týsdagur 27. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 220 - 27. juni 2000
Ynskir tú at tryggja framtíð tína við langtíðar íløgum, so hevur Kaupthing loysnirnar
til tín. Fyri einhvørja upphædd kanst tú gera íløgur í kendar og álítandi fyritøkur á
altjóða stigi. Tosa við okkum og vit finna í felag eina loysn, ið hóskar til júst tín tørv.
S A N S I R T E L 3 5 5 3 5 5
Tinghúsvegur 14 • Tórshavn
Tel 351500 • Fax 351501
www.kaupthing.com
Eldradagur ár
2000 í Skopun
Leygardagin 8. juli verður
hildin eldradagur í Sam-
ljóð í Skopun frá kl. 9 til
18.
Kostnaður 150 kr. fyri
hvønn luttakara.
Nærri upplýsingar fáast
frá Landsfelag Pensjon-
istanna á tlf. 441396,
444191 ella 444122.
Fráboðan til luttøku má
vera í seinasta lagi fríggj-
adagin 30. juni, sigur
nevndin í pensjónistafel-
agnum.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Føroyska
skattatrýstið
Føroyingar hava eitt á leið 10% lægri
skattaprosent enn danir, soleiðis at skilja,
at Hanus og Janus í Føroyum gjalda eitt
lægri skattaprosent enn Jensen og
Hansen í Danmark. Hetta er ikki torført at
skilja, um tað so er Poul Nyrup Rasmus-
sen, sum sigur tað.
Tað sær ógvuliga ósømiligt út, at lands-
stýrismenn ganga og ákæra ein stjórnar-
leiðara — tað veri seg danskan ella úr
onkrum øðrum landi — fyri at spreiða
ósannindi. Omanfyristandandi útsøgn
kann ikki afturvísast. Vísundaliga er talan
um tað korrigeraða skattatrýstið. Um man
roknar skattatrýstið eftir einum øðrum
leisti, so ber til at fáa eitt øðrvísi úrslit.
Fíggjarmálastýrið er komið fram til, at
modifiseraða skattatrýstið er 2% lægri í
Danmark enn í Føroyum.
Modifiserað skattatrýst merkir bert, at man
tekur uppí, hvussu nógv borgarar (ikki
neyðvendigvís teir somu einkultpersónar-
nir, sum gjalda) fáa aftur av skattinum sum
stuðul og aðrar veitingar.
At føroyingar hava eitt høgt modifiserað
skattaprocent merkir bert, at tað er ikki
serliga nógv umfordeiling í føroyska sam-
felagnum í mun til tað danska. Hví ikki
bara forsøma sosialar veitingarskipanir
uppaftur meiri? So kunnu vit fara niður á
Christiansborg við einum modifiseraðum
skattaprosenti, ið næstan er tað sama
sum tað korrigeraða skattaprocentið og
so fara at pástanda, at skattaprosentið í
Føroyum er næstan 15% hægri enn tað
danska, hóast danskarar gjalda bæði ogn-
arskatt og annan skatt, ið vit ikki hava her
í Føroyum.
Føroyingar gjalda eitt lægri inntøkuskatt-
aprosent enn í Danmark. Nú hevur tað
eydnast landstýrinum at skapt uppmerk-
somheit um hetta niðri, neyvan til gagns
fyri føroyingar. At føroyskir skattgjaldarar
fáa lítið fyri sínar skattapengar, tá hugsað
verður um sosialar veintingar, er ikki nakað
at vera framúr errin av og ringt er at síggja,
hvussu hetta kann gagna nakrari fullveld-
issøk.
Háinntøkuborgarar eru ikki teir, ið móttaka
stórvegis sosialar veitingar, og tí er spurn-
ingurin, um nettoskattaprosentið í Føroy-
um ikki sigur, hvussu illa tað er statt hjá
móttakarum av almannaveitingum. Vit
mugu ongantíð gloyma, at tað eru fólk í
samfelagnum, ið av heilsuávum ella øðr-
um áðum tørva stuðul frá landinum, men
ikki kann sigast, at tað er ein ovurstórur
partur av landskassans skattainntøkum,
ið fer til hettar endamál.
