Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI BARNARÆTTINDI Amnesty fegnast um, at før­ oysku myndugleikarnir hava tiki­ð stig til at fylgja pørtum av tilmælunum frá ST. Tað hevur m.a. verið umrøtt at seta barnaumboð á stovn og fráboðanarskyldan er herd, men higartil hava vit ikki sæð nakra ítøkiliga ábending um, at politiski myndugleikin fer at útvega okkum hagtøl um t.d. kynsligan ágang, og stig eru heldur ikki tikin til at liva upp til áheitanina frá ST um, at øll børn í Før­ oyum skulu kenna síni rætt­ indi, sum eru ásett í Barna­ rættindasáttmálanum. Amnesty metir, at tað er orsøk at óttast, at føroysk børn ikki í nóg stóran mun kenna síni rættindi. Í apríl í ár ein starvsnæmingur hjá okkum eina lítla spurnar­ kann­ing, har 93 næmingar í 9. flokki vórðu spurdir um mannarættindi. Hóast hetta bert var ein lítil veg­leið­andi kanning, vórðu vit bilsin av at staðfesta, at tað bert vóru 47 prosent av næm­ ing­unum sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi. So­ statt visti meira enn helm­ iningurin ikki, at børn hava serlig rættindi staðfest í barnarættindasáttmálanum. Av teimum 93 spurdu næm­ ingunum høvdu 41 av teim­ um verið til undirvísing hjá Amnesty fyri einum-tveim­ um árum síðan. Millum teirra var talið á teimum, sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi, munandi størri. Tað var 71 prosent. Í samband við altjóða barna­rættindadagin 20. no­ vember hevur Am­nesty heitt á Bjørn Kalsø menta­ mála­ráðharra um tryggja, at barna­rættindasáttmálin í fram­tíðini gerst partur av lesi­ætlanum. Amnesty hevur somuleiðis spurt, Bjørn Kalsø menta­mála­ráð­harra, um ítøkilig stig eru ella verða tikin at liva upp til áheit­ anina frá ST, um at vit í Før­ oyum skulu vera betur til at upplýsa børnum um barna­ rætt­inda­sáttmálan. Hetta vísti ST á í áheit­ anini til Føroyar í 2011: »At barna­rætt­ind­a­sátt­ mál­in eigur at vera partur av und­ir­vísingarætlanini í øllum skúlum” , “At øll, sum arbeiða við børnum, eiga javnan at fáa skeið og venjingar í barnarættindum” Amnesty saknar eina yvir­skip­aða politiska við­ gerð av tilmælunum frá ST. Tað er týdningarmikið, at politisk støða verður tikin til tilmælini, og at ein ætlan verður gjørd fyri, hvør hevur ábyrgd av ymisku tilmælunum, og nær ætlanin er at seta til­mæl­ini í verk. Hetta verður eisini staðiliga heitt á Før­oysku myndugleikarnar í við­merk­ ing­unum frá ST í 2011. Í sambandi við barna­rætt­ indadagin og móttøku okkara í nýggju hølum hava vit endurprentað plakatina við Barnarættindasáttmálanum, soleiðis at øll áhugað, kunnu fáa eitt eintak. Á næstu síðu sæst eitt yvir­lit yvir nakrar av áheit­ anunum, sum Før­oy­ar hava fingið frá ST í samband við barnarættindasáttmálan. Yvirlit yvir nakrar av áheitanunum, sum Før­oy­ ar hava fingið frá ST í sam­ band við barna-rætt­inda­ sáttmálan. Næsta frágreiðing um barna­rættindi skal altast ST í januar í 2016,og Føroya Deild fer í góðari tíð at eggja viðkomandi pørtum at luttaka. Í 2011 fingu vit við­merk­ ingar frá Barna­rætt­inda­ nevndini í ST, og Føroyar fingu átalu fyri m. a. tey átta punktini, sum eru nevnd her: Føroyar dumpaðu m. a. á hesum økjum: 1. Heildarætaln fyri íverkset­ an av barnarættindum í føroyskari lóggávu 2. Fráboðanarskylda í verki 3. Serlig tiltøk í sambandi við harðskap 4. Barnaumboð 5. Fylgisáttmáli um sølu av børnum, barna­prostitu­ tión og barnaporno 6. Hagtøl um barna­fátækra­ dømi og um kynsliga mis­ nýtslu av børnum 7. Frálæra í Barna­rættinda­ sáttmálanum 8. Fígging til útbúgving og góða sálarliga heilsu Amnesty International Føroya Deild Barnarættindadagin 20. november 2013 Ov fá børn kenna barnarættindasáttmálan Jón Brian Hvidtfeldt Løgtingsformaðurin hevur í dag tilnevnt Annfinn V. Hansen, advokat sum kann­ ingar­stjóra í málinum um Skála­fjarðartunnilin. Tað verður tí Annfinn V. Hansen, sum skal kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávíkavíst Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í inn­lend­ is­málum, og Kaj Leo Holm Jo­hannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undir­ sjóvartunnil undir Skála­firði og Tangafirði (Skála­fjarða­ tunnilin) á lógligan hátt. Landsstýrismálanevndin hevur tilsamans sjey spurn­ ingar, sum hon vil hava kann­ ingarstjóran at kanna og skriva eina frágreiðing um. Kanningarstjórin verður biðin um: 1. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendis­málum, Kári P. Høj­gaard, hevði nøktandi heim­ild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígg­ing og rakst­ur av eini privatari tunnils­verk­ ætlan í tíðini aftaná 1. august 2011. 2. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum, Kári P. Høj­ gaard, hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við ikki at kunna Løgtingið um eftirkanningar- og við­ merkingarskrivið frá embætisfólkum í Inn­lend­ ismálaráðnum, dag­fest 4. juli 2013, tá løg­tingsmál nr. 3/2013 varð lagt fyri og viðgjørt í Løg­ting­inum. 3. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við at sýta fyri at út­flýggja Løg­ting­ inum sátt­málan mill­ um Inn­lendis­mála­ráðið og Copenhagen Infra­ structure Partners, og í øðrum lagi ikki at geva løgtingslimum møgu­ leika at fáa kunn­leika til sáttmálan utt­an at undir­ skriva trún­aðar­avtalu. 4. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Høj­gaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins í svari sín­ um upp á fyrispurning nr. 59/2012 eftir § 52a í tingskipanini, um privata avtalu við útlendskt felag um Skála- fjarðartunnil; tá hann valdi ikki at brúka upplýsingarnar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggj­ar­ liga partinum av spurn­ ingunum. 5. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva av­talu við Copenhagen Infra­struc­ ture Partners um at rinda 1 mió. kr. í sokallaðum “break fee”. 6. At kanna, hvønn leik­lut løgmaður hevur havt í málinum um Skála­ fjarðar­tunnilin, og um hann hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt ella givið Løg­ting­ inum skeivar ella vill­ leiðandi upplýsingar. 7. At kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftir­lits­ skyldu sbrt. § 33, stk. 3 í stýrisskipanar- lógini ella hevur framt brot á lóg­ gávuna, vísandi til punkt 1-5 omanfyri. Annfinn verður kanningarstjóri Annfinn V. Hansen skal kanna, um Kári P. Højgaard og løgmaður hava borið seg rætt at í málinum um Skálafjarðartunnilin Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur tilnevnt Annfinn V. Hansen, advokat, sum kanningarstjóra