mánadagur 18. november 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Til háborðs millum frændir
Føroyingarnir, sum vóru til dystin á Laugardalsvøllinum í Reykjavík fríggjakvøldið fingu
eina uppliving fyri lívið. Teir upplivdu ein stuðul og stemning frá íslendsku viðhaldsfjøldini,
sum nam innastu hjartarøturnar, og teir upplivdu eina stolta smátjóð, sum stríddist
manniliga ímóti einum sterkum kroatiskum liði, og einum sponskum dómarasnobbi
Heri Simonsen
Føroyingarnir, sum høvdu
ognað sær eitt atgongumerki
til tann fyrra av tveimum
avgerandi dystum millum
Ísland og Kroatia, um hvør
skal vinna sær eitt pláss í
HM-endaspælinum í Brasil
komandi
summar,
vóru
veruliga priviligeraðir.
Tá vit lendu á flogvøll
inum í Reykjavík fríggjadag
fyrrapart, kendi ein beina
veggin spenningin darra í
luftini.
Í
útvarpstólinum
í bilinum, og í útvarps
tólunum, sum ljómaðu í
kaffistovunum í Reykjavík
hoyrdist javnt og samt um
dystin, sum skuldi spælast
á Laugardalsvøllinum sama
kvøldið. Tað var, sum alt
Ísland helt ondini hendan
dagin.
Aldarinnar dystur
Fekk ein Morgunblaðið, ella
eitt annað íslendskt tíðinda
blað í hondina gjørdist ein
næstan risthentur, so stórur
var spenningurin, sum var
bygdur upp í íslendsku bløð
unum. Spart varð ikki uppá
tey stóru lýsingarorðini, sum
skuldu útgreina hvussu stór
ur dysturin millum Ísland og
Kroatia í veruleikanum var.
»Aldarinnar dystur« og
»Størstu dystur frá upphavi
landsliðsins« og onnur stór
lýsingarorð vóru brúkt um
uppgerðina á Laugardals
vøllinum.
Bløðini høvdu eisini skeiv
ar vinklar um, at 400 yngri
børn vóru sloppin at vitja
íslendsku fótbóltshetjurnar,
og vóru sloppin at taka eina
mynd saman við teimum.
Hitatjaldið, sum hevði hitað
grasvøllin á Laugardalsvøll
inum undanfarnu vikuna,
fekk eisini nógva umrøðu í
teimum íslendsku bløðunum,
og fríggjadagin var tað ein
stór løta, tá hitatjaldið var
tikið av vøllinum, og gartnar
in kundi staðfesta, at gras
vøllurin fór at halda til stór
dystin.
Upphiting í
Laugardalshøllini
Íslendingar og reykjavíkingar
eru so hepnir, at teir hava eitt
stórt ítróttarøkið í Laugar
dalinum i Reykjavík. Laugar
dalshøllin, sum liggur skamt
frá Laugardalvøllinum er
partur av hesum ítróttar
økinum.
Skipaðu viðhaldsfólkini
hjá íslendska landsliðnum
høvdu skipað sær ein fyribils
miðstøð í Laugardalshøllini,
har fólk kundu ognað sær
turrikløð, troyggir, brøkur,
húgvir og fløgg, og soleiðis
verða betri útgjørd at stuðla
»strákunum«.
Í Laugardalshøllini komu
vit í tal við fleiri íslendingar,
sum vóru sera fegnir at frætta,
at føroyingar stuðla íslend
ingum í teirra ærufulla stríði
at gerast tann minsta tjóðin
nakrantíð, sum vinnur seg í
eitt HM-endaspæl í fótbólti.
Greinaskrivarin
staðfesti
yvirfyri íslendsku fjeppar
unum, at ein samlaður sigur
til Ísland yvir Kroatia hevði
verið ein sigur fyri allar smá
tjóðir í heiminum.
Rómur frá
dystarbyrjan
Tað var rómur og stemningur
frá
dystarbyrjan.
»Áfram
Ísland« rungaði javnt og
samt gjøgnum allan dystin.
Á Laugardalsvøllinum hóm
aðust 400 kroatiskir fjeppar
ar, men tey komu ongantíð
til orðanna, og tey hoyrdust
ikki, tí tey vóru doyvd av tí
mælsku íslendsku fjøldini,
sum
stóð
fyrimyndarliga
saman hetta søguliga fót
bóltskvøldið í Reykjavík.
Íslendska
fótbóltssam
bandið hevði fjørt eitt genialt
trekk við at geva áskoðar
unum eitt pappprent við
teimum íslendsku litunum,
sum skuldi haldast uppi, tá
liðini komu á vøllin. Á hinari
síðuni var tann íslendski
tjóðsangurin prentaður, so
øll tann stóra fjøldin kundi
sameint syngja tann vakra
íslendska tjóðsangin: »O Guð
vors lands«. Hetta lyfti áskoð
arafjøldina longu áðrenn
dysturin var bríkslaður í
gongd, og tað hoyrdist aftur
líka til dysturin var lokin.
Spanski skemmarin
Í allari hesar jaligu uppliv
ingini var tó ein skemmari.
Nevnliga spanski dómarin,
Alberto Undiano, sum bevíst
ella óbevíst lyfti tað kroat
iska liðið. Einki skal takast
frá Luka Modric og teimum
sterku
kroatisku
spælar
unum, men teirra leikliga
yvirvág teir seinastu 40
minuttirnar av dystinum
skyldaðist
útvísingini
av
Ólafi Inga Skúlasyni, sum
var einasta kortið, sum fall í
dystinum.
Møguliga var útvísingin
í lagi, men undir dystinum
var ikki ein 50/50 avgerð,
sum fall íslendingum í lut,
og Alberto Undiano dømdi
eitt
ótal
av
fríspørkum
til kroatarnar, men bert
hendinga fríspørk til ís
lendingar. Tað er ófatuligt,
at smátjóðir ferð eftir ferð
skulu sleppa at uppliva
arrogantar dómarasnobbar,
sum vilja »síggja gott út« í
eygunum hjá teimum størru
londunum.
Afturvendandi
spurningurin er nær hetta
verður steðgað?
Ein hjartaligur kroati
Alberto Undiano megnaði
tó ikki at oyðileggja heildar
upplivingina vit føroyingar
høvdu á Laugardalsvøllinum
fríggjakvøldið. Tá vit fóru
av
leikvøllinum
var
tað
hjartanemandi at hoyra ein
íslendskan og kroatiskan
viðhaldsmann práta saman.
Tann
hjartaligi
kroatiski
viðhaldsmaðurin segði við
íslendska viðhaldsmannin:
– Sjálvandi vil eg, at
Kroatia sleppur til HM-enda
spælið í Brasil, men um tað
kiksar hjá okkum, so fari eg at
haldi við Íslandi í HM-enda
spælinum. Eitt fantastiskt
punktum fyri eina glæsiliga
fótbóltsuppliving, har vit
sótu til háborðs millum
frændir. Áfram Ísland!
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen og Ivan Eginson
Eysturland á Laugardalsvøllinum til
dystin millum Ísland og Kroatia
Privatmynd
Mynd: Morgunblaðið
Mynd: Morgunblaðið
Privatmynd