Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. november 2013 · Nr. 133 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Ingolf S. Olsen Hósdagin royndi Sosialurin at finna út av, hvussu stórur mun­ur­in er á tilboðunum og gjøg­num­s­kygninum, sum bila­søl­ur­nar borðreiða við, tá tær selja bilar til við­skif­ ta­fólk utt­an tann stóra for­ kunn­leik­a­n til bilar. Vit gjørdu av at avmarka okkum til tríggjar tær størs­ tu bilasølurnar sambært hag­tølu­num hjá Akstovuni – tað eru tær, sum umboða mest seldu bilmerkini í ár. Numm­ar eitt á listanum er Citroën hjá Waag & Comp­ any, Toyota hjá Reyni Ser­ vice er nummar tvey, og á triðja­plássi­num liggur Ford hjá Wenzel. Við okkum høvdu vit ein seks ára gamlan Audi A4, diesel, sum eitt starvsfólk í Miðla­húsinum eigur og fegin vildi hava eitt boð upp á í einum býti við ein nýggj­ an bil. Hjá Waag & Company varð bíðað eitt langt og annað breitt eftir onkr­ um, sum vildi geva eitt boð, men journalistur og myndamaður máttu fara avstað aftur sum av torv­ heið­um. Seinni fekst tele­ fon­iskt at vita frá einu sølufólki, at stjórin hvørki vildi tosa við Sosialin ella geva eitt boð upp á ein býtishandil. Meinlík boð Men hjá Wenzel og hjá Reyni Ser­vice vildu tey fegin koma við einum boði. Nýggi bilurin skuldi kos­ ta umleið 300.000 krónur og hava diesel-motor. Hjá Wen­ zel fall valið á ein Volvo V40. Listaprísurin er 316.000 krón­ur fyri henda bilin, og meðan journalistur og mynda­maður royna bilin í Havnar-gøtum, eftirkannar Trónd­ur Sigurðsson, bil­ selj­ari, Audi-bilin. Síðani er hann til reiðar við einum boði: Bilasølan Wenzel vil geva 181.000 krónur fyri Audi- býtis­bilin. Tað vil siga, at spild­ur­nýggi Volvobilurin fæst við at gjalda 135.000 kró­nur ímillum. Og um Audi- bilur­in ikki verður latin inn í býti, bjóðar Tróndur Sigurðs­son 25.000 krónur í av­sláttri upp á Volvo-bilin. Við hesum boðnum í skjáttu­ni koyra vit til Reyni Ser­vice í Hoyvík at vita, um vit kunnu finna ein bil í nøkulunda somu príslegu sum Volvo V40 hjá Wenzel. Valið fellur á ein Toy­o­ta Avensis, diesel. Prís­skelt­ið, sum hongur í bakk­spegli­ num, sigur 325.850 krónur. Vit fara ein túr eftir Vegnum Langa við honum, meðan Sámal av Reyni, stjóri og sølu­mað­ur hjá Reyni Ser­ vice, fer ein túr við Audi-bili­ num. Nú er spennandi at hoy­ ra, hvat boðið er. Vit hil­ du, at boðið hjá Wenzel á 181.000 fyri býtisbilin var rætti­liga høgt, og væntaðu tí ikki, at Reyni Service fór at bjóða so nógv. Men her vórðu vit lumpaðir. Eftir inn­tonktur at hava stært inn í telduskýggjan eina løtu kemur boðið frá Sámal av Reyni: 185.000 fyri Audi- bil­in, so tann nýggi Toyota Aven­sis fæst við at gjalda 140.850 krónur ímillum. Eisini Sámal av Reyni bjóð­ar 25.000 krónur í bein­ leið­is avsláttri, um ongin bil­ur verður latin inn í býti við nýggja bilin, og so lovar hann at koma við einum eyka tilboði um avsláttur upp á nýggj vetrardekk. Tað stutta av tí langa er, at tilboðini hjá teimum báð­ um bilasølunum eru næstan mein­lík, tó eitt vet betri hjá Reyni Service. Sami politikkur Men tað undrar ikki Trónd Sigurðsson. - Tað eru nógvir mátar at selja bilar upp á, og vit og Reyni Service føra sama poli­tikk á hesum økinum. Vit hyggja at tí sama, tá vit skulu taka ein brúktan bil inn, og eru realistiskir, tá vit seta prís á hann, og eisini við avsláttrinum á tí nýggja. Ting­ini skulu hanga saman. Tá kundin kemur aftur um fimm ár, skal hann eisini hava ein góðan prís, og eg Toyota og Ford Sølupolitikkurin hjá Reyni Service og Wenzel er hin sami, og tað