mánadagur 18. november 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Pætur Albinus
Dómaraleiðarin
hjá
FSF,
Lassin Isaksen, sigur, at
dómarahópurin sum heild
er væl nøgdur við kappingar
árið, sum júst er av, og
at
fótbóltsglaðu
Føroyar
hvørki hava verið raktar av
nógvum útsettum dystum
ella rokmiklum avgerðum
hjá dómarunum.
– Tað hevur verið lítið av
trupulleikum í mun til árið
fyri, tá ið nógvir dystir vórðu
fluttir. Tað mest umráðandi
er, at tað hava ikki verið tey
heilt stóru málini at tosað um
– tó so, at nakrar støður hava
verið. Vit hava tikið støður
nar upp og eftirmett hvussu
tær skulu gerast betur. Í
summum avgerðum hava
vit verið samdir og stuðlað,
men í summum hava vit ver
ið ósamdir og hava tosað um
hvussu slíkar støður vera
gjørdar rættar í framtíðini,
sigur Lassin Isaksen,
Vit spurdu hann, um tað
er nakað, sum hann metir
kundi verið gjørt betri.
– Ein avbjóðing hjá okkum
er hvussu vit fáa sum mest
burturúr samskiftistøknini.
Vit hava nakrar støður, sum
vit meta kundu verið loyst
ar betur. Hvussu kunnu vit
nýta samskiftistólini í einum
dómarabólki til at døma
so nær tí besta, sum tilber,
verður aftur ein arbeiðs
setningur
fyri
komandi
kappingarár,
staðfestir
Lassin.
Nevndu samskiftistólini
verða meiri umrødd seinni í
greinini.
Manningin
á góðari leið
Eitt nú hondbóltur hevur
havt stóran tørv á nýggjum
dómarum í ár, men hesin
trupulleiki hevur ikki verið
eins stórur hjá fótbóltinum.
– Vit hava nóg mikið av
dómarum í Effodeildini, men
tað hava verið heldur fáir
hjálpardómarar. Talið hevur
verið rímiligt, men tá ið av
boð koma vera tað nógvir, ið
koma at døma nógvar dystir.
Við dómarunum er trupul
leikin tann øvugti. Fleiri
halda, at teir hava fingið
ov fáar dystir, men vit eru
tryggir við tað og vit hava
havt avloysarar tøkar um
skaðar hava gjørt um seg,
sigur Lassin, og fer síðani at
tosa um næstbestu mans
deildina.
– Vit kundu ynskt ein
størri hóp av føstum dómar
um í 1. deild. Vit brúka ov ofta
Effodómarar. Tað hevði verið
betri, um nakrir 1. deildar
dómarar fingu fleiri dystir.
Um tað vóru eini 8-10 dóm
arar, sum høvdu dømt fast,
so hevði tað verið bæði betri
og lættari at arbeitt, heldur
Lassin.
Í 2. deild hjá monnum, U18
og 1. deild kvinnum hevur
støðan verið hampilig, sum
Lassin sjálvur tekur til.
– Tað hevur staðið rími
liga væl til, men ímillum
hevur staðið á. Í summum
pørtum av landinum eru
nógvir dómarar og summum
pørtum ov fáir – fyri ikki at
siga eingin – og tískil mugu
nakrir ferðast langt. Tað er
harmiligt, men tað ætla vit
at gera nakað við. Vit mugu
royna at skapa áhuga í øki
num saman við feløgunum,
sum jú eisini hava abyrgd
av tilgongdini av dómarum,
staðfestir Lassin.
Fokuspunkt gera mun
Undan hvørjum kappingarári
hava úrmælingadómarar eitt
vikuskiftisskeið, har teir eitt
nú taka nøkur fokuspunkt,
sum teir kalla tað, ígjøgnum.
Her verða ætlanir lagdar um
at forða fyri ávísum, sum
hevur víst seg at vera ein
trupulleiki. Í ár hava teir eis
ini havt okkurt fokuspunkt.
– Vit løgdu út við at revsa
leikarar, sum seinka upp
afturtøku av leiki, t.d. við
at stilla seg fyri ella sparka
bóltin burtur. Tað hevur
gingið væl, vísa hagtølini yvir
hvat kort hava verið givin
fyri í ár, sigur Lassin.
Lassin heldur, at boðskap
urin hevur verið hampiliga
væl skiltur millum leikarar,
og metir tað vera gleðiligt,
at dómarar hava havt áleið
somu linju á hesum økinum
og revsingarnar hjá teimum
ymisku dómarunum hava
verið javnar.
Gjørt um seg
uttanlands
Føroyar hava í løtuni ein
FIFA-dómara, nevniliga Petur
Reinert, og hevur hann fingið
fleiri áhugaverdar altjóða
uppgávur. Eitt nú hevur
hann fingið ein A-landsdyst,
og hesin dystur var ikki
hvør sum helst. Dysturin
var
nevniliga
ímillum
grannalondini
Litava
og
Lettland.
Umframt
hetta
hava
føroyskir
dómarar
fingið
dystir
uttanlands
umvegis eitt norðurlendskt
dómarasamstarv, sum hevur
riggað væl í nøkur ár eftir
hondini. Londini, sum eru
við í hesum samstarvi, eru
Føroyar, Ísland, Danmark,
Noreg, Svøríki og Finnland.
Støðið í ymisku londunum
ger, at føroyingar aloftast
døma næstbestu deildina í
fótbóltur
dómarunum
fótbólts-
Gott ár hjá
Ógvuliga fáir dystir hava verið fluttir í mun til onnur ár, dómararnir hava fingið munandi fleiri
uppgávur uttanlands og lítið av rumbli hevur verið um dómararnar í ár. – Tað hevur verið
lítið av trupulleikum í mun til onnur ár. Tað mest umráðandi er, at tað hava ikki verið tey
heilt stóru málini at tosað um – tó so, at nakrar støður hava verið. Vit hava tikið støðurnar
upp og eftirmett hvussu tær skulu gerast betur, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari
Jan á Líðarenda,
Þóroddur Hjaltalín,
Petur Reinert og
Regin Egholm í Litava