mánadagur 18. november 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kæru ungu, evnaríku listafólk!
Setanarrøða til Ung í Føroyum 2013
Helena Dam á Neystabø
forkvinna í Mentanarnevnd
Tórshavnar Býráðs
Ung í Føroyum er ungdómslista
stevna fyri øll ung í Føroyum
millum 13 og 19 ár.
Her sleppur tú at vísa tíni egnu
avrik fram fyri øðrum ungum, at
vera við á listaverksmiðjum og
framføra fyri almenninginum í
Norðurlandahúsinum.
Ung í Føroyum er staðið, har tit
ungu siga, hvat ungdómsmentan
er!!
Tað er mær ein stórur heiður, at
verða biðin um at seta stevnuna
UNG Í FØROYUM. Fyri tað fyrsta,
tí at tað er av størsta týdningi
at skapa bestu karmarnar um
føroyska ungdómsmentan, og fyri
tað næsta, tí at tað er ungdómurin
sum til allar tíðir hevur myndað
tann samfelagsliga, listarliga og
mentanarliga framburð, sum flytur
samfeløg og lond framá.
Tit eiga framtíðina
Tað eru tit ungu, ið eru framtíðin
og sum skapa framtíðina. Eg vóni
at vit eru samd um, at mentan og
list er týðandi partur av tí samleika,
sum tit ungu fara at skapa um
framtíð Føroya.
Alheimurin er komin nærri, og
tit ungu eru fyrst at taka nýggj rák
til tykkara og eisini at skapa nýggj
rák. Eg ivist ong løtu í, at tað sum
tit fara at arbeiða við í ymsu Ung
í Føroyum-verkstovunum júst fer
at snúgva seg um at tvinna tykkara
hugaheim saman við teimum
altjóða rákum, sum er ein so stórur
partur av gerandisdegi tykkara,
umvegis samskiftistøkni og sosialar
miðlar, sum fylla at kalla hvørja løtu
í gerandisdegi tykkara.
Endamálið er at fáa
ungdómsmentan at blóma
Vit eru øll samlað til hesa stevnuna
við tí endamáli, at fáa føroyska
ungdómsmentan og list fram í
ljósið, og at fáa hesa at blóma. UNG
Í FØROYUM er eitt høvi hjá tykkum
ungu at fáa eitt veruligt innlit í
listaligt arbeiði.
Tit arbeiða í “verksmiðjum” og
hava “verksmiðjuleiðarar”, ið eru
yrkislistafólk. Hesi kunnu vegleiða
tykkum og hjálpa tykkum at gera
hugskot til veruleika.
– bert hugflogið setur mørk.
10 % talent og 90
% hart arbeiði
Kanska fara tit eisini at ásanna, at
talentið er bara ein lítil procent
partur av tí sum krevst, um man
veruliga vil gera seg galdandi á
lista- og mentanarpalli Føroya.
Onkur sigur 10 % talent og 90 %
hart arbeiði, er tað sum krevst.
Ung í Føroyum hevur 12 ár á baki
her í Norðurlandahúsinum – og
henda fantastiska traditión hevur
haft stóran týdning fyri mong ung
– sum nú er vorðin eldri.
Ein kvinna, sum seinni hevur
arbeitt sum stórasystkin í verk
ætlanini, sigur nakað soleiðis um
týdningin Ung í Føroyum hevur
haft í hennara lívi:
”Fyri skjótt 10 árum síðan var
eg til mína fyrstu Ung í Føroyum
stevnu. Hetta var ein ótrúliga stór
uppliving, sum síðani hevur givið
mær nógvar møguleikar innan
mentanarheimin. Eg fari nokk
ikki heilt skeiv, um eg sigi, at Ung
í Føroyum hevur lagt lunnar undir
mína karrieru innan sjónleik, film
og projektleiðslu.
Í løtuni eri eg í ferð við at út
búgva meg til dramaturg, og í út
búgvingini hava mínar royndir
bæði sum luttakari, stórasystkin,
projektleiðari
og
seinast
sum
samskipari av felagssýningini, givið
mær nógv. Serliga tá eg skal arbeiða
við onkrum ástøðiligum, so kann eg
seta tað í perspektiv við alt tað, sum
eg havi eygleitt á teimum mongu
Ung í Føroyum stevnunum”.
Latið upp eygu og oyru
So góðu tit øll, latið eygu, oyru
og allar sansir upp hesar dagar.
Lurtið eftir tí íblástri sum kemur
til tykkara, samstarvið og brúkið
hvønn annan upp á tann góða
mátan. Eg ivist ikki í, at tit koma
at knýta vina- lista- og mentanar-
sambond fyri lívið hetta langa
vikuskiftið.
Tøkk til Hedvig og Rakel
At enda vil eg fegin takka Hedvig
Kapnas
Westerlund
og
Rakel
Helmsdal fyri teirra ótroyttiliga
innsats bæði at skapa og menna
tiltakið Ung í Føroyum. Gjøgnum
øll árini hava tit slóðað, skipað fyri
og endurnýggjað listastevnuna Ung
í Føroyum, sum hevur haft ómeta
ligan týdning fyri so nógvar spírar á
lista- og mentanarpalli okkara.
Sum umboð fyri Tórshavnar
Býráð og Mentanarnevndina, vil
eg fegin takka tykkum báðum
hjartaliga, eins væl og Norðurlanda
húsinum, sum altíð hevur latið
hurðarnar á víðan vegg fyri Ungum
í Føroyum. Vóni at tit framhaldandi
fara at halda lív í “teimum ungu í
Føroyum”. - Tey eru eftir øllum at
døma við at blíva ein mangulvøra
– í Føroyum.
Tórshavnar Býráð vil fegin stuðla
undir øll tiltøk, sum kunnu menna
karmar og trivnað fyri ungdómi
bæði í Føroyum og í Tórshavnar
Kommunu
Eisini ein hjartans tøkk til
tykkum verkstovuleiðarar. Eg veit
at tit leggja nógva orku í, at ung
dómsstevnan verður so væleydnað
sum møguligt – ár eftir ár.
Gerið tykkum til reiðar!
Og so til tykkum, sum vóru so
heppin at sleppa at vera við til
Ung í Føroyum 2013. Gerið tykkum
til reiðar. Gerið tykkum ómak og
drívið á.
Tíðin flýgur avstað tá ið man
fyrst er komin í gongd, og longu
sunnudagin skulu tit á pall.
Minnist til mentan og list er tað
roknistykkið, har tvey pluss tvey
ikki er fýra, men kanska fýra ferðir
fýra. Men tað er upp til tykkum.
Góðan arbeiðshug.
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo