mánadagur 18. november 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki lætt at vera fiski
frøðingur og at gera tilmæli
um tilfeingið, sum í havinum
svimur.
Hóast brúktu fiskidagarnir
hjá línuflotanum sum heild
hava verið færri enn teir, sum
Havstovan hevur tilmælt,
hevur hetta ikki ført til, at
hýsa og toskur eru komin
aftur á føroysku grunnar
nar.
Eitt er veiðitrýst. Annað
er náttúran. Er náttúran við,
gongur væl. Er hon ímóti,
gongur minni væl.
Fróði Sivertsen hjá grann
skoðaravirkinum
Janu
ar veit at siga, at tillutaðu
fiskidagarnir hjá línuflota
num ongantíð eru brúktir
fult út árini 2008 til 2012, ei
heldur í 2013.
Men, eitt er politiskt til
lutaðir dagar. Annað er dagar
tilmæltir av fiskifrøðiligu
ráðgevingini, Havstovuni.
- Okkurt árið eru fleiri
dagar brúktir, enn Havstovan
hevur tilmælt, men síðan 2010
hava brúktu fiskidagarnir hjá
línuflotanum verið færri enn
tilmælið hjá Havstovuni - og í
ár hevur línuflotin brúkt væl
færri fiskidagar, enn Hav
stovan hevur tilmælt.
Fróði Sivertsen vísir á,
at veiðan á Flemish Kap í
ár er ein orsøkin til, at nógv
færri dagar eru brúktir av
línuflotanum í føroyskum
sjógvi.
Hann sigur, at fiskiárið
2012/ 2013 er politiskt tillut
aða fiskidagatalið í føroysk
um sjógvi 2567, og her mælti
Havstovan til stívliga 2.000
dagar.
- Tá nakað var farið av
heystinum, vóru stívliga 1200
fiskidagar brúktir í føroysk
um sjógvi, og hetta svarar
bara til eina lítla helvt av till
utaðu døgunum - og er um
leið 800 dagan færri enn tað,
sum Havstovan tilmælir.
Tað merkir, sigur Fróði
Sivertsen, at línuflotin er
innan fyri tað tilmæli, sum
Havstovan hevur havt í fleiri
ár.
Vit kunnu leggja aftr
at, at síðan Føroyar og
strandalondini, sum varða
av makreltilfeinginum, fóru
at keglast um býtisprosent,
hevur eingin fiskiveiðiavtala
verið millum Føroyar og
Noreg.
Hetta hevur havt við sær,
at norsk línuskip ikki eru
sloppin at veiða undir Før
oyum seinnu árini og skuldi
hetta - alt annað líka - eisini
verið viðvirkandi til, at minni
línureiðskapur hevur verið í
føroyskum
sjógvi
seinnu
árini.
Línuflotin er í samsvar
við fiskifrøðilig tilmæli
Tað lýsir í hjá føroyska línuskipaflotanum,
nú trýstið á føroysku grunnarnar er í
samsvar við fiskifrøðilig tilmæli
Glottar eru at hóma hjá føroyska línuskipaflotanum, sum seinni árini hevur
brúkt færri fiskidagar í føroyskum sjógvi, enn Havstovan hevur tilmælt
Línuskipini
stóran
týdning
Vilmund Jacobsen
Línuskipini hava í nógv
ár
havt
tað
trupult.
Hetta sæst kanska best,
hvussu tað hevur gingið
við talinum av skipum
seinnu árini, har talið av
línuskipum er minkað úr
22 skipum í 2008 niður í 16
skip í 2012.
- Nettosølan er eisini
fallin, men hevur kortini
hildið sær so nøkulunda
árini 2010, 2011 og í 2012.
Starvsfólkakostnaðurin
er minkaður meiri enn
fallið í nettosøluni. Tað
merkir, at eisini hýru
prosentið hevur verið
fallandi í hesum partinum
av flotanum. Síggja vit
burtur frá árinum 2008,
hava avskrivingarnar lig
ið rímiliga støðugt.
Tað sigur Fróði Sivert
sen hjá grannskoðara
fyritøkuni Januar.
Hann vísir á, at hóast
talið av skipum er mink
að úr 22 niður í 16, hevur
veiðan kortini ligið rætti
liga støðug millum 13.000-
14.000 tons um árið.
- Veiðan fyri hvørt
skipið er økt í hesum
tíðarskeiði. Miðalprísurin
fall nógv árini frá 2008 til
2009 og hevur árini síðan
verið lágur.
Hann vísir á, at tað
eisini er galdandi fyri
línuskip sum fyri flestu
skipabólkar, at tað er
ymiskt, hvussu skipini
klára seg.
- Øll árini eru tað skip,
sum hava havt positivt
ebidta, meðan ebidta hjá
skipunum í lakara enda
num hevur verið nega
tivt.
Hóast vánaligu gongd
ina er gjaldførið hjá línu
flotanum rímiliga gott.
- Orsøkin er ivaleyst ein
viðurkenning av - eisini
frá fíggingarstovnunum
- at bara skipini fiska
fyri rentur, eru fígging
arstovnarnir nøgdir. Tað
er líka sum tann hug
burður sum er, at um
hesi skipini klára rent
ur, so er tað í lagi. Hetta
er væl ein mynd av, at
flotin er í bíðistøðu, sig
ur Fróði Sivertsen hjá
grannskoðarafyritøkuni
Januar.
Vilmund Jacobsen
Fyri nøkrum árum síðani
var farið í holt við at gera
nýggjan veg av Strondum
og heilt inn í Skálafjørð –
oman fyri Skálabygd og æt
landi oman fyri Skálafjørð
við íbinding í Fjarðaveg,
norðanvert Effostøðina.
- Vegakervið uttan av
Strondum, gjøgnum Skála
bygd og víðari gjøgnum
Skálafjørð, er ikki gjørt til
ta ferðslu, sum nú einaferð
er í dag og enn minni til ta
ferðslu, sum fer at koma.
Magnus
Rasmussen,
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, vísir á, at hetta
hava løgtingslimir ásannað,
tá avgerð var tikin at gera
nýggjan veg oman fyri tað
bygdað økið, og tað fegnast
øll um.
- Tí er tað ikki til at skilja,
tá tað nú frættist, at arbeitt
verður við at steðga hesi
ætlan, nú seinasta strekkið
restar í.
Borgarstjórin heldur, at
tað at lata Skálafjørð liggja
eftir við allari ferðsluni
gjøgnum bygdina er ikki
rætt.
- Ferðslutrygdin er sera
vánalig. Tað vita øll, sum
hava koyrt har. Fólk hava
verið tolin, tí útlit hava
verið fyri, at vegurin skjótt
verður lagdur út um bygd
ina. Nú øll ferðslan verður
leidd gjøgnum Skálafjørð,
er hetta vegastrekkið ein
ferðsluligur fløskuhálsur.
Magnus Rasmussen er
avgjørdur um, at verður
vegurin, sum í dag liggur
gjøgnum Skálafjørð, ikki
lagdur oman fyri bygdina,
fer hetta at darva vinnuligu
menningini í økinum.
Vegurin skal
út um bygdina
- Fólk hava verið tolin, tí útlit hava
verið fyri ferðsluligari loysn, sigur
Magnus Rasmussen, borgarstjóri
Í Nólsoy duga
tey at stytta
sær stundir. Her
spæla nólsoyingar
sjavs í hugnaligu
Kunningarstovuni.
Hesa vikuna kunnu
vit vænta kulda
og kava. Tað sigur
veðurfrøðingurin í
Miðlahúsinum, Petur
Skeel Jacobsen.