mikudagur 20. november 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Niclasen
in memoriam
Allahalganadag
andaðist
André, 75 ára gamal.
André elti ikki sum fyri
var slóðað. Hann gekk sínar
heilt egnu leiðir í øllum. Í síni
heimsáskoðan, sínum lívs
valum, síni politisku áskoðan,
sínum fakliga virki, síni
luttøku í samfelagsorðaskift
inum og í sínum stíli, breyt
hann frá. Breyt frá meiri
lutanum, frá umhvørvinum
og frá tí, sum lá í kortunum
og beint fyri. Og hann stóð
tryggur við síni sjónarmið
og síni grundvirði.
Veit ikki, um søgan er
heilt sonn. Men havi hoyrt
frá onkrum, sum var millum
vinfólkini hjá André í lestrar
árunum í Keyp-mannahavn í
sekstiárunum, at tá Beatles-
fepurin herjaði, og flestu vóru
tikin av fótum og gjørdust
fjepparar, skuldi André siga:
“Jú, jú. Har er helst okkurt í
hasum musikkinum. Men hví
syngja teir allatíðina “Uh-uh-
uh-uu” og “Yeah-yeah-yeah”?
Hvør er meiningin við tí?”.
André var í hvussu so
er ongin poppari og var
altíð kritiskur ímóti tí, sum
stak seg upp sum móti og
“mainstream-mentan”. Og ikki
minst hevði hann andstygd
fyri
kommercialiseringini
og einsrættingini í tí kapital
istiska brúkarasamfelagnum,
har allur tørvur og allar
kenslur
hjá
menniskjum
skulu gerast til lutir og vørur
– og til vinning og profitt hjá
einstaklingum og altjóða
fyritøkum.
Hann koyrdi sín Lada-bil
og helt fast við sín skeiva
reik, uttan mun til, hvussu
rákið og mótin skiftu. Í síni
politisku áskoðan stóð hann
fast við síni sjónarmið ytst á
vinstravonginum. Eisini tá
allar møguligar fraksjónir
og nýggir felagsskapir vórðu
stovnaður í tí sera brimandi
politiska
umhvørvinum
millum føroyskar útisetar
í 60’unum og 70’unum. Og
har André var sera virkin í
orðaskiftinum og við blað
útgávu.
---
Kom at kenna André gjøgnum
uppvøksturin í Hoyvík. Vit
gjørdust grannar at kalla, tá
André og Dikka og døturnar
Sunneva, Marjun og Katrin
fluttu í Hoydalar, har André
fór at undirvísa í russiskum
og týskum. Tey fluttu inn í
aðra íbúðina ovast uppi á
Dreingjakostdeildini – altso
gamla Sanatoriinum í Hoy
dølum – og høvdu ávísa
ábyrgd av næmingunum, ið
búðu á Kostdeildini.
Og har um leiðir helt ung
dómurin í Hoyvík sjálvandi
nógv til. Tað sigur rættiliga
nógv um tolsemið og menn
iskjakunnleikan hjá André
og Dikku, at ongin saman
stoytur ella nakað stríð var
ímillum tey, og tann ikki
altíð so friðarliga ella serliga
væluppdrigna ungdómin í
Hoyvík, sum helt seg eiga
økið í Hoydølum. Og sum
ofta tilskilaði sær ótarnaða
atgongd inn á Kostdeildina
ella fann frægd í at spæla
næmingum og starvsfólki
ymisk puss.
Marjun og eg komu í sama
flokk í Hoyvíkar skúla, og vit
hava verið næstu vinfólk
og í sama vinarskara síðani.
Og lítlasystir mín, Katrin,
gjørdist besta vinkona hjá
Katrini hjá Dikku og André.
Katrin og Katrin vóru sjáldan
meira enn ein metur frá
hvørji aðrari, og Katrin hjá
okkum var sum eitt annað
húsfólk í heiminum hjá
teimum. Havi umvegis hesi
bond havt nógv samskifti
við André, og seinni fekk eg
hann sum lærara í týskum á
HF-skeiðnum í Hoydølum.
Heimið hjá André og
Dikku var av fjálgastu og
blíðastu heimum at koma
í samband og samskifti
við. Tú legði beinanvegin
til merkis tann kærleikan
og tað mildnið, sum André
oysti yvir døturnar. Tær vóru
“krovini hjá pápa”, tær vóru
“stakkalar”, “armingar” og tær
vóru “skinn”. Børnini vóru
dýrgripir og gimsteinar, sum
treytaleyst skuldu fjálgast
um og stuðlast.
---
Tann sama hitan merktu
abbabørnini, langabbabørn
ini – og øll børn og ung, sum
komu í samband við André.
Og ikki minst vit mongu
næmingar, sum hava havt
André sum lærara. Hann
var systematiskur og kundi
tykjast konservativur í form
ligu krøvum um, at “Ordnung
muss sein” og at endurtaka
tann fasta bygnaðin og regl
urnar í mállæruni – og hann
legði stóran dent á “klassiskt
alment dannilsi”.
