Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rithøvundurin og tíðinda­ mað­urin Leif Davidsen vitj­ar fríggjadagin tann 22. november næmingar á Før­ oya Handilsskúla. Hann fer at røða um sítt ritv­erk og ikki minst um sína tíð sum tíðindamaður í Moskva, í tíðini tá ið jarntjaldið skipaði Evropa og heimin í ein Eysturheim og ein Vesturheim. Hetta var tíðin, tá ið Kalda kríggið var í hæddini, og tá Leif David­sen á sín serstaka og livandi hátt miðlaði tíði­ndi heim til okkum, úr hes­um brennidepli. Leif David­sen var eisini í mong ár tíð­inda­ maður í Spania. Leif Davidsen fer á at greiða næmingum og lærarum á Føroya Handils­ skúla frá, hvussu hann sum tíðindamaður í Sovjet­ sam­veldinum í tíðar­skeið­ num áðrenn múrurin og kommunisman fall, hevur fing­ið íblástur til sínar skald­ søgur, eins og hvussu hann hann tvinnar vitan sína um viður­skiftini í Spania inn í rit­verk sítt. Talan er um eitt umfatandi ritv­erk, sum setur andlit, kjøt og blóð á m.a. lívið handan jarn­tjaldið. Og hann fer at røða um, hvussu hesi somu menniskju og hetta sama land framvegis stríðast við arvi frá fortíðini. Eitt rit­verk, sum fær okkum at skilja nógv meira og betri, hvussu stórpolitikkur ávirk­ar ger­ andisd­agin hjá menniskj­um – og øvugt. Tað er Rithøvundafelagið, sum hevur boðið Leif David­sen til Føroyar í sam­ bandi við Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum næs­ ta vikuskifti. Og tað er at fegnast um, at Leif David­ sen tekur sær stundir til at møta ungdómi á Føroya Handil­s­skúla. Ungdómi sum við útbúgiving sínari ynsk­ir at víðka um innlit og út­lit í alheims viðurskiftum, eins væl og hvussu altjóða bók­ mentir víðka um okkara sjónar­ing og okkara førleika at fata aðrar mentanir, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla. Leif Davidsen vitjar Handilsskúlan Útstappaði seyðar­høvd í Stóru Dímun Vilmund Jacobsen Fuglafrøðingurin, Jens- Kjeld Jensen í Nólsoy, hev­ur fleiri ferðir vitjað í Stóru Dimun, og í oynni siga tey, at tey hava havt nógvar spenn­andi vitjanir av hon­um. Tá Jens-Kjeld vitj­aði har úti fyrr í heyst, greiddi hann frá, at hann var givin at stap­pa út seyðarhøvd. - Tí beyð hann sær at leggja okkum lag á. Hetta hildu vit ljóða áhugavert, og vit hava við hansara hjálp og tógvið stríð endur­skap­ að nøkur veðrahøvd, so­leið­is at tey síggja liv­andi út. Tað siga tey í Stóru Dím­un. Á heimasíðuni hjá oynni sæst filmur sum vísir, hvussu eitt seyðarhøvd verður stapp­að út. Vilmund Jacobsen Leygardagin varð skipað fyri ymiskum tiltøkum í Svimjihøllini í Havn, nú Havnar Svimjifelag hevur tríggjar fjórðingar av eini øld á baki. Í hesum sambandi skipaði felagið fyri móttøku og ymiskum tiltøkum. Leygarmorgunin svumu kappingarlið hjá Havnar Svimjifelag morgunvenjing og fingu morgunmat. Fra middeg til klokkan 15 var svimjidagur – ella Water Action – fyri børn 12 ár og yngri í skúlaaldri úr øllum svimjifeløgum, og seinni um kvøldið var tað, sum rópt verður, masters kapping. Millum klokkan 15 og 17 leygardagin var alemnn móttøka við pinnamati, fotoframsýning, tónleiki, ballónum og talum. Tíðindaportalurin in.fo gjørdi leygardagin burtur úr degnum við myndarøð, sum liggur á in.fo Havnar Svimjifelag hátíðarhelt 75 ára dag Í annaðkvøld - týskvøldið klokkan 19 - fer Livar Nysted at halda fyrilestur á Bókasavninum í Tofta skúla, har hann fer at greiða frá sínum ferðum um heimshøvini. Tað hevur verið lítið at sæð av svartfugli í heyst. Hví so er, er ikki til at siga. Ein orsøk er helst, at ov lítið av føði er við landið. HÁTÍÐARHALD Nú Havnar Svimjifelag hevði 75 ár á baki, gjørdi felagið burtur úr degnum í Svimjihøllini í Havn. Fingu neyðhjálp aftur úr Palau