mikudagur 20. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
Jón Brian Hvidtfeldt
- Nej, jeg skal ikke bo på hotel
de næste par år.
Jørgen Holme er nærum
bók stavi liga
júst
lendur
í
føroyska
samfelagnum.
Hann er komin einsamællur
til Føroya og býr fyribils á
gistingarhúsinum í Vág um,
eitt hanagleiv frá stjóra-
skriv stovu ni hjá Atlantsflog
í hangar inum við flogvøllin.
Stjórin skundar sær at
leggja afturat, at hetta skal
á ongan hátt skiljast sum
kritikkur móti gisting ar húsi-
num.
Jørgen Holme er varin í
øllum tí hann sigur, nú hann
skal traðka síni fyrstu fet í
stóru stjóra skógv unum í før-
oyska tjóðar flog felag num.
- Eg kenni Magna og
hava stóra respekt fyri tí ar-
beiði, sum hann hevur lagt
í felagið. Men eg havi tikið
av starvinum, og eg eri eyð-
mjúk ur móti uppgávuni, nú
eg fari til verka, sigur Jørgen
Holme.
Sum stjóri síðstu 18 árini
hevur Magni Arge verið sera
sjón ligur í landslagnum og
av mongum roknað sum
sjálv ímyndin av Atlantsflog.
Brád liga stjóraskiftið stutt
fyri midnátt leygarkvøldið
vakti tí ans, og Jørgen Holme
er sera varin við at leggja
nakað sum helst afturat
mon gu
spekulatiónunum
kring skiftið.
- Nei, alt sum hevur við
míni setanarviðurskifti at
gera mást tú tosa við nevnd-
ar for mannin um, sigur Jørg-
en Holme.
Bæði
sunnudagin
og
mána dagin var fokus á frá-
far ingar avtaluna hjá Magna
Arge. Tað kostaði Atlantsflog
tvær árslønir at sleppa sær av
við sín stjóra, í rundum tøl-
um tríggjar milliónir krón ur.
Men lønin hjá nýggja stjóra-
num verður fyribils loynilig:
- Nei, tað mást tú eisini
tosa við nevndarformannin
um, svarar Jørgen Holme.
Yrkisleiðin
hjá
nýggja
stjóra num
hevur
ferðast
inn an tvey øki. Tilfamans 15
ár innan flogferðslu og sjey
ár innan kredittkort. Hann
hevur arbeitt fyri SAS í fleiri
londum, umframt fyri Span-
Air og Air Greenland. Og á
hin um økinum hevur hann
a r beitt hjá SEB, sum millum
ann að umsitur DinersClub
og Eurocard.
Síðani
februar
hevur
hann verið tøkur á arbeiðs-
mark naði num.
- SEB legði nógv av sínum
virksemi um og felagið gjørdi
bygn að ar broytingar. Eg fekk
bjóð að eitt annað starv har,
men hevði ikki hug at halda
fram. So eg fór, og havi síðani
hugt meg um eftir øðrum
av bjóð ing um, sigur Jørgen
Holme.
Tilboðið úr Føroyum fang-
aði.
- Ja, nú hevði eg møgu-
leik an at koma aftur til flog-
ferðslu na, sigur Jørgen Hol-
me smílandi og heldur fram:
- Atlantsflog er eitt spenn-
an di felag, sum eisini hevur
stór an týdning fyri føroyska
sam felagið. Harafturat haldi
eg Føroyar vera eitt áhuga-
vert land, sum eg ikki havi
vitj að síðani á heilt ungum
ár um, leggur hann afturat.
Føroysku fortíðina hjá
Holme venda vit aftur til.
Kappingin
Nýggi stjórin í Atlantsflog
sigur seg partvís skilja aftur-
vend andi tosið um kapping
á føroyarutuni. Men hann
hev ur tó hug at seta tosið í
per spek tiv:
- Tá eg arbeiddi fyri SAS
í Svøríki varð nógv tosað
um kapping á ymsu innan-
ríkis rutunum.
Tá
bleiv
nógv umrøtt at seta eitt
minsta mark á, hvat bar til
at kappast um. Tað bleiv tos-
að um eitt minstamark á í
minsta lagi 300.000 ferðandi.
