mikudagur 20. november 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um Svenning Tausen
At tíðin stundum tykist okk
um ganga alt ov skjótt, og
skjótari við árunum, munnu
vit øll varnast so hvørt , sum
vit koma til aldurs. Og skjótt
fór henda tíðin mær untist at
støkka inn á gólvið hjá tær,
Svenning. Mær gjørdist hon
alt ov stutt. Men eg fari at
minnast teg og tíðina í takk
semi.
Tað var fyri góðum átta
árum síðan, at eg fyrstu
ferð vitjaði heima hjá Amy
og tær. Eg fekst við ritgerð
um føroyskt mál og hevði í
tí sambandi sett mær fyri
at fáa føroyska orðalagið og
stavseting nøkulunda á beint.
Eftir at hava búð uttanlands
síðan 11 ára aldur, stóð, sum
vera man, ikki so heilt væl
til málsliga. Tú og Amy
tóku so hjartaliga væl ímóti
mær. Sum so ofta í Føroyum
høvdu vit bara tosað løtu
saman, og vísti tað seg, at
tú kendi fitt av skyldfólkum
mínum úr Suðuroynni, og
summum teirra av mínum
egna ættarliði hevði tú havt
hjá tær í skúlastovuni.
Við hesum byrjaði ein
samrøða okkara millum, sum
fór at halda á hesa tíðina –
mangar góðar løtur heima
hjá tykkum, onkur var eisini
hjá mær, eftir at eg flutti
heim, og rættiliga nógvar í
brævasamskifti. Prátið gekk
altíð lætt og fevndi um mangt
og hvat. Tú dugdi so avbera
væl at siga frá fólki og landi.
Mær dámdi at lurta og hoyra
um hendingar frá farnum
døgum og um ymist frá
samtíðini. Eg royndi at leggja
til merkis, hvussu tú málbar
teg undir hesum frásagnum.
Hesum greiða og týðiliga
málburði bar til at læra av,
tað skilti eg beinanvegin. Og
áhuga mínum fyri móður
málinum frøddist tú um. At
sýta mær bønina um hjálp
við at hampa um orðalag,
bendingar og annað, ið hevði
tørv á ábótum, var helst
langt, langt úr tínum huga.
Í teldubrævasamskiftin
um skiftu vit so statt javnt
og samt orð um málsligar
spurningar. Sum oftast eg,
sum spurdi, og tú sum fegin
oysti aftur av kunnleika
tínum. Altíð við nærløgdum
leiðbeiningum, og altíð við
upplýsing um, at “soleiðis
hevur verið sagt í summum
bygdum, men í øðrum verður
sagt eitt annað”. Bað eg teg
lesa onkran tekst og rætta
fyri meg, fekk eg nágreiniligar
frágreiðingar og altíð hesi
somu vinarligu boðini um, at
“her eru nøkur uppskot. Tú
fert at brúka tað, sum tykist
tær best “. Eisini frá skrivligu
leiðbeiningunum royndi eg
at leggja mær í geyma tað,
sum kom fram. Sumt hevði
eg gloymt við árunum, og
sumt var mær púra nýtt.
Støðugt lærdi eg okkurt nýtt,
og tað var ein frálík ferð hjá
mær inn í føroyskt. At hoyra
frá tær eftir einum tveimum
trimum árum, at tú væl legði
framgongdina
til
merkis,
gjørdi meg ómetaliga glaða.
Eg vænti, at tú vart helst ein
av teimum fáu, sum mundi
duga at skilja hetta.
Dagin vit øll tóku farvæl
við teg í fagrasta heystveðri,
segði dómpróstur teirri full
settu kirkjuni frá teimum
fingramerkjum, tú hevur
sett eftir teg í føroyska bóka
heiminum – altíð í góðum og
vøkrum málburði, sum hann
tók til. Fram fyri meg runnu
tá kámu minnini frá søgum
í “Míni jólabók” og eisini
Bíbliusøgubókin, eg átti í
fjórða ella fimta flokki, beint
áðrenn eg fór av landinum. Í
dag er bókin “Fuglar í Norð
urhøvum”, sum tú í 2005
gavst mær í gávu, og har tú
ert annar týðarin, onnur av
tveimum bókum, eg beri við
mær alt summarið. Fleiri
munnu vera runt alt Føroya
land, sum á henda sama hátt
eiga sær onkra yndisbók á
føroyskum máli, har tú hevur
við og gjørt títt.
Tvær ídnar hendur er
farnar til hvílu. Vit fara at
minnast tín ósjálvsøkna ar
beiðshug fyri føroyska mál
inum. Mátti hesin arbeiðs
hugur og viljin til at leggja
sín skerv afturat verið okk
um fyrimynd og eggjað okk
um til at gera tað, sum nú
hvør okkara er mentur, fyri
at hjúkla um okkara ríkasta
mentanararv.
Eg eri fegin um, at eg eisini
havi lært Amy at kenna, tann
umsorgarfulla menniskjan
hon er. Eisini holl í ráðum
og álítandi vinfólk. Summi
vinaløg er serstøk, tó at tey
koma seint í lívinum. Hetta
er eitt teirra. So eg fari fram
vegis at síggja fram til løtur
á Noregsvegi soleiðis, sum
eg havi gjørt hesi seinastu
árini. Tað verður øðrvísi, og
tað verður tómt uttan teg,
Svenning. Men hjá Amy,
børnunum, verdóttrini og
abbabørnum er saknurin
tann meinasti. Tað vita vit.
Og tó, sum vit heilsaðust í
kirkjuni vit báðar Amy, vita
vit jú eisini, at fyri okkum,
sum trúgva er deyðin ikki
hitt seinasta.
Takk
fyri
vinalagið,
Svenning, og takk fyri alt, eg
havi lært.
Tórshavn, 18/11-2013
Majbritt Pauladóttir