Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 RÚNAR REISTRUP Farnu vikurnar eru fleiri lærarstørv lýst leys av nýggjum, tí eingin skikk- aður umsøkjari hevur søkt í fyrstu atløgu. Hesar lýsingarnar hava all- ar verið frá skúlum á smærri plássum, og eftir øllum at døma hava skúlarnir á størru plássunum ikki havt trupul- leikar við at finna útbúgvið fólk til leysu lærarastørvini. - Talan er ikki um bein- leiðis læraratrot. Í løtuni haldi eg at lærdir lærarar eru í flestu lærarastørvum, og teir 23 nýútbúnu lærararnir nøkta eftir mínum tykki tann tørvin, sum er í løtuni. Trupulleikin hjá skúlunum á smáplássunum hevur leingi verið tann, at tað er torført at fáa fólk at fara út um stóru plássini, og enn torførari at fáa tey at støðast har, greiðir Pauli Nielsen, rektari á Føroya Lærara- skúla, frá. Trot stendur fyri framman Men hóast talið av lærarum Størvini tróta ikki Tað verður neyvan nakar trupulleiki at finna arbeiði, hjá teimum 23 nýútbúnu lærarunum, ið fingu prógvið handað á Føroya Lærara- skúla hósdagin. Sum tað sær út nú, fer trot at vera á lærarum um ikki so langa tíð, um ikki vit byrja at taka fleiri fólk inn á útbúgvingina, sigur Pauli Nielsen, rektari á Læraraskúlanum í Føroyum í løtuni samsvar- ar væl við talið á lærara- størvum, so heldur Pauli Nielsen kortini, at tíðin er komin at rópa varskó, tí um fá ár fer fráfallið av lærarum eftir øllum at døma at gerast størri enn tilgongdin, og tá kann læraratrot gerast ein veruleiki. Orsøkin er, at alt fleiri lærarar fara frá fyri aldur hvørt ár. - Fram til 1962 tók Lær- araskúlin bert nýggjar flokkar inn annaðhvørt ár, men síðan tá er ein flokkur tikin inn hvørt ár. Tað merkir við øðrum orðum, at tilgongdin til skúlan gjørdist væl størri og tað sama hend- ir við fráfallinum, tá lær- ararnir frá 1962 og tíðini hareftir byrja at fara frá fyri aldur um ikki so nógv ár, sigur Pauli Nielsen. Hann sær tað sum eina sjálvfylgju, at tá tað, sum í miðal svarar til ein lær- araskúlaflokk, fer frá fyri aldur hvørt ár, so verður trot á lærdum lærarum, um ikki fleiri næmingar verða tiknir inn á Læraraskúlan kom- andi árini. - Sum er taka vit bara ein flokk inn um árið. Tað hevur enntá verið upp á tal frá myndugleikana síðu, at vit ikki skuldu taka nakran flokk inn okkurt árið, tí stúrt varð fyri at størv ikki vóru til allar nýútbúnu lærarar- nar. Men nú er støðan tann øvugta, at taka vit ikki tveir flokkar inn okkurt árið, so fara vit at uppliva lærara- trot. Hetta hevur rektarin á Føroya Lærarskúla latið myndugleikarnar vitað. Maria Abrahamsen, Ásbjørn Berthelsen, Malla Dam, Jóhan Danielsen, Bjørg Djurhuus, Jonna Djurhuus, Jón Eikhólm, Maria Gram, Hanna Heinesen, Jens Heldarskarð, Annika Holm, Bergljót Johannesen, Petry Johansen, Jacoba Lervig, Sólvá Mørkøre, Tórarinn Niclasen, Sigurlaug Nielsen, Jacob Eli Olsen, Poul Olsen, Anna Petersen, John Petersen, Jóna Thomsen og Annbritt Toftegaard RÚNAR REISTRUP - Tað var ógvuliga tætt mill- um fremstu finalistarnar, og eg haldi at atkvøðurnar