Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Málráðið gjørt niðurstøðu um føroyskt stavrað Málráðið Tíðindaskriv Í løgtingslógini um mál­ ráð stendur, at ein av upp­ gávunum hjá Mál­ráðnum er "at áseta føroyska stav­ seting" (§ 2, nr. 3), og tað er í tí sambandi, at Málráðið nú hevur viðgjørt spurningin um føroyskt stavrað og gjørt niðurstøðu í málinum. Á fundi 13. november sam­ tykti Málráðið (við 8 at­ kvøðum fyri og 3 ímóti) at varðveita føroyska stav­ raðið óbroytt, t.e. a á b d ð e f g h i í j k l m n o ó p r s t u ú v y ý æ ø Grundgevingar at varð­ veita verandi stavrað eru, at tað hevur drúgva sið­venju á baki. Tað hev­ ur í høvuðsheitum verið ó­broytt, síðan V.U Hamm­ ers­haimb setti sítt stav­set­ ingar­uppskot fram í 1846. At tikið fleiri stavir fyri sama ljóðvirði inn í stav­raðið hevði gjørt stav­ set­ingina torførari, og møgu­ligar broytingar eiga held­ur at miða ímóti at gera stavsetingina lætt­ari. Skulu broytingar ger­ast, eiga tær at vera grund­ aðar á føroysku ljóð­skip­ an­ina og føroyskar rætt­ skrivingarmeginreglur, og ikki á ljóðskipanir og rættskrivingarmeginreglur í øðrum málum. Í føroysk­ um er bókstavurin c van­ liga ljóðliga umboðaður av k ella s, bókstavurin x av ks, bókstavurin q av k, bók­stavurin w av v, og bók­ stav­urin z er ljóðliga um­ boð­aður av s. Verða eitt nú c, x og w tiknir inn í stavraðið, kann tað skapa óneyðuga stóran iva hjá skúlanæmingum og almenningi, nær ið teir skulu brúkast, tí teir hava ikki egið, sjálvstøðugt ljóð­ virði í føroyskum. Hóast c, w og x ikki eru í stavraðnum, er einki, ið forðar okkum í fram­ vegis at tala og skriva um c-vitaminir, c-mol, at skriva internetadressur við www ella at brúka x í orð­um sum marxisma og sex. Fremmandu stav­ir­nir síggjast m.a. í fremm­and­ um orðum og vøruheitum, nøvnum o.ø. Tað, at hesi út­ lendsku nøvn, heiti og orð verða brúkt í føroyskum, ger ikki, at fremmandu stav­irnir nýtast ella eiga at gerast partur av stav­rað­ num. Tað ber sjálvandi fram­ vegis til at stava eitt nú fremmand nøvn við stav­ um, sum ikki eru í føroyska stavraðnum, t.d. Lazio, Skåne, La Coruña, Newton, Atatürk, Quito og Marx, hóast z, å, c, ñ, w, ü, q og x ikki eru í stavraðnum. Fremmand nøvn eru altíð í einum máli, hóast allir stavir ikki eru í stavraðnum. Vit hava altíð vitað, at aðrir stavir enn okkara eru til, og at summir teirra verða brúktir í okkara máli. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis er í øllum málum. Tí hava orðabøkur tikið fremmandu stavirnar við og hava skipað leitorðini sambært hesum veruleika og skrivað: a, á, b, c, d... Verða nýggir stavir tik­ nir upp í stavraðið, má um­ fatandi arbeiði gerast at útgreina, nær c og z kunnu verða sett inn fyri s, nær c og q kunnu verða brúkt, har k stendur nú, o.s.fr. Fremmandu stavirnir verða framvegis nýttir á økjum sum t.d. støddfrøði og evnafrøði, men verða teir tiknir inn í stavraðið og harvið fáa støðu sum føroyskir stavir, er ilt at siga, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri rættskrivingina. Stavraðan Tá ið vit stavraða (alfabet­ isera) í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bóka­søvnum, nýta vit, um­ framt føroyska stav­raðið, modernaða latínska stav­ raðið, t.e. enska stavraðið. Harumframt verður bók¬stav¬urin å í donskum, norsk­um og svenskum orð­ um settur á aftasta pláss, og bókstavurin þ í eitt nú norrønum og ís­lendskum orðum verður settur millum t og u, t.e. a á b c d ð e f g h i í j k l m n o ó p q r s t þ u ú v w x y ý z æ ø å Bókstavurin þ verður settur beint eftir t, tí norrønt þ vanliga verður til t í før­ oyskum, og å verður sett á aftasta pláss, tí har stendur tað í danska og norska stavraðnum. Tórshavn 15. november 2013 vegna Málráðið, Zakaris Svabo Hansen, formaður »Abbi - mín bókstavur var ikki í skúlanum« Málráðið gongur ímóti øllum tilmælum - og hevur onga grundgeving... Sjúrður Skaale Tá hevði nógv orðaskifti við sær, tá løgtingið í 2009 hevði spurningin um alfabetið til viðgerðar. Men tað var lítil ivi um, hvør avgerð fór spyrj­ast burturúr: Ein mein­ingar­ kanning vísti, at ein greiður meiriluti av føroyingum vildi hava eitt fult alfabet. Ein samd Málnevnd mælti eisini til, at bókstavirnir c, w og x vórðu tiknir inn í alfabetið. Og á løgtingið var ovurstórur meiriluti fyri tí sama. Eg minnist serliga eitt frá løgtingsviðgerðini: Heð­ in Zachariassen úr Fólka­ flokk­inum greiddi frá, at tá abbasonurin fór í skúla, hevði abbin eftir fyrsta skúla­ dag spurt hvussu tað hevði gingist. Drongurin