Viðmerking:
Mikudagin og hósdagin 28. og 29. juni verður stór
og fjølbroytt framsýning í Flakavirkinum á Sandi
Demokratiskt undirskot í felagsskapinum
EU-felagsskapurin
og
EVRAN eru í dag verun-
leikar, sum vit føroyingar
noyðast at fyrihalda okkum
til – alt annað er vanligt før-
oyskt møsn.
Tað er líkamikið, hvat vit
føroyingar
halda
um
evruna, og tí er tað so eisini
óneyðugt fyri okkum føroy-
ingar at halda fólkaatkvøðu
herum. Okkara fullveldis-
politikarar
hava
biðið
donsku stjórnina um loyvi
at fylgja tí danska gjaldoyr-
anum, óansæð hvussu tað
eitur.
Hví hava okkara fólk
gjørt so, tey tey vita, at før-
oyska krónan einsamøll
hevur ongan kjans at standa
seg. Øll føroyskt uppspar-
ing hevði verið burtur eftir
stutta tíð, eins og tað gekk í
Íslandi eftir 1918 og heilt
fram til okkara tíð.
Hettar skilir løgmaður
sjálvandi, annars var hann
ikki rættur fólkafloksmað-
ur; tí flokkinum hava milli-
ónirnar altíð stýrt. So kunna
vit annars ivast í skili løg-
mans í ríkisrættarmálinum
eftir førimuni.
Tá løgmaður so annars fer
at møsna um ógreið ríkis-
felagsviðurskifti – sam-
stundis sum fullveldis-
fólkini biðja Danmarkar
ríkið um gjaldoyrasamstarv
og annars lova at uppfylla
EU-krøv fyri valutasam-
starvi – ja so haltar logikk-
urin. Tí vit høvdu ikki fing-
ið greiðari viðurskiftir, um
fólkaatkvøða var her í Før-
oyum ella í Grønlandi sam-
an við Danmark um EU-
limaskap ella um EU-gjald-
oyra?
Nei, verunleikin er tann,
at Føroyar og Grønland
kunnu sjálvi velja at vera
uttanfyri EU-felagið, men
innanfyri EU-gjaldoyra, um
Danmark velur hettar. Vit
noyðast at fylgja Danmark
í hesum.
Hettar er einki ógreitt,
men einans serrættindir til
okkum føroyingar sum ikki
einaferð. Og tað er sera
demokratiskt fyri okkum.
Annars inniber »demo-
krati« sama rætt ikki bara
einvegisrætt, sum vit føroy-
ingar tíverri ofta sýnast at
halda.
At »serfrøðingurin« hjá
Tjóðveldinum kemur fram
til demokratiskt undirskot
fyri okkum í danska ríkin-
um átti kanska ikki at undra
nakran. Hann livir enn undir
Kalmaruniónini og bíðar
eftir sínum tjóðfundi. Eitt
dømi um, at annars sera
klók fólk missa evnini at
meta um, orsaka av polit-
iskum áskoðanum – men
tað er helst ógvuliga menn-
iskjansligt? Sum frálíður
síggja vit ikki skógin fyri
berum trøum.
Tað, at vit frítt kunna
velja okkara limaskapir og
okkara gjaldsoyrasamstarv
og annars øll onnur sam-
størv óheft av hinum pørt-
unum í ríkisfelagsskapin-
um, er í mínari verð eitt
yvirskot av demokratii í
okkara part. Og her er tað
Føroya Løgting, sum tekur
avgerðirnar.
At okkara fullveldis-
landsstýri nú biður danska
ríkið um valutasamstarv er
helst í lagi. At vit samstund-
is binda okkum til at lúka
altjóða fíggjarlig og bú-
skaparlig krøv er helst ein
neyðug avleiðing, tó tað
kann koma at skerja okkara
fríu møguleikar á hesum
økinum í framtíðini. Men at
loysingarfólk enntá biðja
um at fáa Danska Fíggjar-
eftirlitið at vera ansingar-
stovn okkara, ja, tað mann
undra mangan føroying og
vekja kenslur frá byrjanini
av nítiárunum.
Tað var so alíkavæl ikki
danska
Fíggjareftirlitið,
sum koyrdi okkum á húsa-
gang í 1992, so sum loys-
ingarfólkini hava prædika?
Jú, hundur er kendur fyri at
eta, tað hann sjálvur hevur
havnað?
