avgjøldunum, tá ein bil­ur verður tikin úr skrá­set­ing­ini og seldur av landi­num, harafturat er frakt­in nógv hægri, so tað loys­ir seg als ikki, stað­fest­ ir hann. Brúktir bilar hópa seg upp Sámal av Reyni, stjóri og bilseljari hjá Reyni Service, var eitt vet hægri – hann bjóðaði 185.000 krónur fyri Audi-bilin, um nýggi Toyota Avensis-bilurin fyri 325.850 krónur varð keyptur í staðin. Reyni Service hevur selt 240 bilar higartil í ár móti 219 alt árið í fjør Waag & Company liggur á odda í føroysku bilasøluni, men vildi ikki lata seg samanbera príspolitiskt við nummar tvey og trý