Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Seinnapartin fríggjadagin varð punktum sett fyri U21 landsliðið í ár. Vitjað var á úti­vølli í Sligo í útnyrðings­ part­inum av Írlandi, og tað gekk einki serligt. Írland vann 5-2, og harvið hava írar í tveim­um dystum skorað ikki færri enn níggju mál ímóti føroyska liðnum. Tá ið írar vitjaðu í Føroyum 14. august var úrslitið 4-1 til gestirnar, eftir at Gilli Sørensen hevði lagt Føroyar framum, og eftir at hálv­leiksstøðan var 1-1. Úrslitið í Írlandi var eitt vónbrot. Sjálvandi eigur altíð at verða havt íhuga, at tað eru smáu Føroyar, sum bjóða seg fram á útivølli ímóti nógvar ferðir størri mótstøðuliðið. Men tá ið havt verður í huga, at tað fyri fimm vikum síð­ani var um reppið, at tað eydn­ að­ist at vinna stig á útivølli ímóti Týsklandi, sum er suve­ rent topplið í bólki seks, so var úrslitið í Írlandi einki at reypa av. U21 landsliðið hevur lut­ tikið í EM undan­kapp­ingum síðani 2007. Bara tríggjar ferðir hevur tað eydnast at skora tvey mál á útivølli. Fyrsta ferðin var 6. september í 2008 í Aserbajan, og so hava Føroyar tvær tær seinastu ferðirnar skorað tvey mál á útivølli – í 3-2 tapinum í Týsk­landi 15. oktober og so fríggjakvøldið ímóti Írlandi. Hesa ferð sá tað ikki væl út, tá ið 1. hálvleikur var hálv­runnin. Tá var Írland framman­fyri 3-0, og vandi var fyri orduligum skrædli. Hesi málini vórðu skorað í átta minutt­ir, tá ið persónligu mistøkini vóru nógv, og tá ið írar í eyðkenda stílinum ordu­liga fingu luft undir veing­irnar. Men tíbetur fótaði før­ oyska liðið sær eina løtu, og tá ið Gunnar Zachariasen, sum aftur hesa ferð var einsa­mallur á toppinum, eftir lítlari løtu hevði skorað tvær ferðir, so kendist møguleikin vera har fyri, at tað hóast buldra­ligu byrjanina skuldi eydnast liðnum at koma fyri seg. Soleiðis gekk tað ikki. Beinan­vegin, tá ið Føroyar høvdu minkað um munin til 3-2 svaraði Írland aftur. Tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki var støðan 5-2, og harvið var tað bara ein spurningur, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Eftir steðgin kom einki mál, og írarnir vóru stak væl nøgdir. Teir eru nú javnir í stigum við Montenegro, sum er næstfremst aftanfyri suve­ rena toppliðið Týskland, og í írsku miðlunum varð fríggja­ kvøldið og leygar­dagin tosað um góða avrikið og bjørtu vónirnar fyri betri framtíð hjá írska landsliðnum. Áminning um okkara leiklut Bill Jacobsen hevur saman við Heðini Askham ábyrgdina av U21 landsliðnum. Hann heldur, at gongdin og úrslitið fríggjadagin var áminning um og staðfesting av, hvør leikluturin hjá føroyingum í altjóða fótbólti framvegis er: – Tað verður altíð ein hypo­tetiskur spurningur. Men tað er væl hugsandi, at um vit høvdu verið avhølv­ aðir í Týsklandi, har tað end­ aði við 3-2 tapi, og har vit tvær ferðir vóru á odda, so kundi tað væl verið, at vit høvdu megnað eitt gott úrslit í Írlandi, sigur Bill Jacobsen, og hann heldur fram: – Írarnir eru skjótir og av­ gjørdir í nærdystunum, og tað tykist sum um, at hetta ikki passar okkara monnum so væl. Í Týsklandi spældu allir yvir