Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 Høgni Mohr Erling Poulsen, fyrrverandi lærari í Vági, gav í vár út bók, i› sprottin er úr sigling- arsøgu føroyinga. Í bókini, i› er hin áttanda hjá Erlingi sí›ani 1990, ver›ur sagt frá um fiskiskipi›, Marité. Hon var onnur fransaskonnartin, i› A.P. Møller keypti til partabrævafelag sítt í Sjóvar sókn vi› árslok í 1929. Endamáli› vi› skonnart- ini var serstakliga, at hon skuldi luttaka í grønlands- fiskiskapinum, sum av álv- ara hev›i tiki› seg upp um hetta mundi›. Skipi› er pallurin Erling Poulsen er tikin úr leikum sum frásøguma›ur, og hetta sæst aftur í bókini um Marité. Hóast bókin er skriva› sum frásøgn frá tá i› Marité kom til landi› í 1930 og til hon var› seld í 1978, eru frásagnirnar hvørt ári› krydda›ar vi› nógvum spennandi og bergtakandi smásøgum, i› hava sam- band vi› skipi›. Solei›is ver›ur skipi› n‡tt sum pall- ur til at framføra eina áhugaverda mynd av livi- umstø›um føroyinga tá á døgum. Myndatilfari› í bókini er ógvuliga umfatandi og stór- sligi›. Harumframt eru nógvar andlitsmyndir av mongu monnunum, i› fóru mangan brattan vi› fransa- skonnartini. Eisini fyri ung Hvussu bókin er sum søgu- ligt verk, dugir bla›ma›urin ikki at meta um. Men hon er i› hvussu so er ein spenn- andi mynd av eini farnari tí›. Hóast ein kundi hildi›, at frásagnirnar í bókini í størsta mun venda sær til eldra ættarli›i› í Føroyum, er hetta valla so. Frásøgu- hátturin hjá Erlingi er somi- ki› lættur og hugtakandi, at eisini unglingar kundu ver›- i› hugtiknir av honum. Bókin um Marité er 134 bla›sí›ur og kostar 180 krónur. Marité - eisini til yngri lesarar BÓKAÚTGÁVA. Søgufró›i rithøvundurin, Erling Poulsen, hevur vi› áttandu bókaútgávu síni enn einafer› lati› úr hondum hugtakandi lestur um lívi› á sjónum. Bókin er á tremur vi› spennandi frásagnum, i› eisini kunnu hugtaka unga lesaran Marite hevur fingi› ein rangan sjógv 6. oktober! 1967. Báturin á dekkinum fór í knús, og seinni fyri bor›. Hesa myndina og a›rar av somu hending tók navnframi ró›rarrisin, Ove Joensen, sáli, av st‡rhústakinum á Marité. Bókin hjá Erlingi Poulsen um fransaskonnartina er ein spennandi mynd av eini farnari tí›. Her er Marité avmynda› í Toqqusaq í Grønlandi. Hesin fl‡tur á stokkunum. Nógv var› lagt fyri tá i› Grønlandsbátarnir fingu fisk. Menninir á bátunum blaka›u vei›una upp á skip, sum t.d. Marité, har fiskurin var› flaktur og salta›ur. Myndir: úr bókini Marité Oyggjarfundirnir vóru gevandi Útoyggjanevndin heldur tíðarætlan- ina fyri sítt virksemi, og tey halda seg hava fingið nógv burtur úr Oyggja- fundunum, sum hava verið kring landið EYÐUN KLAKSTEIN Útoyggjanevndin, sum varð sett at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri menning á útoyggjunum, heldur tíðarætlanina fyri sítt virksemi. Í síðstu viku hevði nevnd- in fund, har tey viðgjørdu tað tilfarið, sum higartil er savnað inn. Eisini var ar- beiðsætlan løgd fyri restina av arbeiðnum. – Enn heldur tíðarætlanin, men summar frítíðin, sum nú er fyri framman, kann seinkað innsavningina av tilfari frá stovnum