Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Megnar-linguisturin André Niclasen farin Fyrst í hesum mánaði komu tey feigdarboð, at tann vit­ andi humanisturin og gløggi málhegnismaðurin André Niclasen var farin. André vaks upp í Klakks­ vík, men hann hevði málrøtur aðrastaðni; - pápin var úr Sørvági, og mamman var av Tvøroyri. Bæði foreldrini vóru orðarík, málbóru seg væl og høvdu nógvar idio­ mat­iskar keldur at oysa úr. Tann seismiskt viðkvæmi André sat frá barnsbeini und­ir hvørjum orði og ab­sor­ beraði allar verbalar nuan­ cur. Tað gav at bíta, tá ið hann longu sum hálvvaksin óviti fekk eitt sjáldsamt álitisstarv frá einum týsktlærara í Klakksvík. Hann bað sjálvur um og slapp at týða tær týsku skúla-tekstirnar beinleiðis til føroyskt uttan um tað danska glosutilfarið. Tað var avgjørt ikki hvønndagskostur tá, tí tað vóru als ikki stundir til týðing. Tann gløggi lærarin dugdi væl at síggja, at tann tungusnildi André skaraði fram­úr bæði í málhegni og málburði. Fyrst í 1960´unum kom André niður til Kjøpinhavnar at lesa týskt og seinni eisini russ­iskt á Universitetinum á Frúu Plássi. André hugtók beinanvegin ta føroysku úti­ seta­fjøldina bæði við sín­um formi og sínum óorto­doksu meiningum. Í tí før­oyska studentalívinum á Kanni­ bal­in­um var hann næstan dag­ligur gestur og luttók við stórari entusiasmu. Hóast sína dogmatisku ideo­logi, hevði hann altíð tað vestur­ týska blaðið ”Der Spiegel” hjá sær og citeraði tað ógvuliga sakliga. Summarið 1962 giftist hann við Frederikku Sam- uel­sen úr Haldórsvík, og tey settu seg niður á Gersonsvej í Hellerup. Har bleiv ”Framin” føddur. Árið eftir flyttu tey til Husumg-ade á Nørrebrúgv. Har bleiv Sunneva fødd; - hon er elsta dóttir teirra – tey hava tvær aðrar døtur, Marj­ un og Katrin. Tey hugnaligu býlini á Gersonsvegi og í Husumgøtu vóru ómetaliga nógv vitjaði av einum fjølmentum og mælsk­um liði av studenti­ kos­um útisetum. Har var intellektuelt ógvu­ liga høgt til loftið og hartil vítt til veggja. Hjúnini vóru fryntlig og beinasom, so fólk sótu ofta leingi og hugnaðu sær við næstan Rahbekskum Bakkahúsa-stemningi. Livandi debatt- umhvørvi André var ekstremt sam­fe­ lagshugaður og hartil debatt- fúsur; samstundis var Dikka sera tolin. Hjúnini fagnaðu talufrælsi og andøvdu móti øllum censuri; - undir teirra lon sluppu nógv fólk av við bæði nationalar, politiskar og socialar frustratiónir. Skaldið og lærarin Tumm­ as Djurhuus, sum var á týskt­ skeiði á DLH frá 1962 til 1963, vitjaði ta tíð­ina ofta inn á gólvið hjá André. Báðir høvdu stóra vit­an um lyrikk, og tað var ein fragd at hoyra teir dekla­mera Janus Djurhuus, Nis Petersen, Gustav Frøding og Edith Sødergran uttanat. Goethe, Heine og Schiller vórðu heldur ikki gloymdir, men fagnaðir við upplestri (recitatión). André hevði eisini sjálvur skaldagávur og ans fyri poesi og litteraturi. Men hann gavst tíverri tíðliga við egnum yrkingum og valdi heldur ta prosaisku journali­ stikkina. Men fáur, um nakar hevur handfarið føroyskt mál so elegant, sum hann hevur gjørt. Greinir hansara í Framanum vóru beinleiðis skaldskapur og so ironiskar, at Hans Scherfig hevði ikki kunnað gjørt