Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 Høgni Mohr Tríggir málsligir studentar høvdu í felag skriva› pisu- rø›una, sum Stefan í Skor- ini bar fram á pisufundinum í vi›arlundini í farnu viku. Stutta rø›an var merkt av bjartskygni, og ta› tóktist púra greitt, at rø›uhøvund- arnir, Kristian Eli Andersen, Katrin Dam á Neystabø og Stefan í Skorini, ikki bóru ótta fyri framtí›ini. Broyting Stór broyting er farin fram í føroyska skúlanum, og hetta røddi Stefan eisini um. Hann sta›festi, at ta› nú í størri mun ber til at velja sær a›ra útbúgving enn student og HF. Og hetta hev›i sam- bært hann havt vi› sær, at studentar ikki longur høvdu somu framíhjárættindi og sama status sum á›ur. Telduheimurin ávirkar eisini útbúgvingarhugin. Stefan í Skorini seg›i, at nú var ikki longur ney›ugt hjá øllum at fara skúlalei›ina: - Dømi eru í dag um nógvar sokalla›ar teldu- snillingar, sum heldur enn at fara í skúla, eru sjálvlærdir, og sum eftir fólkaskúlan hava fingi› gó› størv í før- oyskum og útlendskum teldufyritøkum, seg›i Stef- an og endurgav ein út- lendskan serfrø›ing í kunn- ingartøkni, sum vildi vera vi›, at ta› í dag bar til hjá einum 15 (fimtan) ára goml- um teldusnillingi at vera hægri løntur enn væl útbúgvin 50 (fimti) ára gamal stjóri í onkrari fyritøku. - Men vit studentar ætla ikki at lata teldurnar st‡ra okkum. Vi› tí hollu útbúgv- ing, vit hava fingi›, ætla vit at st‡ra teldunum, seg›i Stefan afturímóti. Útbyggi› fró›skaparsetri› - Ta› er ein heimur uttan fyri ríkisfelagsskapin, endurgav Stefan, Karsten Hansen, landsst‡rismann, fyri at siga. Hetta seg›i rø›arin í sambandi vi›, at fleiri før- oyingar velja at útbúgva seg ví›ari a›rarsta›ir enn í Dan- mørk. Eisini í Føroyum eru møguleikarnir at fáa hægri útbúgving vor›nir størri. Men Stefan í Skorini og floksfelagar kundu væl hugsa sær, at Fró›skapar- setri› var› útbygt, til tess at økja um útbúgvingarmøgu- leikarnar her á landi. - Hví skal alt ljósi› í land- su›ri liggja? Heldur vit runt alla havsbrúnna hyggja, harav birtist ljósi› í Føroy- um, las Stefan upp úr yrking hjá J.P. Gregoriussen. Fjór›i G Rø›an hjá teimum trimum málslingunum snú›i seg eisini um hugtaki›, at »real- isera« sjálvan seg. Rø›arin mælti ungdómum til at fara út í heim at fjakka, á háskúla ella kanska í anna› land at arbei›a. Og vantar teimum ungu pening, so er sambært Stefan eittans val: - Ta› krevur bert at melda seg í 4. G ni›ri á Fiskavirk- ing. Ta› eiga vit sum stu- dentar heldur ikki at ræ›ast, gjørdi Stefan greitt. Flytifuglur kemur aftur Í skaldborna endanum á rø›uni í gó›a ve›rinum í vi›arlundini ó›inskvøldi›, røddi Stefan í Skorini um brøtt bjargalendi. - Lítla land okkara hevur mong ymisk bjargalendi, og tey skulu bæ›i søkjast og røkjast. Nú fara vit stu- dentar at klíva n‡ggj og óroynd bjargalendi. Og so flúgva vit pisur avsta›, nakrar á nærlei›um, a›rar á fjarlei›um. Men flytifuglur- in kemur altí› aftur til land okkara, Føroyar, tí her er heim okkara, spáddi Stefan í Skorini at enda. Ein heimur uttan fyri ríkisfelagsskapin PISUFUNDUR. Í Pisurø›uni hjá trimum málslingum gjørdi rø›arin vart vi›, at fleiri føroyingar velja at útbúgva seg ví›ari a›rarsta›ir enn í Danmørk. M.a. í Føroyum Stefan í Skorini bar vegna seg og tveir floksfelagar fram pisurø›una í vi›arlundini í farnu viku. Mynd: Jens Kristian Vang Umhugsa forboð ímóti politibilum Nú skal greiða fáast á, hví bremsurnar á Ford Mondeo bilunum, sum løgreglan brúkar, við hvørt svíkja. Í Føroy- um hevur onkur tilburður verið, har bremsurnar á politi- bili knappliga ikki riggaðu EYÐUN KLAKSTEIN Danska politistafelagið, har tað føroyska felagið hjá politistum