mánadagur 18. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyri fyrstu ferð í longri tí, so verður pláss fyri tveimum áleyparum,
tá føroyska landsliði í morgin spælir venjingardyst móti Malta
áleyparum
Føroyar spæla
við tveimum
Tróndur Arge
Lars Olsen, føroyskur lands
liðsvenjari, sigur við Sosialin
í dag, at tað verður pláss fyri
tveimum áleyparum millum
teir fyrstu ellivu á Malta.
– Vit koma at spæla við
tveimum áleyparum. Bæði
Páll Klettksarð og Klæmint
Olsen byrja inni. Nú fáa vit
so at síggja um liðið klárar at
spæla við fýra á miðvøllinum
og tveimum áleyparum, sigur
Lars Olsen úr Malta, har
føroyska liðið fyrireikar seg
til venjingardystin í góðum
veðrið.
Tað eru um 25 hita stig,
men tað hevur eisini regnað
so nógv, at føroyska liðið
hevur vant á graslíki, tí gras
vøllurin hevur verið í so
ringum standi. Í dag er vónin
at sleppa at venja á leikvøll
inum.
Teir ungu bjóða av
Fleiri avboð eru til dystin.
Súni Olsen er givin og Fróði
Benjaminsen er ikki við.
Tveir teir elstu á liðnum eru
Gunnar Nielsen og Jón Tór
Næs, sum báðir eru 27 ára
gamlir.
– Eg veit ikki um hetta er
tað yngsta landsliðið nakran
tíð, men talan er hvørtfall um
eitt ungt landslið, sigur Lars
Olsen.
Ungu spælararnir hava
tikið av møguleikanum og
víst seg til venjing.
– Fleiri av teimum ungu
hava vant í Føroyum síðani
kappingarárið endaði. Teir
hava eisini verið raskir síðani
vit komu til Malta og vísa,
at teir vilja sleppa at spæla,
sigur Lars Olsen víðari.
– Vónin er, at teir bjóða
teimum eldru av, so teir
eisini vita, at um teir ikki
spæla upp til sítt besta, so
eru menn klárir at taka yvir,
sigur Lars Olsen.
Hugar ikki um
FIFA styrkilistan
Venjingardysturin í morgin
er ein FIFA skrásettur lands
dystur. Tað merkir, at úrslitið
hevur ávirkan á støðuna hjá
føroyska landsliðnum á FIFA
styrkilistanum, sum aftur
hevur ávirkan á hvussu før
oyska liðið verður styrkis
mett í lutakastinum til HM
og EM undankappingar.
Lars Olsen ynskir tó ikki
at hugsa so nógv um FIFA
styrkilistan í hesum sam
bandi.
– Eg hugsi ikki um FIFA
styrkilistan. Um eg haldi at
ein spælara skal á vøllin, so
verður tað ikki úrslitið, sum
avgerð um eg velji at skifta
hann inn ella ikki, sigur Lars
Olsen og leggur afturat.
– Vit fara at royna nakað
nýtt. Hetta er ein møguleiki
at flyta eitt sindur runt og
vita hvat riggar, men vit
spæla fyri at vinna dystin,
sigur Lars Olsen avgjørdur á
málinum.
Umframt at pláss helst
verður fyri fleiri nýggjum
andlitum á vøllinum, so
verður spæliskipanin eisini
broytt til 4-4-2. Liðið hevur
bara spælt 4-5-1/4-2-3-1 undir
Lars Olsen. Kemur eitt sindur
ann upp á hvussu tú setur
liðið upp.
Hesir fimm byrja inni
Lars Olsen sigur at onkrar
broytingar verða. Millum
annað mangla fleiri spælarar
í verjupartinum. Hetta ger,
at Pól Jóhannus Justinussen
verður í miðverjuni. Tað
gevur so pláss á vengrunum
til nýggjar mans.
– Christian R. Mouritsen
og Daniel Udsen fáa so møgu
leikan á vengrunum, meðan
Páll Klettskarð og Klæmint
Olsen verða í álopinum, sigur
Lars Olsen.
Klæmint Olsen úr NSÍ er
toppskjútti í føroyskum fót
bólti, meðan Páll Klettskarð,
við einum máli færri, bleiv
valdur til ársins áleypara
í
føroysku
kappingini.
Christian R. Mouritsen bleiv
nummar tvey í kappingini
um at blíva ársins spælari, so
talan er um spælarar, ið hava
gjørt um seg í føroyskum fót
bólti í ár.
Venjingardysturin millum
Malta og Føroyar verður í
annaðkvøld klokkan 19.
trondur@sosialurin.fo
ítróttur fótbóltur
Føroyski hópurin:
Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Kristin R.
Mouritsen og Teitur M. Gestsson, HB
Páll Klettskarð, KÍ
Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen,
Klæmint A. Olsen og Karl Løkin, NSÍ
Erling Jacobsen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Dánjal á Lakjuni, ÍF
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ISL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)