mánadagur 18. november 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hinum londunum, meðan
útlendingar, ið koma higar,
døma Effodeildina.
Í fleiri ár hava Føroyar og
Ísland einans havt tveir dystir
at dømt í hesum samstarvi,
meðan øll hini londini hava
havt fýra dystir. Seinastu
tvey árini hava føroyingar
tó eisini fingið fýra dystir
í hinum norðurlondunum,
meðan Ísland framvegis bara
hevur tveir.
– Vit hava fingið ummæli
øll árini, og høvdu tey ikki
verið góð, høvdu vit neyvan
farið frá teimum tveimum
dystunum upp í fýra. Serliga
í 2013 hava ummælini verið
góð, sigur Lassin Isaksen og
peikar á, at norðurlondini
hittast árliga til fundar, og at
einki bendir á, at føroyskir
dómarar ikki framhaldandi
fara at hava fýra norður
lendskar dystir um hendi.
Ein FIFA-
dómara afturat
Í løtuni er tað einans Petur
Reinert, sum er FIFA-dóm
ari, men fyri at hava eina før
oyska FIFA-kvartett krevst,
at Føroyar fáa ein FIFA-dóm
ara afturat. Hetta førdi m.a.
til, at Petur Reinert, Jan á
Líðarenda og Regin Egholm
høvdu ein íslendskan 4.
dómara til dystin ímillum
Litava og Lettland.
Eitt
tíðarskeið
høvdu
Føroyar tveir FIFA-dómarar,
nevniliga Nemus N. Djurhuus
og Niklas á Líðarenda, men
tað, at lond sum Jugoslavia
og onnur eystanlond, fór
í fleiri partar førdi til, at
fleiri lond vóru at kappast
um at hava FIFA-dómarar.
Ein avleiðing av hesum var,
at Føroyar mistu eina FIFA-
dómaran seinna partin í
1990-árunum.
– Vit stríðast við at fáa
minst ein FIFA-dómara og
hjálpardómara afturat, og
tað hava vit gjørt við hond
og fót í longri tíð. Lond, sum
hava sama støði sum vit,
hava meiri enn ein FIFA-
dómara, og tískil meta vit,
at vit eisini kunnu hava ein
afturat, sigur Lassin.
Sum nevnt, so mugu før
oysku dómararnir í løtuni
hava útlendskan 4. dómara,
og hava teir á tí økinum
fingið hjálp úr Íslandi og
Danmark.
4. dómarin
komin fyri at vera
Í ár hevur 4. dómari verið á
næstan øllum dystunum í
Effodeildini, og tað hevur
riggað væl.
– Tað er komið fyri at
vera. Vit vóru bangin fyri, at
vit ikki høvdu nóg nógv fólk,
men hugurin hjá dómarum
at taka eyka arbeiði á seg, og
tað, at vit hava fingið minni
royndar dómarar við eisini,
hevur gjørt, at tað hevur
latið seg gera. Allir hava víst
vælvild, tá ið heitt hevur
verið á teir, sigur Lassin, sum
metir tað vera ein fyrimun at
hava 4. dómara.
– Tað hevur hjálpt væl til
í tann mun, at dómarin kann
hugsavna seg um at døma og
4. dómarin hevur avlastað
ímillum benkurnar og av
greitt tað fyrisitingarliga, so
sum útskiftingar, dómara
seðlar o.a., vísir hann á.
Samskiftistøkni
Nógv nýtt hevur rørt seg
innan føroyska døming sein
astu tíðina, og ein av stóru
broytingunum hevur verið,
at dómari, hjálpardómarar og
4. dómari nú hava samskiftis
tól, har tað ber til at tosa
sínamillum undir dystinum.
Hetta er ein hjálp, men sam
stundis ein avbjóðing.
– Ein avbjóðing er, hvussu
vit fáa sum mest burturúr
samskiftistøknini til at taka
rættar avgerðir. Tað var eitt
av fokuspunktunum, men
tað verður aftur eitt av fokus
punktunum í 2014. Vit meta,
at vit ikki hava fingið nokk
burtuúr. Tá ið ein hevur hesa
tøknina, so skuldu summar
støður verið avgreiddar bet
ur enn tær hava verið. Tó
sigi eg ikki, at tað ikki hevur
hjálpt – tí tað hevur tað. Vit
vilja bara hava sum mest
burturúr, sigur Lassin.
Fyrireika næsta ár
Sum nevnt, so eru fyrireik
ingarnar til komandi kapp
ingarár longu farnar í gongd,
og dómararnir eru eisini
farnir at gera seg til reiðar til
komandi kappingarár. Eisini
FSF er farið undir at fyri
reikað komandi kappingar
ár.
– Nú rigga vit árið av og
hava longu hugsanir um
fyrireiking til komandi kapp
ingarár, og tá vóna vit eisini,
at tilgongdin av dómarum
longri niðri verður betri, tí um
núverandi breiddardómarar
gera nógv við tað, so kunnu
teir flyta seg uppeftir kom
andi árini. Um eingin til
gongd er, so verður ringt at
fóðra elituna. Vit kunnu ikki
bara taka frá breiddini, men
mugu eisini leggja afturat.
Hetta er ein uppgáva hjá FSF
saman við feløgunum, slær
Lassin Isaksen at enda fast.
albinus@sosialurin.fo
fótbóltur
Petur Reinert beinleiðis
í litaviskum sjónvarpi
FIFA-dómara aftrat
– Vit stríðast við at fáa minst ein FIFA-dómara
og hjálpardómara afturat. Lond, sum hava sama
støði sum vit, hava meiri enn ein FIFA-dómara,
sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF
Mynd: Álvur Haraldsen