mikudagur 20. november 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svenning
slóknaður
Ein hollur, heilur og nærlagdur felagi er slóknaður.
Hevur veitt sín seinasta stuðul, lærdóm og síni seinastu
ráð. Og hevur talað og skrivað síni seinastu orð.
Týsdagin 5. november 2013
andaðist Svenning Tausen,
77 ára gamal.
Neyvan nakar, sum kom
at kenna Svenning og at
hava samband við hann,
hevur nakrantíð gloymt tað.
Hann setti síni djúpu spor
á alt, sum hann fekst við.
Og hann legði okkurt heilt
serstakt eftir seg hjá øllum,
sum untust at vera saman
við honum í hansara so sera
virkna lívi. Sum persónur,
sum fakmaður, sum lærari
og leiðari – og sum íblásari og
undangongufólk á so mong
um økjum. Tað var eins og
djúptøkni, mentan, virðing
og hjartarúmd støðugt lýstu
kring
hendan
sjáldsama
hovbingin, ið kundi síggja
so álvarsamur út og tykjast
strangur. Men sum í medferð
og framferð var so opin,
stuðlandi og skemtiligur – ja,
eitt satt góðdýr.
---
Sjálvur minnist eg væl, tá ið
eg fyrstu ferð kom í samband
við Svenning. Havi verið 6-7
ára gamal, og var ikki farin
í skúla. Svenning var tá
lærari á Realskúladeildini
í Hoydølum, har mamma
mín fór at undirvísa í lív
frøði og landalæru saman
við Svenningi. Ongin barna
garður var tá, so eg spældi
úti um dagarnar og rann
oftani oman á skúlan at
vitja. Har slapp eg onkuntíð
at vera inni í onkrum tíma,
og sat undir hvørjum orði. Í
fyrstuni ræddist eg Svenn
ing eitt sindur, tí hann sá
rættiliga strangur út. Men
tað var beinanvegin, tá hann
fór at práta og vísti mær ans,
at eg gjørdist hugtikin av
hansara søgum og serstaka
málburði, og gjørdist góður
við mannin.
Slapp enntá við á eina
floksútferð til Suðuroyar, sum
mamma og Svenning fóru
við einum realskúlaflokki.
Har vóru vit m.a. og hugdu
at stabbagrótinum í Froðba
og royðulindini eystanfyri
Hvalba
undir
berghols
munnanum til Sandvíkar.
Og so vóru vit í Hvannhaga,
har Svenning var royndur
ferðaleiðari. Har oysti hann
av sínum kunnleika um
landafrøðina, plantuvøkst
urin, fugla- og djóralívið – og
sjálvsagt av søgum og sagn
um úr Suðuroynni.
Havi
ongantíð
gloymt
tað, og hugsi javnan um hesa
uppliving, tá ið eg hoyri hesar
reglur úr yrkingini, “Landið
eg bar við mær”:
Landið! Fjøll og strendur,
ber og veðurbrýnd,
og líðir, dalar við so grønum
yndi,
og fólkið – fjøld av
ættarliðum týnd –
á tíðarhavi skapaðu mítt
lyndi.
---
Mamma mín og Svenning
starvaðust nógv saman sum
lærarar og við at gera undir
vísingartilfar til lærugrein
ina lívfrøði. Eisini eftir at
Realskúladeildin í Hoydølum
varð niðurløgd, og Svenning
flutti oman í Eysturskúlan,
har hann gjørdist vara
skúlastjóri, meðan mamma
undirvísti á Studentaskúl
anum og HF-skeiðunum, ið
byrjaðu kring landið. Og her
finst eitt at teimum mongu
prógvunum
um,
hvussu
góður lærari Svenning var í
føroyskum. Mamma er upp
vaksin í Keypmannahavn
hjá føroyskum foreldrum og
dugdi sjálvsagt at tosa før
oyskt. Hon hevði tó ongantíð
gingið í føroyskum skúla og
havt føroyskt sum fak ella
lært at skriva føroyskt. Haldi
ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg
haldi uppá, at Svenning legði
henni so gott lag á at stava
føroyskt og á mállæruna, at
hon síðani hevur skrivað upp
í leypar av tilfari á góðum og
løttum – og rætt stavaðum –
føroyskum máli. Hetta veit eg,
at hon hevur verið Svenningi
sera takksom fyri.
---
Og á sama hátt hava so ómeta
liga mong kent tað sama frá
Svenningi. Næmingar, lær
arar, rithøvundar, stovnar,
handlar, fyritøkur, bókaút
gevarar, tíðindafólk, gransk
arar, lesarar – ja, samfelagið
og tjóðin øll.
Svenning brendi fyri máli
og menning, væl stuðlaður av
konuni, Amy, ið hevði somu
hugsan og drívmegi. Og hann
var altíð við tí góða orðinum.
Teirri stillføru leiðbeiningini.
Og tí hjálpandi hondini. Fak
liga væl grundaður og dygt
kjølfestur í tí margfeldi, tí
ymiskleika og teimum brigd
um millum fólkið kring alt
landið, sum støðugt hava
skapað og ment tað fjøltátt
aða føroyska málið.
Tað eru fáar útgávur sein
astu hálvu øldina. Fá fólk
og forløg. Fáar fyritøkur og
stovnar, sum hava staðið við
málsligum avbjóðingum og
spurningum. Og fáir miðlar,
sum ikki Svenning hevur
havt penn ella orð, ella hond,
ella ráð, ella knappaborð á.
Harafturat gav hann egnar
lærubøkur út. Tíbetur gav
Sprotin eisini út bókina “Orð
og orðað”, eftir Svenning,
har stórur partur av teimum
tekstum og leiðbeiningum
eru savnað, sum hann hevði
skrivað – serliga til miðlafólk
og onnur, ið skulu samskifta í
almenna rúminum.
