mánadagur 18. november 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
TÍÐINDI
36 milliónir í stuðuli
til tey sum leiga íbúð
Bústaðir, sum skal tryggja bíligar íbúðir, noyðist at rinda skatt til landskassan, men tey, sum leiga, fáa ikki stuðul
Áki Bertholdsen
– Sum kostnaðarstøðið er nú,
eru tað bólkar í samfelagnum,
sum helst ikki hava ráð til at
leiga sær eina íbúð frá Bú
støðum.
Tað
staðfesti
Andras
Róin, stjóri í Bústøðum, á
ráðstevnuni hjá Landsfelag
Pensjónistanna leygardagin.
Hann heldur, at skal tað
eydnast at fáa leiguna hjá
ávísum
samfelagsbólkum
niður,
hevur
tað
stóran
týdning, at politikarar taka
spurningin um bústaðar
stuðul, upp.
Andras Róin vísir á, at í
Danmark letur landskassin
í miðal 50 prosent av leiguni
í stuðuli, men stuðulin til
pensjónistar er væl hægri.
Hann metir eisini leysliga
um, hvat tað hevði kostað
landskassanum at havt eina
skipan við bústaðarstuðuli
– Hava vit 1.000 íbúðir, har
leigan er 6.000 krónur í miðal
um mánaðin, og landið letur
helvtina í stuðuli, hevði tað
kostað landskassanum 36
milliónir krónur um árið,
sigur Andras Róin.
Men slíkur stuðul verður
ikki latin. Tvørtur ímóti
skulu Bústaðir rinda skatt í
landskassan.
So ístaðin fyri at lata
bústaðarstuðul, fer landið
øvugtan veg og tekur pengar
úr Bústaðarfelagnum og tað
heldur Andras Róin, er rang
vørg mannagongd.
Í óføri
Hann vísir á, at Bústaðir
kunnu ikki hava sosialt
byggjarí.
– Aðalreglan hjá Bústøðum
má vera, at tvær íbúðir av
sama slagi skulu kosta tað
sama.
– Og sum støðan er nú,
eru tað bólkar í Føroyum,
arbeiðsleys, pensjónistar, og
onnur, sum helst ikki hava
ráð til ein bústað.
– Tað er stórt spell og vit
eiga at finna mátar at loysa
tann trupulleikan. Men tað
kann ikki vera Bústaðir,
sum skulu hava leiklutin at
meta um, hvat ávísir bólkar
í samfelagnum hava ráð at
rinda í leigu. Tað má vera
ein almenn uppgáva, sigur
Andras Róin.
Hann sigur, at skuldi Bú
staðir átikið sær tann leik
lutin, hevði felagið komið í
óføri, tí vit eru ikki tey røttu
at taka støðu til, hvørji serlig
viðurskifti hjá fólki skulu
til fyri at leigan skal vera
bíligari, ella hvørjir pen
sjónistar skulu hava bíligari
íbúðir.
– Vit mugu áseta leiguna
eftir tí, tað kostar at byggja.
Skulu ymsir bólkar hava
ymsar treytir, er tað ein upp
gáva, landið má átaka sær.
Hinvegin sigur Andras
Róin eisini, at tað er einki,
sum forðar fyri, at íbúðir
verða bygdar til serligar
bólkar, eitt nú lestraríbúðir í
samráð við Mentamálaráðið
og har tað verður ásett, at
leigan skal ikki upp um eina
ávísa upphædd.
Hann vísir eisini á, at
ein gomul lóg gevur lands
kassanum heimild at lata 60
prosent í stuðuli til lestrar
íbúðir.
Men tann lógin er ongan
tíð brúkt, staðfestir hann.
Sum støðan er nú, eru tað bólkar í samfelagnum, sum helst ikki fáa ráð til at leiga eina íbúð frá
Bústøðum, staðfestir stjórin, Andras Róin, og tað heldur hann er stórt spell