blivu upptaldar tríggjar ferðir, fyri at vit skuldu vera heilt vís í, hvør ið vann. Orðini eigur ein av fyri- reikarunum, Mark Joensen, um eina spennandi sang- kapping leygarkvøldið. Ongantíð fyrr hava so nógvir luttakarar teknað seg til kappingina um at gerast ársins songrødd, og sam- bært fyrireikarunum var ongin ivi um, at teir tíggju finalistarnir høvdu vant dúgliga. Men bert ein kann sita á 1. plássi og í ár var tað 28 ára gamla Sølva Ford, ið vann á hinum luttakarunum, tá hon framførdi „Baby one more time“ hjá Britney Spears. Kent navn Okkurt graml hevur verið at hoyrt um, at kappingin í ár skuldi vera órættvís, tí fleiri kend nøvn og fyrrver- andi luttakarar í kappingini, vóru millum luttakararnar í ár. Hesum er Mark Joensen ikki samdur í og ávarar ímóti at taka kappingina í ov stórum álvara. - Ætlanin við kappingini er at øll, sum hava hug at royna seg, skulu hava møguleikan til tess, uttan mun til um tey fyrr hava staðið á palli ella ikki. Eg haldi ikki at kappingin gerst órættvís av teirri orsøk, og eg haldi at tey, ið føra hatta fram, taka kappingina eina tonn ov nógv í álvara, sigur Mark. Navnið á vinnaranum hava flestu fólk hoyrt fyrr. Sølva Ford hevur sungið saman við Bergmonnum í longri tíð, og haðani man hon vera best kend. Røddin hóskar til popp Fleiri av fyrrverandi ársins songrøddum eru rættiliga komnar fram eftir at hava vunnið sangkappingina, meðan aðrar røddir eru tagnaðar stutt eftir. Mark Joensen metir, at sigurin leygarkvøldið væl kann gerast startskotið hjá Sølvu Ford til eina tónleika- leið innan fyri popptónleik. - Higartil hevur hon mest sungið country, og hon var kanska ikki sjálv greið yvir sítt potentiali sum popp- sangarinna. Nú hevur hon fingið prógv fyri, at hon eis- ini dugir at flyta seg innan fyri ta sjangruna, og vit, fyrireikararnir, meta, at hon hevur rødd til at koma fram innan hetta slag av tónleiki. Vinningurin, ið Sølva Ford slapp heim við leygarkvøld- ið, var tíggjutúsund krónur, umframt heitið sum ársins songrødd. At døma eftir gongdini farnu árini, letur hetta heitið hurðina upp fyri stórum eftirspurningi millum kon- sertfyrireikarar, so sigurin leygarkvøldið er helst bara byrjanin. Fær Føroya Læraraskúli játtan til at taka tveir nýggjar læraraskúlaflokkar inn, fer tað ikki at gerast nakar trupulleiki at fáa nóg nógvar næmingar. Hvørt ár eru umleið 100 umsøkjarar til læraraútbúgvingina, og flestu teirra lúka tey formellu krøvini. Sum er sleppa bert 24 ígjøgnum nálareygað. Sølva vann Leygarkvøldið var finalan í árligu Ársins Songrødd kappingini í Badmintonhøllini í Havn. Tá allir tíggju finalistarnir høvdu framført hvør sítt lag, og atkvøðurnar vóru taldar upp einar tríggjar ferðir, var greitt, at ársins songrødd eitur Sølva Ford RÚNAR REISTRUP Árliga summarframsýn- ingin í Norðurlandahús- inum letur upp í morgin, mikudagin, kl. 16. Í ár er tað eingin minni enn fjølbroytti listamað- urin Edward Fuglø, sum eigur verkini á framsýn- iningini. Edward Fuglø hevur gjørt seg galdandi bæði við myndum