Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 18. november 2013 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eldraøkið: eitt býtisbarn? Sigrún Mohr býráðslimur Tað fyriliggur eitt tilmæli um eldrapoltikk við m.a. hesi visjónini: • at tryggja teir karmar, sum kunnu stimbra, at eldru borgararnir í Før­oy­ um framhaldandi kunnu liva eitt gott og trygt lív, • at teir borgarar, sum hava tørv á hjálp, fáa eina dygdar­góða tænastu, sum tekur atlit at sjálvs­ avgerðarrætti og virði­ leika hins einstaka, • at stuðla einstaka borg­ ar­anum í at vera sum longst í egnum heimi, ella so leingi, hann ynskir tað ella hevur møguleika fyri tí, og • at byggja brýr millum ung og gomul og harvið styrkja samhaldsfesti mill­um ættarliðini. Hetta tilmælið kemur úr Al­ mannamálaráðnum og skal fremjast í verki frá 01.01.2015. Í sama tilmæli stendur eisini, at talið av eldri borgarum yvir 67 ár fer úr 6.500 upp í 11.000 um 20 ár, men samlaða fólkatalið væntandi svinnur sama tíðarskeiðið. Landsstýriskvinnan í al­mannamálum setur 356 milliónir krónur av til hesi 6.500 fólkini, sum komm­ un­ur­nar skulu taka sær av frá januar 2015. Hvussu stór verður veitingin um 20 ár, og hvør skal hava ábyrgdina av, at hon er nóg mikið? Ella er hetta bara sum býtisbarnið, ið verður latið kommununum, tí tey fornisku vilja sleppa sær av við tað? Skulu málini omanfyri røkk­ast, mugu vit bara stað­ festa, at enn er langt eftir á mál. Bara í Tórshavnar komm­unu standa 62 fólk á akuttum bíðilista. Tað, ið kanska er enn verri, er, at fleiri gomul fólk, ið ikki klára seg sjálv, verða ikki útskrivað av sjúkra­húsinum eftir liðna viðgerð, tí ikki er pláss fyri teim­um á stovni, og tey av­ varðandi orka ikki meira. Skammiligt! Eitt ár er liðið, síðan fyrstu búfólkini fluttu inn í Boðanesheimið, sum, nú tað er fult, hýsir 64 fólkum. Men har eru eisini umstøður til eitt dagtilhald, ið kann taka ímóti uml. 60 fólkum, men hagar sleppur eingin enn, og tað undrar mong. Fleiri kanningar vísa, at eitt tílíkt tilboð sparir samfelagnum nógvar skattakrónur, tí hetta útsetur tørvin á stovnsplássi, eins og heimatænastan sparir nógvar tímar. Harumframt fáa tey, ið fáa boðið eitt tílíkt tilboð, eitt betri og virk­nari lív, og í summum førum fáa tey avvarðandi eina uppi­ borna og harðliga til­trongda fríløtu. Boðanesheimið rúmar eisini einari stórari virkis- og venjingarstovu, ið bæði er ætlað búfólkinum á heim­ in­um og heimabúgvandi við tørvi á endurvenjing sum ein tænasta, men enn er eingin játtan til tey heim­ abúgvandi komin úr Al­ manna­málaráðnum. Tí hevur Tórs­havnar kommuna játtað nakað av peningi sum eina fyribils loysn, ið eftir øllum at døma ikki kann halda fram eftir ársskiftið komandi. Eis­ ini hetta tilboðið hevði havt sama fyribyrgjandi virk­nað sum dagtilhaldið. Tórshavnar kommuna eins og aðrar kommunur hava gjørt nógv fyri at bøta um korini hjá tí eldra ættar­liðnum. Tí kann tað ikki annað enn undra, at Landsstýrið ikki er viðspælari á hesum øki. Eg veit um fólk, sum fyrr komu á dagtilhald saman við einum stuðli, men hava mist hesa “tænastu” av sparingum, soleiðis at tey í dag ongan veg sleppa. Í krón­um og oyrum snýr tað seg um uml. 50.000,00 krón­ ur – um árið! Álvaratos, hava vit ikki ráð til tað? At