hugdi kedd­ur upp á abban og segði: Abbi - mín bókstavur var ikki í skúlanum... Nógv góð argument vóru fyri at normalisera føroyska alfabetið, men hetta var kanska tað sterkasta. Hví skulu bókstavir, sum vit brúka hvønn dag, og sum nógvir føroyingar bera í sínum navni, ikki vera í okk­ ara alfabeti? Enn er einki haldgott svar komið uppá tað - og tí ivaðist eingin í, at hetta fór at koma uppá pláss. Og tað var júst orsøkin til, at Løgtingið onga formliga støðu tók í málinum. Í staðin mælti ein fullsamd ment­ anarnevnd tí komandi Mál­ ráðnum til at autorisera eitt fult, føroyskt alfabet. Eingi argument Nú hevur Málráðið so tikið sína støðu. Og hon bleiv ikki sum væntað. Ráðið gong­ur ímóti meirilutanum av før­ oyingum, ímóti meiri­lutanum á løgtingi, ímóti eini samdari mentanarnevnd og ímóti fyrrverandi Málnevndini. Tað hevur ráðið rætt til. Men tá ráðið tekur eina so kontroversiella avgerð, áttu góðar grundgevingar at staðið sum skorðar undir henni. Men so er ikki. Í grundgevingunum verð­ ur sagt, at serføroyska stav­ raðið hevur drúgva siðvenju á baki. Tað er ikki beint. Í fleiri føroyskum skúlabókum stendur tað fulla stavraðið. Víst verður til stavset­ing­ ar­uppskotið hjá Hamm­ers­ haimb frá 1846. Men hann hevði altso X við. Og heim­ urin er ikki heilt tann sami í dag sum í 1846. Sagt verður, at C er ljóð­ liga umboðað av S ella K, X er umboðað av KS osv. Tað er lutvíst rætt. Men vit hava eisini eitt skriftmál og eitt fakmál - og har kann mann als ikki seta S fyri C ella KS fyri X. Málráðið sigur at tað, tey rópa "fremmandu stavirnir" síggjast í "fremmandum" orð­um og nøvnum. Ókey? Er Zachariassen eitt "fremm­ant" navn? Er Loran C "fremm­ ant"? Er sex "fremmant"? Ein grundgeving er, at verða tað, tey rópa "nýggir" stavir tiknir inn í alfebetið, "má umfatandi arbeiði gerast at útgreina" hvar teir skulu brúkast. Hví tað? Teir skulu brúkast akkurát har, sum teir verða brúktir. Men vit fara at hava nøkur amboð afturat í amboðskassanum, tá vit í fram­tíðini taka heimin til okkum á føroyskum. Málráðið hevur snøgt sagt ikki lagt fram eina ta einastu fakliga grundgeving fyri síni avgerð um at ganga ímóti meirilutanum av føroyingum, fyrrv. Málnevndini og Løg­ ting­inum. Eitt alfabet afturat Eg haldi eitt høvuðsargument fyri at hava eitt vanligt, fult alfabet er tann einfalda, at tað er tað, sum vit brúka. Í øllum indoeuropeiska heim­ inum siga fólk ABC fyri 123, og tá vit gera listar og yvirlit nýta vit eisini ABCDE. Tað gera føroyingar eisini. Vit siga ikki og fara aldrin at siga AÁBDÐ. Og tað løgna er, at hetta ásannar Málráðið. Tey skriva í sínum grundgevingum fyri amputeraða alfabetinum, at "tá ið vit stavraða (alfa­beti­ sera) í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bóka­søvnum, nýta vit, um­ framt føroyska stav­raðið, modernaða latínska stav­ raðið, t.e. enska stavraðið". Við øðrum orðum: Vit skulu hava tvey alfabet! Eitt, sum er "føroyskt", men ikki hýsir dagsins málsliga veruleika og tí ikki kann brúkast - og eitt annað, sum kann brúkast. Hetta fer at geva børnum ta fatan, at tað føroyska er nakað mann skal læra, men tað "ordiliga" - tað, sum mann kann brúka - er tað útlendska. Hetta er ikki bara skaðiligt fyri føroyskt, men eisini fyri tjóðskaparligu sjálvsfatanina hjá børnunum. Lurtið eftir Jeffrei Tá orðaskiftið var um henda spurning í 2009, skrivaði tann gløggið málfrøðingurin Jeffrei Henriksen soleiðis: "Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í tele­fon­bókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c, q, w, x) eru eisini illa fyri! Sostatt man vera longst sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað." Í meirilutanum í Málráð­ num eru eisini fólk, sum vilja føroyskum væl, og gera eitt stórt arbeiði fyri at styrkja føroyskt. Tað eiga tey allan heiður fyri. Men í farnu viku tóku tey eina avgerð, sum avmarkar og skerjir føroyskt. Sum ger føroyskt ekskluderandi í staðin fyri inkluderandi - og harvið ger føroyskt veik­ari. Og tey hava ikki lagt fram eina einastu líkinda grund­ geving. Vónin var, at ráðið fór at finna eina pragmatiska semju um stavraðið. Í staðin tykist meirilutin sjálvur hava tikið stavræðið. Tá orðaskiftið var um henda spurning í 2009, skrivaði tann gløggið málfrøðingurin Jeffrei Henriksen soleiðis: »Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í tele­fon­ bókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c, q, w, x) eru eisini illa fyri! Sostatt man vera longst sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað.«