Lítillátin og stuðlandi, sum
Svenning var, ber neyvan
til at geva okkum fult far
um, hvussu stóran týdning
Svenning hevur havt fyri
menningina hjá føroyskum
máli og mentan. Men her er
talan um stórverk og lísverk,
sum fáur kann endurtaka.
---
Svenning fekk tó eisini ákoyr
ingar og fekk sett spjaldur á
seg fyri sítt málstrev og sítt
dygga arbeiði. Sum støðan
hevur verið, síðani føroyskt
málstrev tók seg upp, hevur
eisini verið javnan verið roynt
at gera arbeiðið hjá Svenningi
og øðrum til ein trupulleika
ella eina avmarking fyri før
oyskt mál. Ja, onkur hevur
enntá roynt at sett spjaldur á
málstarvið hjá Svenningi sum
“útihýsandi”, “gamaldags” ella
“heimføðisligt”. Eftir mínum
tykki er tað júst øvut.
Svenning kærdi seg tó
ikki um ákoyringarnar ella
hevði nakran hug at leypa á
onnur. Hann hevði ta grund
hugsjón, at føroyska málið
skal støðugt mennast sum
eitt
fullfígjað,
tíðarbært,
samfelagsbært og livandi
mál. Eitt mál, sum skal eiga
sess á øllum rongum í einum
nútímans samfelag – og ikki
bert á summum rongum, so
leiðis sum søgan hevur verið
higartil. Og hann bygdi á,
at føroyska málið í øllum
sínum brigdum, bendingum,
bygnaði, smálutum, munum
og hugtøkum kann hýsa
heiminum. Heiminum sum
alt, ið er og livir og broytist og
skapast á jarðarknøttinum,
bæði her heima og kring
okkum.
Ella sum framhaldið í
yrkingini sigur:
Á hesum lendi gróðursett
mín sál,
skal menna seg og mátt úr
bókum súgva,
í lívsins bjargalendi søkja
mál,
so djarvt sum orð og
mannahugsan flúgva.
Hugsjónin er hvørki “úti
hýsandi” ella “gamaldags”
ella “heimføðislig”. Tað at
menna føroyskt mál sum
eitt javnsett mál í heiminum,
tekur ikki nakað frá nøkrum,
ella hóttir nakran ella setur
niður á nakað annað mál.
Tað ger bara okkum øll rík
ari, og lærir okkum betur
onnur mál og at taka heimin
til okkara. Talan er bert
um
nýggjar
møguleikar
og menning, sum sjálvsagt
krevja arbeiði og stríð – og
sum bert gerast veruleikar,
um fólk taka tað til sín og
tað gerst livandi í okkara
samskifti og hugaheimi. Her
er ongin niðurgerð ella nakar
tvingsil. Hendan hugsjónin
byggir á, at heimurin er
samansettur av ymiskleika
og fjølbroyttum mentanum,
ið hava sama rætt at menna
seg og liva. Ikki á “yvir- og
undirmál”.
---
Hóast eg gekk á framhalds
deild
í
Eysturskúlanum,
var eg ikki so heppin at fáa
Svenning til lærara hesi árini.
Men eg kom at starvast undir
hansara leiðslu eitt ár, tá eg
fekk starv sum óútbúgvin
lærari á Eysturskúlanum. Har
var hann tann virdi og fjálgi
leiðbeinarin og hjálparin hjá
lærarunum – og ikki minst
hjá mær, sum skuldi undir
vísa á framhaldsdeildini og
føra flokkar upp til próv
tøkur
í
Fráfaringarroynd
Fólkaskúlans. Tann lærdómin
og tær royndirnar eri eg
honum sera takksamur fyri.
Eisini var tað lívsjáttandi at
uppliva Svenning á lærara
stovuni við síni at tykjast
smædnu
medferð,
men
sera skemtingarsama lyndi,
sum var úr hovskum bergi
brotið.
Mær rennur til hugs ein
dagin á lærarastovuni, har
vit sótu og lurtaðu eftir tíð
indunum á døgurða í Út
varpinum. Eini tíðindi, sum
vórðu lisin hendan dagin,
vóru um ein skottilburð í
einum stórbýi, har ein maður
hevði skotið eftir fólki á
gøtuni, men var sloppin til
rýmingar. Men sambært Út
varpinum, so høvdu fleiri
vitni “bitið merki í ein ávísan
mann”, sum helst var gern
ingsmaðurin. Tá lat úr Svenn
ingi: “ Ja, so var kanska ikki
løgið, at hann fór at skjóta, tá
so mong høvdu bitið merki í
hann.”
---
Svenning
stuðlaði
virkið
hugsjónini um einar fræls
ar Føroyar, og at vit skulu
gerast javnsett tjóð millum
aðrar í heiminum. Eisini her
var hann altíð við tí góða
orðinum og gav stuðul og
íblástur – eisini tá aldurnar
leikaðu harðast á politiska
havinum. Vit í Tjóðveldi eru
sera fegin um tann stuð
ul hann veitti. Og vit eru
takksom fyri, at tað eydn
aðist Svenningi at lesa rætt
lestur til fyrsta bindið av
søguni um Tjóðveldisflokkin,
sum verður givin út á græk
arismessu komandi ár.
Vit senda okkara djúpastu
samkenslukvøður til Amy,
Magnus, Duritu, abbabørnini
og verfólk.
Svenning er slóknaður.
Men hann tendraði so mong
ljós á síni leið, at tey fara at
kveikja og lýsa á so mongum
økjum – í ókomnum árum og
hjá nýggjum ættarliðum.
Høgni Hoydal