Hó ast minstamarkið ikki
varð veruleiki, so var kjakið
áhuga vert. Tí tað lýsti vand-
an við at krevja fría kapping
fyri ein hvønn prís. Kapping
á ov lítlum marknaði kann
jú gera, at báðir aktørar
bløða, og hvat er tá vunnið
fyri samfelagið, spyr Jørgen
Holme.
Eisini í sínum starvi hjá Air
Greenland upplivdi hann kjak-
ið um at krevja fría kapp ing.
- Her sóu vit eitt politiskt
krav um kapping. Men kapp-
ing in kom ikki, helst tí at
mark nað urin snøgt sagt er
ov lítil, sigur Jørgen Holme.
Á
føroyaleiðini
er
í
princippi num frí kapping.
Men í praksis hevur Atlants-
flog verið einaráðandi, síðani
Faroe Jet um jóltíðir í 2006
misti flogið eftir bara sjey
mán að um í luftini.
- Eg skal ikki koma her
og siga, at pláss ikki er fyri
kapp ing. Mín uppgáva sum
stjóri fyri Atlantsflog er at
syrgja fyri, at Atlantsflog
fram haldandi verður eitt so
mikið væl rikið felag, at tað
til eina og hvørja tíð er til
reiðar at kappast, sigur Jørg-
en Holme.
Stjórin steðgar á fyri at
tryggja sær, at orðið ”fram-
haldandi” kemur við. Hann
er varin, og tykist ikki vilja
trað ka nakran á tærnar.
Hann vendir aftur til sam-
felags týdningin og –ábyrgd-
ina hjá Atlantsflog.
- Tað liggur ein stór ábyrgd
á Atlantsflog. Felagið skal
rekast effektivt og á sunn um
grundarlag fyri fram hald-
andi at kunna røkja sín leik-
lut í samfelagnum. Og verður
felagið rikið væl, so er tað jú
eisini betri brynjað til eina
møgu liga kapping. So tingini
hanga saman, sigur Jørgen
Holme.
Hóast hann hvørki vil
meta ella gita um, hvørt
nøkur kapping er áveg, so
ásann ar stjórin, at serstøðan
hjá Atlantsflog í dag hevur
nakr ar skyldur við sær.
- Jú, vit skulu alla tíðina
gera okkum fortjent til at
vera einasta felag á mark-
naði num. Tað gera vit fyrst
og fremst við at hava eitt
”gott produkt”, sum stjórin
orð ar seg.
Hann vil tó enn ikki fara
í smálutir við, hvussu ”góða
pro dukt ið” kemur at síggja
út eftir stjóraskiftið.
- Tað er ov tíðliga at siga
nak að um enn, svarar Jørgen
Holme.
Svarið gongur aftur, nær-
um hvørja ferð spurningarnir
blíva ítøkiligir.
- Eg havi verið til arbeiðis í
ein dag. Eg kenni ikki felagið
enn, og tú fært meg ikki at
fara inn í einstøk, ítøkilig
viður skifti, svarar Jørgen
Holme.
Avbjóðingin
Jørgen Holme nýtir fleiri ferð
høvið at rósa Atlantsflog sum
felag. Hann heldur, at felagið
hevur ”eitt gott pro dukt” á
nógvum økjum og nevn ir
nýggju Airbus 319 flog førini
við framkomnu naviga tións-
skipan ini umborð, sum eru
við til at bøta um reglusemið
á far leiðunum.
- Men tað er greitt, at vit
hava nakrar avbjóðingar. Vit
hava ein yvirkapasitet av
flog før um, og tí mugu vit fáa
fleiri ordrar í bókina, sigur
Jørgen Holme og peikar
á
miseydnaðu
royndina
at flúgva chartertúrar til
Egypta land
fyri
Atlantis
Rejs er, ið fekk eitt skot fyri
bógv in av ófriðinum har á
leið ini.
Aftur hevur stjórin hug at
draga í land fyri ikki at trað-
ka á tærnar á nøkrum:
- Hinvegin kann eg venda
tí við og siga, at lógu farleiðir
beint fyri framman, ja so
hevði man nokk eisini gjørt
tað. Men hetta er nakað, ið vit
nú fara undir, tí Airbus flog-
før ini skulu flúgva meira enn
tey gera í dag, sigur Jørgen
Holme.
