Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI TÍÐINDI Skuldu havt 2000 almennar íbúðir til leigu í Føroyum Vit eru langt afturúrsigld, hvat bústaðum viðvíkur, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Áki Bertholdsen Skuldu vit verið á sama stigið sum Danmark, Hetland og Orkneyoyggjar, skulu vit havt eina 2.000-3.000 almennar leiguíbúðir í Føroyum. Tað staðfesti Andras Róin, stjóri í Bústøðum á Ráð­ stevnu hjá Landsfelag Pen­ sjón­istanna leygardagin. Hann vísir á, at í Danmark og í Svøríki er triði hvør bústaður ein leigubústaður, í Íslandi er tað nakað minni. Serlig endamál Og endamálið við at umskipa gamla Húsalánsgrunnurin og gera hann til eitt Bú­staðar­ felag, var nettupp at útvega bústaðir. Bústaðir skuldu hava eitt samfelagsgagnligt endamál. Eitt, sum liggur í tí, er, at tá ið íbúðir og nýggir býlingar verða bygdir, fáa kommunur og almannaverk høvi til at fáa framíhjárætt til nakrar íbúðir at leiga út til serligar bólkar í samfelagnum. Nógv tær flestu íbúðirnar, Bústaðin byggir, eru vanligir bústaðir, har øll hava sama møguleika at leiga sær ein bústað. Men triðjahvør, ella fjórða­hvør íbúð verður bjóð­ að út til kommunurnar og al­mannaverk ella onnur, og so gera tey av, hvør fær íbúð­ irnar til leigu, antin talan so verður um eldrabústaðir, lestrarbústaðir, ella bústaður til aðrar bólkar. – Miðað verður eisini eftir, at fjórða hvør íbúð er bygt til rørslutarnað, sigur Andras Róin. Kann ikki vera rætt Hinvegin ásannar Andras Róin eisini, at tað er ein avbjóðing at byggja íbúðir í Føroyum, tí tað er so dýrt. Eitt er at lendisarbeiðið er dýrt í Føroyum. Yvirhøvur er tað ein stór avbjóðing hjá Bústøðum at fáa byggikostnaðin niður og nógv orka verður løgd í at samskifta við byggivinnuna um tað. Andras Róin vísir á, at í Danmark er kostar ein íbúð einar 14.000 krónur fer­ meturin at byggja. – Tær fyrstu íbúðirnar, Bústaðir bjóðaði út, vóru í Leirvík og tá ið tilboðini komu inn, kostaður tær næstan 23.000 krónur fer­ meturin at byggja. – Vit halda ikki, at tað kann vera rætt, at tað skal verða 40 prosent dýrari at byggja í Føroyum og tí leggja vit nógva orku í at fáa byggi­kostnaðin niður, sigur Andras Róin. Í hesum sambandi eru Bústaðir í samráðingum við byggivinnuna um, hvussu prísurin kann fáast niður Stjórin sigur, at prísurin á íbúðum, Bústaðir byggja runt um í landinum, liggur nú um 14.000-15.000 krónur fer-meturin. Tað merkir, at ein íbúð á 60 fermetrar, kostar ikki 1,2 milliónir at byggja, men 900.000 krónur og tað merkir samstundis eina lægri húsa­ leigu. Hann sigur, at nú Bústaðir eru farin undir at byggja íbúðir, eru tey byrjað við smáum verkætlanum fyri at finna tann rætta formin. – Í Leirvík varð byggingin boðin út alment og har verður bygt á staðnum. Á Tvøroyri var einki útboð, tí har varð avtalað gjørd við ein byggiharra og íbúðirnar í Sørvági eru innfluttar úr Baltalondum og settar upp. – Tað var ikki væl dámt í byggivinnuni at íbúðirnar vórðu gjørdar uttanlands. Og rætt er tað, at arbeiðið og virði fara av landinum. Hinvegin er ógvuliga torført at fáa fatur á handverkarum í Føroyum, so skulu vit bara dúva upp á føroyska ar­ beiðsmegi, verða vit aldr­ in liðug, soleiðis sum um­ støðurnar eru nú, sigur Andras Róin. Leigan niður Andras Róin sigur, at um­ framt at royna at fáa byggi­ kostnaðin niður, leggur Bústaðir yvirhøvur stóra orku í at fáa leigiprísin nið­ ur. Hann staðfestir, at í Dan­ mark eru nógvar íbúðir bygdar í fimti og seksti­ árunum og tær eru langt síðani goldnar. – Sostatt fer ein partur av húsaleiguni í grunnar, sum fíggjar nýggjar bústaðir. Hinvegin noyðist Bústaðir at byrja púra av nýggjum og tí hava vit ongar bústaðir, sum geva yvirskot, ið kann brúkast at fíggja fleiri íbúð­ ir. Bústaðir hava hvørki realkreditt ella kommunala fígging. Í Danmark fíggja kom­ m­un­ur 14 prosent av bygg­ ing­ini og tað er rentu- og av­ dráttarfrítt í 50 ár. Í Danmark hava bústaðar­ feløg rætt til realkreditt lán við einum bidragið á 0,2 prosent, har tað í Føroyum er 1,7 prosent, í hvussu so er onkustaðni. Harafturat veitir stat­urin veðhald fyri rentu­hækk­ing­ um. Hinvegin hava Bústaðir tann fyrimun, at tey sleppa undan mvg og tað ger bygg­ ingina 20 prosent bílig­ari at byggja, og íbúðina 20 prosent bíligari at leiga. Bústaðir hevur eisini fingið grundstykki lagaliga frá kommunum og ein hand­ verkari í Føroyum kostar væl minni enn hann ger í okkara grannalondum. – Eftirspurningurin eft­ ir íbúðum er stórur og tað merkir, at vágin hjá Bústøð­ um at byggja er lítil. Somuleiðis eiga Bústaðir góðar 300 milliónir, umframt tað, vit hava framvegis úti í láni og tað er ein góð byrjan. Harafturat arbeiðir Bú­ staðir við einum leisti, har tey siga, at tey fyrstu 20-30 prosentini av byggingini er eitt stovnsfæ hjá Bústøðum, sum ikki skal telja við, tá ið húsaleigan verður roknað út. Vit vænta, at tað er ein mannagongd, politiski mynd­ ugleikin góðtekur fyri at fáa húsaleiguna longur niður, tí íbúðin fer alsamt at hava eitt ávíst virði. – Tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera útvið eina helvt dýrari at byggja í Føroyum enn tað er í Danmark og tí brúka vit nógva tíð at tosa við byggivinnuna um at fáa prísin niður, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum