Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Sonni Ragnar fingið fimm ára sáttmála Rólant Waag Dam Ársins toppskjútti, Ársins áleyp­ari og Ársins leikari. Tað kann Heidi Sevdal hjá HB kalla seg nú. Hon vann allar tær virðislønirnar, tá Miðla­ húsið, Fótbóltssamband Før­ oya og Hvonn fagnaðu fót­ bóltinum. Soleiðis vann HB tríggjar av seks virðislønum, sum leik­ararnir kundu kappast um. Hetta er áhuga­vert, tá tað annars enn eina­ferð var KÍ, sum fór við meistara­heit­ inum. Sum tit síggja aðra­ staðni í Ítróttinum, so vann KÍ bara eina virðisløn leygar­ kvøldið. Hesa fekk Malena Josephsen, sum gjørdist Ársins verjuleikari. Hjá monnum var tað øðr­ vísi. HB vann meistara­heitið har – og HB fekk eisini flestar virðislønir leygarkvøldið. Fróði Benjaminsen gjørd­ ist Ársins miðvallari og Ársins leikari, umframt at Jóhan Troest Davidsen gjørd­ ist Ársins verjuleikari. Soleiðis fór HB við til­ samans seks virðislønum. Tað eru venjarar, liðfor­ menn og journalistar, sum hava greitt atkvøðu. Soleiðis plagar tað eisini at vera, men árið í ár er tó øðrvísi á tann hátt, at atkvøðubýti nú er alment. Aðrastaðni í Ítróttinum fært tú eitt yvir­lit yvir hvørjir venjarar, lið­for­ menn og journalistar hava atkvøtt – og hvussu hesir hava atkvøtt. Hetta er gjørt fyri at tryggja gjøgnum­ skygni, samstundis sum tað eisini skapar eitt breiðari og betri grundarlag at kjakast út frá. rolant@sosialurin.fo Føroyski U21 landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, hevur gjørt ein fimm ára sáttmála við danska Superliga felagið, FC Midtjylland. Hann er somuleiðis við í hópinum hjá A-landsliðnum fyri fyrstu ferð