Men kortini var ongin
autoritér hugsan hjá honum
yvirhøvur. Hann var rætt
vísur og púra ósnobbutur
móti næmingunum og gjørdi
als ongan mun á fólki. André
vildi hava tað besta burturúr
hvørjum einstøkum næmingi
og geva øllum ein kjans, uttan
mun til, hvussu fólk vóru fyri,
hvaðani tey komu og hvørjum
fólki ella hvørji stætt, tey
vóru av. Ungdómurin skuldi
ikki bert arva heimin – tey
skuldu broyta hann og skapa
hann sjálv við sínum egnu
hugsanum og fortreytum.
Undirvísingarstílurin var
dialogur og stillfør leiðbein
ing. Oftast spurningar frá
André, ið skuldu fáa fólk at
hugsa sjálv, leita sær vitan
og brúka tað, ið tey høvdu
lisið og lært í tímunum.
Heldur enn einføld svar, sum
skuldu potast inn í knokkin
á næminginum. Og øll vit,
sum hava verið til próvtøku
við André sum lærara, vita,
at hann var treytaleyst í
tínum parti til próvtøkuna.
Royndi at hjálpa alt tað,
hann megnaði, til tess at fáa
tað besta úrslitið fyri næm
ingin.
---
André var hvassur, speiskur
og
satiriskur
í
almenna
orðaskiftinum
og
sínum
mongu greinum um poli
tikk, samfelag, mentan, mál
politikk o.a. Hann var helst
ein tann best brýndi satir
iski pennurin, vit hava átt.
Ein leikandi lættur pennur
við stuttum og hárhvøssum
setningum, fyndugum orða
spølum og undirspældum
humori. Í einum ummæli
í útisetablaðnum Oyggja
skeggja í 60’unum av eini
føroyskari bók, byrjaði hann
ummælið nakað soleiðis :
“Tann og tann hevur givið ta
og ta bókina út (punktum).
Tað skuldi hann ongantíð
havt gjørt (punktum).”
André var sera nærlagdur
og væl kjølfestur í øllum sín
um virki. Hann gjørdi eitt
stórt arbeiði fyri samskiftið
millum Føroyar og Russland,
sum serliga tók seg upp við
fiskiveiðiavtaluni
millum
Føroyar og Sovjettsamveldið
í 70’árunum. Og eins og fleiri
av hinum, sum høvdu lisið
russiskt, fekk hann mangt
spjaldur sett á seg sum
“njósnari” og umboð fyri
Sovjettsamveldið, orsakað av
tí forpestaða politiska orða
skiftinum í Føroyum undir
Kalda Krígnum.
Sum tulkur hevur hann
veitt bæði myndugleikum
og nógvum fólki dygga hjálp
og tænastu. Tað sigst, at tá
André onkuntíð skuldi simul
tantulka røður hjá føroyskum
politikarum fyri russiskum
gestum, so undraðist onkur
á, at tulkingin var munandi
styttri og knappari, enn teir
setningarnir, sum føroyski
politikarin hevði borið fram.
Og tað var ikki tí, at André
tulkaði skeivt. Men helst
hevur André skorið heilt inn
á bein og brúkt sín beinrakna
stíl,
har
alt
uttanumtos
varð skrædlað burturav. Og
neyvan hevur tað verið til
ógagns fyri røðaran mótvegis
móttakaranum.
---
André var áhaldandi og
polemiskur í sínum skemti
liga stíli og bjóðaði støðugt av.
Eg var ikki samdur við øllum
hansara hugsanum og heldur
ikki altíð um, ímóti hvørjum
hann valdi at beita tann
blanka intellektuella brandin
hjá sær. Men kortini kendi
eg meg altíð avbjóðaðan og
upplýstan – og undirhildnan
– tá eg las greinar og bøkur
hansara, ella slapp at skifta
orð við hann.
Tað vóru kanska júst and
sagnirnar, sum í stóran mun
eyðkendu André. Eins og vóru
mótsetningarnir
í
einum
støðugum dialektiskum sam
spæli, sum skapaðu heildina:
Menniskjað André.
Eins egin hann var, eins
samanrunnin var hann við
síni kæru. Eins dogmatiskur
og óvikiligur hann kundi
tykjast í síni politisku hugsan,
líka so opin og fjøltáttaður
var hann í veruleikanum,
tá tú prátaði við hann um
samfelagsviðurskifti. Hann
var kosmopolittur og sam
stundis bygdasligur og kjøl
festur í heimligum siðvenjum.
Og líka so hvassur, speiskur
og náðileyst satiriskur hann
kundi vera í sínari skriving
– líka so rundur, mildur og
fyrigevandi var hann móti
fólki í beinleiðis samskifti.
---
Saknurin
verður
stórur
eftir André. Og allir okk
ara tankar og okkara sam
kensla fara til Dikku, Eyðun,
Sunnevu, Marjuna, Katrina,
øll abbabørnini og langabba
børnini.
André hvíldi í sær sjálvum.
Nú hvílir hann í hjørtum og
minnum. Og hann livir víðari
í sínum verkum og øllum tí,
sum hann gav. Tá ið vit fara at
síggja ein Lada-bil; eina týska
ella russiska mállæru; ein
satiriskan tekst við sterkum
broddi og humori; tá ið vit
skifta orð um mál og politikk
og skúlaskap; tá ið vit fara at
syngja Internasjonala; tá vit
fara at lesa hansara bøkur
og greinar; og tá ið vit hitta
hansara kæru – tá fara vit
at síggja André ljóslivandi
ímillum okkum og senda
honum mildar og góðar tank
ar.
Høgni Hoydal