starvast innan eldra­ økið er eitt fakliga krevjandi øki. Tí er umráðandi við væl­út­búnum starvsfólki. Eins umráðandi er, at tey hava møguleika fyri at dag­ føra sínar førleikar, fyri at tænastan skal verða á ein­um góðum støði og ikki minst fyri at varðveita arbeiðs­ gleðina. Sum støðan er í dag, er tíanverri ikki fíggarlig orka sett av til tað. Vit eiga at minnast til og fegn­ast um, at tey, ið hava borið hetta samfelagið í góðum og ringum tíðum, liva longur og hava yvirhøvur betri heilsu enn okkara for­ fedrar. Tey hava fíggjað sín part, tá ið tað lá á teirra herðum. Tí eiga vit eisini at sýna teimum ta virðing at taka okkum væl av teim­ um, tá ið teirra virkna sam­ felagslív heldur uppat. Sjálv ivist eg onga løtu í, at tey eldru fara at fáa tað betri, tá ið eldraøkið verður latið kommununum at umsita – treytað av, at neyðug og hóskandi fígging fylgir við. Stórur dagur í Føroya søgu Zakarias Wang Fáur hevði grunað, at hós­ dagurin 14. november 2013 skuldi gerast ein merkisdagur í Føroya søgu. Men tá Dagur og Vika var á skránni, kom formaður Javnaðarfloksins á skíggjan, og hann segði, at vit skuldu hava eina fólka­ atkvøðu um eitt mál, sum í løtuni er til viðgerðar í landsstýrinum. Tað er ikki fyrstu ferð, Javnaðarflokkurin krevur fólkaatkvøðu. Hetta gjørdi hann í 1930, tá hann sá til, at løgtingið við einari atkvøðu í meiriluta samtykti at vit skuldu hava fólkaatkvøðu um vit skuldu vera saman við Danmark ella ikki. Ta fólkaatkvøðuna vildi danska stjórnin tó ikki hava, so har kom einki burturúr. Men sekst­an ár seinni, í 1946, royndi Javnaðarflokkurin enn eina ferð tað sama. Tá var hann avgerandi fyri, at løg­tingið við einum meiriluta upp á eina atkvøðu samtykti at fólkaatkvøða skuldi vera millum eitt stjórnaruppskot um at innlima Føroyar í Dan­markar ríki, ella loysing Danmarkar og Føroya mill­ um. Hesuferð fekk Javn­ aðar­flokkurin donsku stjórn­ina til at ganga við til fólkaatkvøðuna, og frøin var stór hjá javnaðarmonnum. Men tá fólkið hevði talað, fekk pípan eitt annað ljóð, tí Javnaðarflokkurin helt, at veljararnir høvdu valt skeivt. Javnaðarflokkurin helt, at tað, Føroya tjóð hevði sam­tykt, ikki var tað rætta, tí loysingin varð samtykt. Javnaðarflokkurin sýtti tí fyri at seta loysingina í verk, so sum hann tann 10. mai í løgtinginum hevði bjóðað Føroya fólki at samtykkja á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Men nú er flokkurin eftir øllum at døma komin upp á betri tankar, tí nú er hann aftur farin at krevja fólka­ atkvøðu. Eingin kann taka ein flokk fyri fult, sum brýtur síni há­ tíðar­ligu lyfti fyri tjóðini. For­treytin fyri at ein flokkur kann fáa viðhald í hava eina fólkaatkvøðu, er tí sjálvandi, at tann fólkaatkvøða, sum flokkurin hevur fingið sett í verk, eisini verður fylgd. Tann sum eigur at krevja hetta er flokkurin sjálvur, og tí er tað eyðsæð, at tað næsta, vit fara at hoyra frá formanni Javnaðarfloksins, er at hann setur fram uppskot um loys­ ing Danmarkar og Føroya millum! Eingin kann taka ein flokk fyri fult, sum brýtur síni há­tíðar­ligu lyfti fyri tjóðini. For­treytin fyri at ein flokkur kann fáa viðhald í hava eina fólkaatkvøðu, er tí sjálvandi, at tann fólkaatkvøða, sum flokkurin hevur fingið sett í verk, eisini verður fylgd.