sást aftur, tá Sosialurin var úti og bað um eitt gott bil-tilboð. Hesar báðar bilasølurnar eiga annað- og triðjaplássið á listanum yvir mest seldu bilar í ár. Fyrsta plássið eigur Waag & Company, men tann bilasølan noktaði at lata seg samanbera Ingolf S. Olsen Í summar sendi Brúkara­ um­boðið út spildurnýggjar leið­regl­ur fyri mark­nað­ar­ føring av prísi, og tað er við støði í hesum leið­regl­um, at eftir­litið við prís­mark­nað­ar­ før­ingini fram eftir verður framt. Leiðreglurnar eru so nýggjar, at enn er ong­in mið­ vís herðing av eftir­liti­num við ávísum handils­økjum sett í verk, sigur Rannvá Ragn­ar­sdóttir, brúkara­um­ boðs­kvin­na, sum tó vissar um, at tey fylgja væl við. - Vit hava ikki enn gjørt kann­ingar sum so, heldur ikki av bilasøluni, men vit reagera upp á fráboðanir frá brúkar­um, og eisini tíðindir, sum fjølmiðlarnir bera. Tað, at tit vísa hesum áhuga og vísa á ivasom viðurskifti, kann væl hugsast at vekja okk­ara áhuga eisini, sigur hon og leggur afturat: - At vit hava fingið hesar leið­reglurnar, ger tað eisini log­iskt at herða eftirlitið við prís­mark­naðarføring sum heild. Rannvá Ragnarsdóttir sig­ur, at Brúkaraumboðið áð­ur hevur fingið kærur um bila­sølur, men at tað oftast hev­ur snúð seg um sølu av brúkt­um bilum, sum síðani hava víst seg at hava lýti. - Ongin hevur tó kært um príssetingina av nýggj­um bilum, ella hvussu prís­ir­ nir verða settir, tá ein bil­ur í býti eisini er inni í mynd­ini, staðfestir Rannvá Ragnars­ dóttir. Óeftirfarandi prísur Tað kann tó vera ivasamt, hvussu eftirfarandi prís­ skelt­ingin er, tí ymisk viður­ skifti, sum ikki eru nevnd á prís­skiltunum á bilunum, kun­nu hava hava stóra á­virk­an á veru­liga prísin. Slík viður­skifti kun­nu vera av­slátt­ur, tá ongin bil­ur verð­ ur lati­n inn í býti, ella ógjøg­ num­skygd prís­set­ing, tá bil­ur verð­ur latin inn í býti. Og lýsingar frá ávísum bilasølum seinastu tíðina gera tað sera torført hjá fólki utt­an forkunnleika at fáa sær bara eina nøkulunda hilling á, hvat veruligi prísurin á bilum í sama flokki er. Hesar bilasølurnar lýsa við ógvus­ lig­um avsláttrum á summ­ ar nýggjar bilar, ella tær geva ovurhonds góðan prís fyri ein brúktan bil, um ein nýggjur verður keyptur í stað­in. Onkursvegna skulu hesar bila­sølurnar eisini vinna peng­ar, so øll kunnu ikki gera sama stórkvetti. Men hvør ger kvetti, og hvør fær min­ni burtur úr, er ikki lætt at gjøgnumskoða. Nýggju leiðreglurnar áseta annars millum annað, at “brúkarin skjótt og einfalt kann meta um ymisku til­ boð­ini”. Rannvá Ragnarsdóttir vil ikki taka støðu til einstøk dømi ella bilasøluvinnuna sum heild, men vísir á, at yvir­skip­að­a endamálið við gald­andi lógum og reglum um prís er gjøgnumskygni fyri brúkaran. - Vit hava sum sagt ikki tikið støðu til, hvørjar mark­naðir vit fyrst fara at kanna við støði í nýggju leið­ reglunum, men fáa vit ábend­ ingar av slíkum slagi, sum til dømis tær tú nevnir, so er tað nakað, sum vit taka við í met­ingina av, hvar vit herða eftir­litið ella gera neyvari kann­ingar, sigur hon. Brúkaraumboðið fylgir við Leiðreglurnar um prísmarknaðarføring eru nýggjar, og tí hevur Brúkaramboðið ikki enn sett hert eftirlit í verk á ávísum handilsøkjum. Men tað er logiskt at gera tað, nú leiðreglurnar eru komnar, heldur brúkaraumboðskvinnan Tróndur Sigurðsson, bilseljari hjá Wenzel, bjóðaði 181.000 krónur fyri seks ára gamla Audi A 4-bilin, um seljarin keypti nýggja Volvo V 40-bilin fyri 316.000 krónur í staðin. Wenzel seldi 156 bilar í fjør, men hevur selt 200 higartil í ár