Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Uttan at hava spælt um viku­ skiftið, sita KÍF og VÍF fram­ vegis væl á teimum báðum fremstu plássunum í Atlantic Airways-kappingini. Neistin og H71 høvdu møguleikan at nærkast, men av tí at dyst­ urin teirra millum endaði við javnleiki, eru kollfirðingar og vestmenningar enn leysir av hinum. Eisini í niðara enda á stiga­ talvuni stóð eitt sindur upp á spæl, tá StÍF leygardagin tók ímóti gestunum úr Klaks­ vík, men har broyttist ikki ann­að, enn at StÍF slapp av næstaftasta sessi og fram um Kyndil, meðan Team Klaks­vík varð hangandi eftir á botnsessinum, við fýra stig­ um upp til hini bæði liðini. Sum so ofta, hevði Team Klaksvík eina bragdliga byrj­ an, men so líðandi fekk StÍF fótin fyri seg og fór framum í fyrra hálvleiki. Og síðani bleiv tað bara greiðari, hvat var betra liðið, tí munurin øktist stútt og støðugt rest­ ina av dystinum, so tað bleiv at enda til ein tryggan heima­ sigur við átta málum. Tó er lítið at ivast í, at teir í Team Klaksvík eru við at fóta sær. Nú er Martin Ritto komin aftrat, og tá liðið er betur samanspælt, verða óivað møguleikar fyri fleiri stig­um aftrat. Javnleikur í Havn Tvey av liðunum, ið royna at jagstra tey bæði fremstu, eru H71 og Neistin, og hesi bæði hittust í høllini á Hálsi í gjár, har tað sum heild gekk javnt á og eisini endaði við javn­leiki. Neistin fekk betru byrjan­ina og kundi verið enn meira á odda, var tað ikki fyri einum tveimum brendum brots­køstum fyrstu løtuna. Men so líðandi kom H71 betur við og fekk síðstu løt­una fyri steðgin tikið Neistan aftur. Tá var eisini ein løgin hending, tí einar fimm minuttir fyri hálvleik skor­aði Jónas Djurhuus upp á brots­kast fyri H71, men tá dómara­borðið skuldi skriva málið upp, varð komið eftir, at hann ikki stóð á dómara­ seðlinum. So var ikki annað hjá dómarunum at gera, enn at geva honum reyða kort­ ið, sum reglurnar siga, men málið varð allíkavæl stand­ andi! Síðstu fimm minuttirnar var Neistin tríggjar ferðir á odda, men kláraði ikki at binda fyri, og tí bleiv tað til ein javnleik, ið helst ser­liga hoyvíkingar kundu vera glaðir fyri. Hinvegin má stað­festast, at Neistin stend­ ur seg nógv betur, enn egnu út­litini søgdu undan kapp­ ingini, og hóast vit neyvan skulu vænta at síggja teir bláu í finalunum í vetur, kunnu teir væl koma at gera av, hvør skal standa har. Hilmar Jan Hansen Sterki heimavøllurin munar altíð væl hjá VB-kvinnunum, men í gjár megnaðu tær eis­ ini at vísa, at spælið er við at blíva so mikið gott og sam­an­hangandi, at eisini á útivølli kunnu fleiri stig fáast í posan. Í høllini á Skála vóru kvinnurnar úr Vági náðileysar og vunnu stór­ sigur – ið bara kundi verið størri. Søgan um dystin er rímiliga stutt, tí hóast StÍF fekk tey bæði fyrstu málini, so skoraði VB beinanvegin tíggju ferðir á rað og gav líkasum tónan fyri restina av dystinum. Aftan á hetta var einki at rafla um, og mitt í seinna hálvleiki vóru eina ferð 16 mál á muni, áðrenn VB slappaði eitt sindur av ímót endanum, so StÍF fekk pyntað um úrslitið. Tær báðar litavisku, Gintare Butkeviciute og Ingrida Kuodyte, roynast sum góður styrkur hjá VB, ið nú eisini hevur fingið venj­ aran, Gurið Mortensen, á vøllin aftur, og tað er mun­ andi hjálp til teir komandi dystirnar, tí nú eru hini liðini ikki longur bilsin av styrkini hjá VB. VÍF vann trygt Gongdin í hinum dystinum í gjár, sum var í Klaksvík millum Stjørnuna og VÍF, var nakað tann sama, tí har var tað eisini útiliðið, ið fór avstað við øllum. VÍF streyk avstað beinanvegin og var longu sjey mál frammanfyri í steðginum, so tað sást týði­ liga, hvønn