tað meira virtuost, og innihaldið hevði ofta eitt format, sum kundi samanberast við sjálvan Voltaire. Mitt í trýssunum fór André saman við Waldemar Dals­gaard í lestrarørindum til Mosk­va. Saman við Johnny Thomsen gjørdu teir báðir eina hugdjarva trio, sum breyt upp úr nýggjum í tí før­oyska studentaheiminum, við tað, at teir vóru farnir í holt við at lesa russiskt. Teir blivu avgjørt teir mest sakkønu føroy­ing­ar nakrantíð í eystur­europé­ isk­um viðurskiftum og -bók­ ment­um Man skuldi tí trúð, at Kring­menn ofta høvdu boð eftir teim­um sum við­ merkjar­um, men so var ikki. Hóast teirra stóru vitan, vórðu teir næstan heilt lopnir um av varpingar­fólki. Í 1967 flytti André og familjan yvir í Rosenvængets allé á Eystarubrúgv, og tað var eftir mínum tykki teirra fjálgasta býli. Tað tóktist eis­ ini, sum um André sjálvur mint­ist ta tíðina við eini viss­ari nostalgi. Har tók hann prógv í týskum og russi­skum í 1972 og flytti síð­ ani norður til Espergærde í egin sethús at búgva. Hesa tíðina arbeiddi hann sum lærari á ymsum donskum studentaskúlum. Kosmopolittur í Hoydølum Í 1976 varð hann settur sum lærari við studentaskúlan í Hoy­dølum; seinni eis­ini við Læraraskúlan og Hand­ils­ skúlan. Teir næmingar, sum hava havt André í russ­isk­ um ella týskum, geva hon­ um uttan undantak tað all­ a­r­besta skoðs­málið. Hann var úr leikum tikin sum for­ midlari og hevði peda­gog­ isk evni, sum bert hend­inga fáur. Hann gav eisini næm­ ing­unum andiligt viðføri, sum tambaði teimum tann provinsiella sjónarringin. Við tað, at lívsverkið hjá André var undirvísing og málkunnleiki, var tað logiskt, at hann fekk litið upp í hend­urnar at gera málsligar læru­bøkur. Í 90´unum bað Skúla­bóka­grunnurin hann tess­vegna um at gera eina týska gramma­tikk á før­ oysk­um. Hann gjørdi hand­ ritið liðugt, og tað er bæði góðkent og hartil róst av fleiri kompetentum før­oysk­ um týsktlærarum. Kortini er hetta handrit ikki komið út enn. Orsøkin sigst vera tann, at onkrum purístiskum funda­mentalisti ikki skuldi dáma orðatilfarið hjá André. Hann brúkar nevniliga eitt natúrligt føroyskt mál og loypir skapukrukku-máliskur um. Manuskriptið er á heilt normalum føroyskum máli, men er altso lagt undir hvass­an censur. Hetta er ein skomm og ein stórur skendsil fyri føroyska umsiting. Tað hevði klætt føroyskum parla­ mentarikarum at rudda upp her og syrgt fyri, at hetta vælskrivaða handrit, sum nú hevur ligið súltað í meira enn tjúgu ár, sleppur út á onkrum forlagi, um ikki almennum, so privatum. Tað neit André rættiliga fast, at hann ikki fekk út­giv­ ið eina bók, sum hann hevði gjørt sær stóran ómak við, og hevði hann orkað, hevði hann roynt at fingið hand­ ritið frí­givið til privata út­ gávu. Tað minsta, sum eftir­ tíðin kann gera fyri André, er tí, at handrítið nú endiliga kemur í handlarnar, sum bók­lingur. Tað skyldar landið og Bókagrunnurin okk­ ara allar­størsta mál­manni. Menta­mála­ráðið hevur her eina stóra upp­gávu og kundi pass­andi sett André ein minnis­varða við at latið bók­ ina komið út post mortem til jólar. Tann stuttliga og vælorð­ aða málbókin ”Føroya mál á manna tungu”, sum Regin Eikhólm hjálpti