Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN - Mín uppgáva sum stjóri fyri Atlantsflog er at syrgja fyri, at Atlantsflog framhaldandi verður eitt so mikið væl rikið felag, at tað til eina og hvørja tíð er til reiðar at kappast, sigur Jørgen Holme Mynd: Álvur Haraldsen Jørgen Holme er 52 ára gamal. Hann var útbúgvin cand. oecon, t.e. búskaparfrøðingur, á Århus Universitet í 1990, og hevur síðani nomið sær leiðsluroyndir og fleiri leiðslútbúgvingar í sínum størvum. Jørgen Holme hevur í fleiri ár verið í leiðandi størvum hjá SAS innan sølu og marknaðarførlsu, har hann m.a. hevur arbeitt fyri felagið í Madrid og New York. Hann hevur eisini arbeitt hjá Spanair á Mallorca, og í tvey ár var hann sølu- og marknaðarstjóri hjá AirGreenland, har hann eisini umsat dagligu rutuflúgvingina. Jørgen Holme var til fyri stuttum stjóri í SEB Gjaldskortum í Danmark, har hann eisini áður hevur verið sølu- og marknaðarleiðari. Jørgen Holme er giftur Mette og saman eiga tey 15 ára gamla Mark og 13 ára gomlu Grit. FAKTA Almenningurin fær ikki at vita, hvat Jørgen Holme tjenar sum stjóri í Atlantsflog. Sjálvur ynskir stjórin ikki at upplýsa sína løn, og somu støðu hevur Niels Mortensen, nevndarformaður. - Nei, vit hava valt at halda talið loyniligt, sigur Niels Mortensen, sum heldur ikki vil upplýsa, hvørt lønin til nýggja stjóran er hægri ella lægri enn stjóralønin hjá fyrrverandi stjóranum. Sambært roknskapinum hjá Atlantsflog fyri 2012 var samlaða inntøkan hjá Magna Arge stívliga 1,6 millión krónur í fjør, alt íroknað. Sambært roknskapinum var sjálv lønin 1.157.000 krónur, eftirlønin var 171.000 krónur og harumframt fekk Magni Arge 230.834 krónur í bonus. Loynilig løn