Hóast bara ein góðum
mán aði er eftir av árinum, so
er framvegis lítið ella einki
at hoyra um ætlanirnar hjá
Atlants flog næsta summar.
Eitt nú um flogið verður bein-
leið is til Barcelona og Milano
eisi ni næsta summar.
- Eg havi verið ov stutt í
felag num til at kunna siga,
hvat hevur ligið í kortunum í
so máta. So eg fái ikki svarað
øðr vísi enn at eg havi so
ikki broytt nakrar ætlanir
á hes um øki, svarar Jørgen
Holme.
Á veg
Nevndin í Atlantsflog hevur
sett Jørgen Holme í starv í
eitt skiftistíðarskeið á eitt
til tvey ár. Sjálvur vil stjórin
ikki útgreina, hvat liggur í
hesum.
- Hatta er avgerðin hjá
nevnd ini, og hana fyrihaldi
eg meg til og arbeiði út frá.
Nú fari eg til verka, og meira
havi eg ikki at siga til tað,
svar ar Jørgen Holme.
Hann hevur enn ikki
funn ið sær nakað at búgva í,
og býr tí á gistingarhúsinum
í Vágum.
- Men eg skal hava eina
íbúð. Eg má hava eitt stað,
har eg kann slappa av, tá eg
havi frí, leggur hann afturat.
Hóast hann er familju-
mað ur, so er Jørgen Holme
kom in einsamællur til Før-
oya. Konan Mette og børnini,
15 ára gamli Mark og 13 ára
gamla Grit, vera verandi í
Dan mark.
- Ja, soleiðis hava vit valt
at gera tað. Eg komi at ar-
beiða og hava eina íbúð í Før-
oyum, og so ferðist eg nið ur,
so ofta eg kann, sigur Jørgen
Holme.
Frítíðin fer til til at lesa
og eisini dámar honum væl
at renna. Og so var tað fót-
bólt ur in.
- Ja, eg havi einaferð verið
í Føroyum og spælt fót bólt,
sig ur Jørgen Holme flenn-
andi.
Tað tykist sum varliga at-
ferð in verður løgd á hyllina,
nú samøðan flytir seg frá
spill feska
stjórastólinum
yvir í nostalgisku fót bólts-
minn ini:
- Sum 19 ára gamal var
eg í Føroyum eina viku við
mínum felagi í Århus, Skov-
bakken. Vit búðu í Miðvági
í eina viku, og spældu fýra
dyst ir tilsamans, eisini móti
føroyska landsliðnum. Vit
taptu allar nokk so stórt,
hóast vit fingu styrt frá
lokalum spælarum úr Mið-
vági, leggur Jørgen Holme
smíl andi
afturat,
meðan
hann minnist aftur á grús-
vøllir nar.
- Tað er einastu ferð, ið eg
havi verið í Føroyum. Tað var
ein sera stuttlig vika, og eg
má bara staðfesta, at nógv er
broytt í føroyska sam felag-
num síðani tá, sigur Jørg en
Holme.
Hesaferð eru ørindini tó
onnur enn fótbólturin og
við førið annað enn bólt før-
leikar.
- Eg meti meg hava breiða,
handils liga bakgrund. Eg
havi arbeitt við sølu og
mark nað arføring, og havi
eisini royndir við at saman-
tvinna mark nað ar før ing og
við tað operationella Í roynd
og veru snýr tað seg væl um
at kunna selja eina góða vøru
og eisini at levera hana eftir
av talu. Tað kann vera ein
av bjóðing, tá tú tosar um
flúgv ing og Føroyar. Men tað
er uppgávan, og hana gleði
meg til, sigur Jørgen Holme
at enda.
Varislig fet í
stórum skóm
Jørgen Holme er varin. Hevur fá svar, og velur í flestu førum at flyta spurningar og svar út
í framtíðina. 52 ára gamli danin sigur seg vera eyðmjúkan móti tí uppgávu, sum tað er at
standa á odda fyri føroyska flogfelagnum, ið hevur eina serliga samfelagsskyldu.