veg hetta kundi fara. Hóast Stjørnan í seinna hálvleiki megnaði at halda tørn, so munurin ikki øktist, høvdu kvinnurnar úr Vest­ manna ongar trupul­leikar við at vinna sannførandi og varðveita oddasessin, har mesta kappingin nú kemur frá VB, sum saman við Kyndli og Neistanum er sannlíkur av­bjóðari. Enn ber illa til at siga, at nakað lið er greiður favo­ritt­ ur, hóast VÍF higartil hevur havt besta takið á støðuni. VB fylgir væl við, og hóast Kyndil herfyri mátti lúta í toppdystinum, kunnu tær grønu saktans gera ein vørr. Og so er tað Neistin, sum fyrst misti Barbaru Brauer og nú eisini má vera Marjuna Falkvard Danberg fyriuttan, tí hon fær ikki spælt fyri skaða næstu nógvu mánaðirnar. Spurningurin er so, hvat kann væntast av restini av Neistaliðnum, ið tó hevur spæl tveir dystir færri enn tey bæði fremstu, og tí ikki ordiliga kann samanberast, fyrr enn dystartalið er nøku­ lunda tað sama. Men óansæð, so røkist fyri eini sera spennandi kapping hjá kvinnunum í vetur, og um hon kann enda við eini javnari steypafinalu og seinni øllum trimum møguligu FM- final­unum, fær reklaman fyri kvinnuhondbóltinum neyv­an verið betri. hilmarjan@sosialurin.fo Hondbóltur Við sigri á Team Klaksvík slapp StÍF – í øllum førum fyri fyrst – út botninum á bestu mansdeildini, og dysturin millum Neistan og H71 endaði við javnleiki Kvinnurnar úr Vági vunnu sera greitt á StÍF og síggja út til at ætla sær at blanda seg upp í oddastríðið, har kappingin serliga verður við VÍF, Kyndil og Neistan. Alt í alt eru útlit fyri eini spennandi kvinnukapping uttan nakran púra greiðan favoritt Elektron deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 VÍF 7 186 153 33 10 2 VB 7 195 172 23 9 3 Kyndil 6 124 103 21 8 4 Neistin 5 122 109 13 6 5 Stjørnan 7 149 189 -40 3 6 StÍF 6 125 175 -50 2 StÍF úr botninum VB stílar høgt Atlantic Airways deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 8 238 191 47 12 2 VÍF 8 244 214 30 10 3 H71 8 212 208 4 9 4 Neistin 7 177 187 -10 9 5 StÍF 8 215 218 -3 6 6 Kyndil 7 170 177 -7 6 7 Team Klaksvík 8 200 261 -61 2 StÍF - Team Klaksvík 36-28 (18-16) StÍF: Sveinur Justinussen 9, Jógvan G. Joensen 7, Borgar Danielsen 6, Allan Norðberg 4, Fríði Djurhuus 3, Marius Joensen 3, Jákup Berthelsen 2, Sverri Jensen 2 Team Klaksvík: Zarko Pejovic 11, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 6, Martin Ritto 4, Igor Petrikeev 3, Andrias Ellingsgaard 1, Jákup Joensen 1, Dánjal Kjærbo 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Ingvar Guðjónsson Neistin - H71 20-20 (7-7) Neistin: Jugoslav Djumic 4, Rói Hansen 4, John í Innistovu 4, Terji Mørk 4, Sjúrður Thomassen 2, Teis Horn 1, Herbjørn Lava 1 H71: Bogdan Florea 10, Bogi G. Davidsen 4, Rúni Højgaard 2, Sigmundur Dahl 1, Djóni Højgaard 1, Esbern Patursson 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Ingvar Guðjónsson StÍF - VB 25-36 (8-21) StÍF: Rebekka Justinussen 8, Fríðrún Danielsen 5, Súnfríð B. Johansen 4, Heidi Sevdal 4, Paula Høgnesen 2, Bára Berthelsen 1, Erla Petersen 1 VB: Gintare Butkeviciute 7, Ingrida Kuodyte 7, Helga Kjærbo 6, Rannvá Johannessen 3, Una Nolsøe 3, Laila Jespersen 2, Gurið Mortensen 2, Birita Olsen 2, Bjarta Hergeirsdóttir 1, Rúna Jacobsen 1, Birita Joensen 1, Sára Symphor 1 Stjørnan - VÍF 26-33 (9-16) Stjørnan: Anna Maria Ecaterinescu 13, Mina Sirdal 7, Gudny Johannesen 2, Jancy Jacobsen 1, Anna Jakobsen 1, Maria við Neyst 1, Kristina Poulsen 1 VÍF: Durita Ljósstein 9, Durita Christophersen 6, Agnas Olsen 6, Liljan Djurhuus 5, Eilin Hansen 3, Daniella Jonesen 1, Fríða Marjunardóttir 1, Annika Patti 1, Tóra Seloy 1 Myndir: Álvur Haraldsen