evni, og tá høvdu vit marginalirnar við okkum. Hesa ferð var avrikið hjá fleiri undir tí, sum teir plaga at vísa, og sum vit eiga at rokna við, at teir megna. Írland skor­ aði trý mál í átta minuttir í 1. hálvleiki. Tá var talan um fleiri persónlig mistøk, sum vórðu eirindarleyst sektaði. – Tíbetur skoraði Gunnar Zachariasen tvær ferðir. Seinna málið var brotsspark, ið varð dømt eftir langt inn­ kast. Sonni Ragnar Nattestad varð skumpaður í ryggin, og dómarin peikaði á brots­ sparks­blettin. Tá kendu vit tað sum um, at vit høvdu fingið um endan, men so svar­aðu teir aftur, og tá ið støðan eftir 1. hálvleik var 5-2, var ikki annað at gera enn at ansa eftir, at tapið ikki varð uppaftur størri, og 2. hálv­ leikur endaði málleysur. Tað fóru fimm mál ígjøgnum, men Teitur M. Gestsson var sannur brandur í málinum. Kendist tað væl, at broyt­ ingar vóru gjørdar á lið­ num? – Heilt víst. Tað er kapping um plássini, men avrikið hesa ferð vísti, at tað gekk út yvir lið­avrikið, at tað var neyðugt at gera broytingar, heldur Bill Jacobsen. Føroyska liðið eigur tveir dystir á í hesi undan­kapp­ ing­ini. Tann fyrri verður í Rumenia 5. mars, og tann seinni verður á heimavølli ímóti Montenegro 9. sep­ tember. joannes@sosialurin.fo Írland - Føroyar 5-2 (5-2) U21 EM undankappingardystur í bólki 6 á The Showgrounds í Sligo í Írlandi fríggjadagin 15. November 2013, kl. 15.45 1-0: Samir Carruthers 17. 2-0: Aiden O'Brien 20. 3-0: Jack Grealish 25. 3-1: Gunnar Zachariasen 26. 3-2: Gunnar Zachariasen br 37. 4-2: Anthony Forde 39. 5-2: Aiden O'Brien 42. Dómari kvartett úr Kasakstan: Alexandr Aliyev, Sergei Vassyutin, Anatoli Hodin og Sergei Gorokhovodatski Írland: Sean McDermott – Anthony O'Connor, Shane Duffy, Derrick Williams (Charles Dunne, 63.), Sean McGinty – Samir Carruthers, Sean Murray (John O'Sullivan, 74.), Callum Reilly – Anthony Forde, Aiden O'Brien (William Hayhurst, 82.), Jack Grealish Á beinkinum: Aaron McCarey, Michael Harriman, John Egan, Joseph Shaughnessy Venjari: Noel King Føroyar: Teitur M. Gestsson - Bárður Hansen, Sonni Ragnar Nattestad, Pál M. Joensen, René S. Joensen - Tróndur Jensen (Bogi Reinert Petersen, 46.), Brandur H. Olsen - Árni Frederiksberg (Ari Ó. Ellingsgaard, 56.), Hallur Hansson, Gilli Sørensen - Gunnar Zachariasen (Sørmundur Kalsø, 84.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hallgrímur Gregersen Hansen, Gustav Sørensen, Andras Brixen Vágsheyg, Rógvi Joensen Gult kort: Brandur H. Olsen Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen Fótbóltur Bólkur 6 støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig Týskland 5 4 1 0 13 -3 10 13 Montenegro 4 2 1 1 7 -5 2 7 Írland 5 2 1 2 9 -8 1 7 Rumenia 4 1 2 1 5 -5 0 5 Føroyar 6 0 1 5 7 -20 -13 1 Persónlig mistøk kostaðu nógv Írland vann 5-2 á U-21 landsliðnum, sum í tveimum dystum hevur latið níggju mál fara ígjøgnum ímóti sterku, skjótu og avgjørdu írunum Føroyar skulu spæla tveir dystir aftrat: 5. mars 2014: Rumenia - Føroyar 9. september 2014: Føroyar - Montenegro Mynd: fsf.fo Gunnar Zachariasen skoraði bæði føroysku málini Savnsmynd: Álvur Haraldsen