og við pallsmíði til sjónleik og film. Á summarframsýning- ini fer listamaðurin at sýna fram akrylmáln- ingar. Framsýningin verður opin fram til 6. august. Tá hon letur upp í morgin, verður eitt lítið tiltak, har Kári Sverrissom fer at syngja og spæla nøkur løg. Edward Fuglø í Norðurlanda húsinum Ósemja ste›gar koltursmilliónum Dia Midjord Hóast bóndin í Koltri hev- ur fingi› skrivtliga tilsøgn um peningagávu frá N‡ Carlsberg grunninum, so ætlar grunnurin kortini ikki at veita nakran stu›ul. – Vit hava í skrivi til festaran og myndugleikar bo›a› frá, at vit meta stø›una so miki› ógrei›a í løtuni, at máli› frá okk- ara sí›u er lagt á hillina, sigur Hans Edvard Nørre- gård Nielsen, forma›ur í N‡ Carlsberg grunninum. Hvat er ta›, sum er ógreitt? – Í útspælinum frá nevndini, i› arbeitt hevur vi› koltursætlanini finn- ast bæ›i eitt meiriluta- og eitt minnilutauppskot um ætlanina. Tískil meta vit stø›una ógrei›a og hava frábo›a› hesum, sigur Nørregård Nielsen. Her kann leggjast aftrat, at Sosialurin skilir, at N‡ Carlsberg grunnurin ikki er nøgdur vi› útspæli› um, hvussu ein ætlar sær at leiga øki› frá Jar›ar- rá›num. Høgni loysa knútin Koltursbóndin vil ikki gera vi›merkingar til máli›, men váttar, at bólt- urin er sparka›ur út í Tinganes til Høgna Hoy- dal. – Eg fari at bi›ja N‡ Carlsberg grunnin koma vi› eini frágrei›ing, hví alt brádliga er endavent í holuni, sigur landsst‡ris- ma›urin. Hann vísir á, at vi›ur- skiftini í Koltri slettis ikki eru politiskt vi›gjørd, so tískil skilir hann ikki út- spæli› frá grunninum. – Ein samansettur bólk- ur hevur gjørt eitt álit, hvussu ætlanin at umvala og gera eitt bygdarsavn í Koltri kann skipast. Bólk- urin er samdur um eina antikvariska serskipan fyri Koltur. Í hesum áliti- num hevur eisini ein minniluti sagt sína mein- ing, og hetta er rættiliga vanlig mannagongd, sigur Høgni Hoydal. Landsst‡risma›urin er farin upp í hetta mál, tí ta› tykist sum um N‡ Carlsberg grunnurin setir spurna›artekin vi› poli- tiska myndugleikan í Før- oyum. – Ta› vil eg ikki hava sitandi á mær. At lands- st‡ri› er vi› í hesi ætlan, er nevniliga fyri at tryggja, at øll faklig og antikvarisk atlit ver›a fylgd, og at einki skeivt skal fara fram vi› fígging og ø›rum, sigur lands- st‡risma›urin Høgni Hoydal. Ikki endaliga avgjørt Forma›urin í N‡ Carls- berg grunninum, Hans Edvard Nørregård Niel- sen, sigur, at máli› um stu›ul fyribils er lagt á hillina, men ta› er ikki tiki› av skránni. Hann vil kortini ikki siga, hvat skal henda í Føroyum, um máli› skal takast ni›ur aftur av hill- ini. Tvær milliónir, i› koltursbóndin fekk lova› frá N‡ Carlsberg grunninum at umvala fyri, eru brádliga horv- nar. – Ósemja er orsøkin, sigur forma›ur grunn- sins Hans Edvard Nørregård Nielsen. Milliónirnar til koltursbóndan koma neyvan í bræ›i, so leingi N‡ Carlsberg grunnurin metir, at vi›urskiftini eru ógrei› Høgni Hoydal, lands- st‡risma›ur, fer í skrivi at bi›ja N‡ Carlsberg grunnin koma vi› eini frágrei›ing, hví teir hava vent ætlanini baki›