Tó gjaldsoyrasamstarvið
við Danmark sleppa vit ikki
undan, óansæð um vit før-
oyingar stemma fyri full-
veldi her og nú, ella sjálv-
stýri nú, og so taka støðu til
fullveldið seinri. Men tað
má sigast at vera sera demo-
kratiskt, at vit sjálvir sleppa
at velja, um so verður.
Birgir Mohr
Sandi
Grind og fylgisveinar
Góði Andras Joensen.
Takk fyri brævið til mín
undir Meining í Dimmalætt-
ing hin 20. juni 2000. Eg
skal svara tínum spurning-
um eftir bestu evnum.
So skjótt grindahvalirnir
eru merktir við fylgisveina-
sendarum, hava vit tól, sum
til eina og hvørja tíð vísa,
hvar teir merktu hvalirnir
eru staddir. Eg havi eina
avtalu við Sjónvarpið um
eisini at vísa gongdina við
millumbili, og rokni eg við,
at eisini bløðini hava áhuga
í at vísa hetta. Annars ætla
vit eisini at vísa tað í fram-
sýningunum á Náttúru-
gripasavninum.
Tá ein grind verður funn-
in, aftan á at hvalirnir eru
merktir, er niðanfyristand-
andi kunngerð nr. 126 frá
23. juni 1997 galdandi. So-
statt skuldi onki tíðarspill
verið fyri grindamenninar,
tí her verður ikki rópt
grindaboð.
Sendararnir eru gjørdir til
at kunna senda í eitt ár, og
vit vita sjálvandi ikki, um
teir merktu hvalirnir halda
saman ella spjaðast til fleiri
grindir. Tað er millum ann-
að tað, vit skulu kanna.
Vinarliga
Dorete Bloch
Kunngerð um
friðing av hvali
Nr. 126 frá 23. juni 1997
Við heimild í § 3 og § 4 í
løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni
1984 um hvalaveiðu, við
seinni broytingum, verður
fyrisett:
§ 1. Grindahvalur og nísa,
sum Føroya Náttúrugripa-
savn hevur merkt við fylgi-
sveinasendarum, eru friðað.
Stk. 2. Tá ein ella fleiri
hvalir í einum bólki av
grindahvali ella nísu eru
merktir, sum nevnt í stk. 1,
er allur bólkurin friðaður.
Stk. 3. Tá grindaboð er,
skulu sýslumenn og/ella
grindaformenn seta seg í
samband
við
Føroya
Náttúrugripasavn til tess at
fáa staðfest, um grindin er
merkt, sum nevnt í stk. 1.
Stk. 4. Verður staðfest, at
grind er merkt sambært stk.
1, skulu sýslumenn og/ella
grindaformenn gera vart
við, at forboð er fyri at
drepa grindina og syrgja
fyri, at grindaboðini ikki
verða givin víðari.
§ 2. Henda kunngerð
kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Framsýning á Sandi
Mikudagin og hósdagin 28.
og 29. juni skipar Kjølbro
Heilsøla fyri stórari fram-
sýning í matstovuni í flaka-
virkinum á Tvøroyri. Frá tí
at heilsølan byrjaði sítt virk-
semi, hevr tað verið heilt
náttúrligt at bjóða fiskiflot-
anum alla ta vøru og útgerð,
sum hoyrir skipum til. Hetta
hevur so ført við sær, at
Kjølbro Heilsøla er blivin
ein leiðandi heilsøla, tá tað
snýr seg um fiskiflotan. Á
framsýningini, sum er meira
ætlað sjófólki, reiðaríum,
virkjum og handlum, verður
nógv at síggja. Av tí at
Kjølbro í 99 fekk umboð
uppá ta heimskendu oljuna
TEXACO, verða sjálvandi
vørur frá Texaco at síggja á
hesari framsýning. Kjølbro
fekk eisini fyrst í 2000
umboð uppá 66 Norð. Hetta
er eitt vælkend íslendskt
merki, sum selir oljuklæði,
dressir,
arbeiðsklæði,
trygdarskógvar og nógv
nógv annað. So 66 Norð
verður eisini at síggja á
framsýningini.
Umframt
olju og klæði til vinnulívið
kemur Kjølbro eisini at vísa
fram knívar frá Frost, húkar
frá Mustad, styvlar frá
Bekina og nógv, nógv
annað.
Í stuttum tíðindaskrivi frá
Kjølbro verður sagt, at opið
er báðar dagarnar frá kl. 17
til 21.00.