er limur, um- hugsar nú at forbjóða poli- tistum at brúka Ford Mon- deo politibilarnar. Orsøkin er, at bremsurnar á hesum bilum javnan svíkja, og tað ger, at poli- tistarnir kenna seg ótryggar við at nýta hesar bilar. Í Føroyum eru flestu politibilarnir av slagnum Ford Mondeo, og um danska politistafelagið setir forboð ímóti nýtsluni av Tríggir av portørunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frammanfyri nýggja sjúkrabilin, sum varð tikin í nýtslu í gjár. Mynd: JH Tóku nýggjan sjúkra- bil í nýtslu í gjár EYÐUN KLAKSTEIN Seinastu vikuna hava por- tørarnir á Klaksvíkar Sjúkrahús royndarkoyrt nýggja sjúkrabilin, sum er komin til Klaksvíkar. Talan er um ein VW Transporter við diesel- motori, sum í gjár varð tikin í nýtslu. – Hesin bilurin er nýggjur fyri okkum, og tað er ymiskt, sum er øðrvísi sam- anborið við gomlu bilarnar. Tí hava vit brúkt eina viku til at venja okkum við bilin, áðrenn vit tóku í brúk, sigur Jaspur Johannesen, sum er ein av portørunum á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Umframt nýggja sjúkra- bilin eru tveir aðrir sjúkra- bilar í Klaksvík, men hesir eru báðir gamlir og slitnir. Herfyri var nógv umtala av, at annar av hesum gomlu bilunum breyt ein aksil, meðan hann var í neyð- sendarørindum. Annar av gomlu sjúkra- bilunum skal nú á verkstað, har stórar umvælingar skulu gerast á hann. Ætlanin er, at báðir teir gomlu sjúkra- bilarnir skulu brúkast sam- an við tí nýggja bilinum. – Vit hava brúk fyri trim- um sjúkrabilum, tí vit eru so nógv av oynni við bil- unum. Vit flyta millum ann- að fólk til Havnar og til flogvøllin, og í miðal eru vit tríggjar dagar um vikuna úr Klaksvík við sjúkrabili, sig- ur Jaspur Johannesen. Nýggir sjúkrabilurin er fýrahjólstrektur, og tað halda portørarnir verður ein fyrimunur í vetur. hesum bilum, fær tað eisini ávirkan á føroysku løgregl- una. Nøkur politistafeløg í miðjútlandi hava longu fingið nóg mikið. Feløgini hava noktað politistum at koyra hesar bilarnar, tí teir kunnu vera vandamiklir. – Okkum dámar væl Modeo-bilarnar, men um danska politistafelagið fer at seta forboð ímóti hesum bil- um, so fara vit at fylgja hes- um boðum, sigur Kristian Dahl, sum er næstformaður í føroyska politistafelag- num. Hava eisini svikið í Føroyum Trupulleikarnir við brems- unum á Modeo-bilunum hava verið afturvendandi seinastu árini, men tað er ongantíð vorðið greitt, hvi bremsurnar við hvørt svíkja. Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandoynni, hevur roynt bremsusvikið hjá Mondeo. – Tað var á heysti í 1997, tá grind var í Húsavík. Eg skuldi skunda mær til Sands, men tá eg kom úr Líðini og skuldi taka eitt sving, riggaðu bremsurnar ikki. Tíbetur var vegur fyri framman, og einar 100 metrar seinni steðgaði eg, greiðir hann hann frá. Eingin skaði stóðst av hendingini, men sýslumað- urin gav fráboðan um hend- ingina, og bilurin varð kannaður á verkstaði. Tað einasta boðið upp á, hvat var hent, var at sýslu- maðurin hevði brúkt brems- urnar í so dúgliga á ferðini úr Húsavík, og at tær tí sviku í eina førðinum. Síðani hevur Ingibjørn Eldevig ongantíð upplivað sama feilin aftur, og í vikuni fær sýslumaðurin á Sandi ein nýggjan politibil – ein Ford Mondeo. Í hesi vikuni skulu um- fatandi kanningar gerast av nøkrum Mondeo-bilum í Danmark, og eftir úrslitið av hesum kanningum fer danska politistafelagið at taka støðu til, hvat skal henda víðari í málinum. Eini 500 Mondeo-politi- bilar eru í ríkinum. Bremsurnar á Ford Mondeo politibilunum svíkja við hvørt, og tað kann hava við sær eitt forboð ímóti at nýta hesar bilar sum politibilar. Mynd: Jens Kristian Vang 29 29 Sosialurin - 311820