André við at geva út fyri seks árum síðani, er eitt savn av málstubbum, sum André hevði skrivað í Sosialinum, Oyggjatíðindi og ymsa aðrastaðni í satiriskum stíli. Tilfarið er grammatiskt og syntaktiskt viðkomandi, men samstundis ótrúliga undirhaldandi. Bókin er nak­ að belastað av onkrum prent­ villum, men tað er André ikki skyldugur í. Hon átti at komið útaftur í korrektur-lisnum líki, tí hon er sera vælegnað sum konfirmatiónsgáva til teirra, sum eru góð við klass­ iskt føroyskt mál. Politisk gjógv? Ta ideologisku gjónna havi eg ikki rørt við, og hon minkaði, sum frá leið burtur í einki. Idealistar eru aldrin lunkaðir, og André hataði lunkaðar menn og opportunistar. Tað eru gingin stívliga hálvtrýss ár, síðani vit báðir komu at kennast, og sjálvt um vit politiskt leingi vóru rættiliga langt frá hvørjum øðrum, so hava vit verið vin­ menn øll árini, og tað hevur næstan ikki verið ein vika, har vit ikki hava skift orð um eitthvørt evni. Fyri André var 1989 eitt herviligt paradigmuskifti, sum gjørdi, at hansara sociala in­dignatión kom at samríma við eina socialdemokratiska stevnu­ skrá, og eg veit, at hann hevur valt Javnaðarflokkin, bæði í Danmark og í Føroyum. Sum hann einaferð tók til: Fyri Danmark hevur tann stóri socialdemokratiski løn­ móttakaraflokkurin verið eitt vælsignilsi. André vanvirdi stalinistis­ kar opportunistar, eitt nú teir, sum aftaná Berlinmúrin fóru at fríggja við kapitalismuni og fagnaðu alskyns høgra­ráki og rabiatum eftir- rationali­ seringum. Um ta ráðandi politisku meinigheitina og ta gorrandi ”kultur-elituna”, sum vóru at síggja við eitthvørt alment høvi í Havn, har skonkt og reypað varð, brúkti André fyri nógvum árum síðani glosuna ”receptións-bandan”. Hann helt lítið um ta sykofantisku klikuna; hann vanvirdi alt skammrósaraliðið, tímdi ikki fínaríið og royndi ong­ an­tíð at sleppa sær upp í ta sjálvglaðu juntaina. Hann var ósnobbutur og strembaði ikki eftir publicity ella smikri. Kanska var tað tí, at Fróðs­kapar­setrið næstan konse­kvent leyp hann um. Hann provokeraði ”elituna” við at vera ein sáttligur og beskeðin, men framum alt kvalificeraður maður. Tí firnaðist bæði purismu­ bandin og tað sokallaða Par­ nassið debatt við André; hann setti teir jú fastar í ein­ umhvørjum orðaleiki. Tað er avbera hugstoytt at noyðast at siga einum gløgg­ um og hollum vini farvæl; tað er eisini við stórari sam­ kenslu, at eg skrivi hesar fátæku reglur um okkara intellektuella málrisa. Góða Dikka, Sunneva, Marjun & Katrin – eg kann bara lýsa frið yvir mín trúgva studentavin og landsins allar­fremsta málvit. Virgar T. Dalsgaard Til minnis um Arn­fríðu Johannesdóttir 31. oktober 1961 – 13. november 2013 Nú veturin er komin og myrkri tungt hevur lagt seg um landið Fór tú heim til Himnahøll Har vit ein dag aftur hittast w Títt gleða lyndi sólstrálur vóru Tú var smílandi og glað Undir hamri situr hutungur fuglur Hví kúrur tú – tí dóttur av bygdini Ikki millum okkum er meir Saknurin stórur er – nú tú er farin Heim Jesus pápi styrkji tykkum í eftur sita Góða sysknabarn hvíl í frið heima í himnabúð Guðs einglavakt veri hjá tær – ærað veri minni títt Steinbjørn Viggosson Olsen