mánadagur 18. november 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Føroyska landsliðið hevur spælt móti Malta tríggjar
ferðir. Tvær ferðir í HM 1998 undankapping
og eina ferð í einum venjingardysti í 2004
fótbóltur
Malta
hevur eina
stjørnu
Tríggir sigrar
á Malta
Michael Mifsud er tann stóra fótbóltsstjørnan
á Malta. Hann hevur í 101 landsdystum skotið
38 mál fyri Malta. Lítil ivi er um, at hann
ætlar sær at koma uppá 40 ímóti Føroyum
Heri Simonsen
Tað er í tøkum tíma, at
A-landsliðið hjá okkum
byrjar at spæla fleiri venj
ingardystir ímóti øðrum
landsliðum, og tí kunnu
vit fegnast um, at okkara
landslið spælir venjingar
dyst ímóti Malta á Ta´Qali
leikvøllinum í Valetta á
Malta í morgin. Nógvir
føroyskir fótbóltsfjepparar
vilja yppa øksl, og siga, at
tey kenna einki til maltes
iskan fótbólt. Tað er tó
ein maltesiskur fótbólts
spælari, sum er ein verulig
stjørna, og hevur hann
higartil í 101 landsdystum
skotið 38 mál fyri Malta.
Maðurin
er
Michael
Mifsud, sum hevur roynt
fótbóltseydnuna
í
ym
iskum londum. Til saman
beringar kann nevnast, at
tann søguligi føroyski topp
skjúttin, Rógvi Jacobsen
skeyt 10 mál fyri Føroyar.
Skorað ímóti
Føroyum fyrr
Eingin ivi er um, at Michael
Mifsud, sum áður hevur
spælt í týska felagnum,
Kaiserelautern,
enska
felagnum,
Coventry
og
norska felagnum, Lille
strøm ætlar sær at røkka 40
landsliðsmálum rættiliga
skjótt, og hann sær uttan
iva møguleikan ímóti Før
oyum. Malta hevur eisini
nakað at hevna ímóti Før
oyum.
Í 1997 vunnu vit við
Toda
Jónssyni
í
stór
formi tvær ferðir 2-1 á
Malta í tveimum HM-
undankappingardystum,
og í 2004 vunnu vit 3-2 á
Malta í tí seinasta venjingar
dystinum føroyska lands
liðið spældi á heimavølli
á Svangaskarði tann 18.
august í 2004. Tann dagin
skeyt Michael Mifsud sítt
landsliðsmál nummar 10
fyri Malta, tá hann javnaði
til 2-2. Michael Mifsud
hevur
skotið
nógv
av
sínum málum í HM- og EM-
undankappingardystum
hjá tí maltesiska lands
liðnum, men høvuðsorsøkin
til, at hann hevur rokkið
38 landsliðsmálum er, at
tað maltesiska landsliðið
ger nógv við at spæla venj
ingardystir ímóti øðrum
landsliðum.
Í ár hevur Mifsud skot
ið tvey mál fyri Malta. 7.
juni skeyt hann sigurs
málið, tá Malta á útivølli
í Jerevan vann 1-0 á
Armenia. Talan var um
fyrsta útisigurin hjá Malta
í einari undankapping í
eitt langt mannaminni.
Fýra dagar seinni vann
Armenia 4-0 á Danmark í
Parkini í Keypmannahavn.
11. oktober skoraði Mifsud
ímóti Kekkia, tá Malta á
heimavølli tapti 1-4 ímóti
Kekkia. Mifsud spælir í dag
við Melbourne Heart í tí
bestu avstralsku fótbólts
deildini.
Michael Mifsud
Tróndur Arge
Tvær ferðir í 1997 spældu
Føroyar móti Malta. Tað var
í HM 1998 undankappingini.
Fyrsti dysturin millum londini
var á Ta’ Qali leikvøllinum í
Malta. Føroyska liðið hevði
í undanfarnu undankapping
vunnið greiðar sigrar á San
Marino, so tað vóru vónir um
eitt gott úrslit.
Tað gingu bara átta min
uttir, so hevði Stefan Sultana
lagt Malta á odda. Eftir ein
minni góðan fyrra hálvleik
kom føroyska liðið fyri seg í
seinna hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálv
leiki verður Todi Jónsson
rendur um koll í botsteiginum.
Brotssparkinum tekur Øssur
Hansen sær trygt av og
javnar.
Tá mest sum øll hava vant
seg við tankan um 1-1 á Malta,
so slær Todi Jónsson enn eina
ferð til. Hann rekur framvið
fleiri mótstøðumonnum og
komin nakað í vinstru síðu
uttanfyri brotssteing medd
ar hann til. Bólturin endar í
handara málhorni til stóra
gleði fyri føroysku spælar
arnar og føroysku viðhalds
fólkini.
Stórspæl á
Svangaskarði
Føroyska liðið 8. juni ein met
dyst á Svangaskarði. Skrá
settir eru 6.642 áskoðarar og
tað er met í Føroyum. Undan
dystinum var tosað um, at
Allan Simonsen, táverandi
landsliðsvenjari hjá Føroyum,
ikki vildi hava spælararnar
at taka trýstið á seg.
Tað skuldi vísa seg, at
áskoðararnir og landsliðið
spældi í somu takt í fyrra
hálvleiki, har føroyska liðið
setti Malta upp á pláss. Uni
Arge og Todi Jónsson skoraðu
málini til hálvleiksstøðuna
2-0.
Tíðliga í seinna hálvleiki
fekk Jan Dam, liðskipari og
sweepari á liðnum, reytt
kort, tá han var dømdur fyri
at nýta hondina til hjálpar á
málstrikuni. Malta minkaði
um munin við eftirfylgjandi
brotssparkinum. Tó megnaði
føroyska liðið at halda fast
og vinna dystin.
Í 2004 er venjingardystur
á skárnni, tá Malta kemur til
Føroyar at spæla. Á Svanga
skarði vinnur føroyska liðið
3-2. Jákup á Borg, Rógvi
Jacobsen og Fróði Benjamin
sen skjóta føroysku málini.
Sostatt hevur føroyska
liðið vunnið allar tríggjar
dystirnar móti Malta.
trondur@sosialurin.fo