og fyri- tøkum, sigur Olga Biskop- stø, sum er samskipari og formaður í útoyggjanevnd- ini, í tíðindabrævi til fjøl- miðlarnar. Á fundinum, sum er tann næsti hjá útoyggjanevndini, viðgjørdi nevndin tað tilfar, sum higartil er savnað inn, og avgjørt var at seta fólk at hava ábyrgd av ymsum økjum av verkætlanini. Nevndin viðgjørdi eisini nøkur av teimum evnunum, sum vísa seg at vera í brennideplium, millum ann- að landbúnaðurin, jarðar- viðurskifti og samferðsla. Eisini viðgjørdi nevndin mentan og siðaarvin í sam- bandi við røkt av haga og bjørgum, sum er í vanda fyri at doyggja út, um ikki lógir og reglur á hesum øki verða lagaðar til. Skrivstovuveldið ein trupulleiki Í tíðarskeiðinum frá 2. til 12. mai vórðu Oyggjarfund- ir hildnir ymsastaðni, og hesir fundur vóru bæði áhugaverdir og gevandi, heldur nevndin. – Skrásetingin av tí, sum kom burtur úr hesum fund- um, er um at vera liðug, og gevur eina góða mynd av umstøðunum, sum fólkið á útoyggjunum livir undir, Útoyggjanevndin kannar, hvussu umstøðurnar á útjaðaraplássum sum Hattarvík kunnu betrast SVEINUR TRÓNDARSON - Tað er avgerandi munur á loyvistengdum vinnum, sum fiski og alivinnu, og øðrum vinnugreinum, har óavmarkað atgongd er at taka upp vinnuvirksemi. Tí heldur felagið tað vera rætt, at hildið verður fast við verandi mark, har út- lendski ognarparturin er avmarkaður til 33 prosent. Hetta er niðurstøðan, sum Føroya Arbeiðsgevar- afelag er komin til, eftir at hava viðgjørt málið um ognarviðurskiftið á nevnd- arfundi 15. juni. Sambært Vinnuhúsinum, er felagið av teirri áskoðan, at lógargrundarlagið, um neyðugt, má broytast, so hesar reglur standa púra greiðar. Kjakið seinastu tíðina bendir á, at eitt nú alilógin ikki lýkur hesi krøv. – Neyðugt er, at lóg- - Haldi fast við triðingin Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er munur á vinnum, har rakstrarloyvi krevst og vinnum har slík loyvi ikki eru kravd. – Tí eiga myndugleikarnir at halda fast um at útlendski ognar- parturin verður avmarkaður til 33 prosent, skrivar Vinnuhúsið í morgun argrundarlagið verður til- lagað, so fullkomiligt gjøgnumskygni er í øllum eigaraviðurskiftum innan allar loyvistengdar vinnur. Tað hevur týdning fyri vinnuna og onnur uttanum vinnuna, at øll viðurskifti eru í lagi og tað eigur tað almenna at tryggja, sigur Arbeiðsgevarafelagið. – Tað almenna skal á henda hátt tryggja, at fylgjast kann við í, um reglurnar verða hildnar, og verða tær ikki tað, eigur - Tað almenna skal á henda hátt tryggja, at tað ber til at fylgja við í, um reglurnar verða hildnar, og verða tær ikki tað, skulu lógarásettu avleiðingarnar fylgjast, og tað merkir, at loyvir kunnu vera tikin aft- ur, skrivar Vinnuhúsið frá fundinum hjá Arbeiðsgev- arafelagnum. sigur Olga Biskopstø. – Tilfarið lýsir teir fyri- munir og tey lívsvirði, sum lívið á útoyggjunum hevur við sær, men vísir eisini, hví tað er so trupult framhald- andi at búsita útoyggjarnar. Umframt vantandi ar- beiðspláss og aðrar umstøð- ur, er skrivstovuveldið og lógarverk eisini ein forðing fyri búsetingini á útoyggj- unum. – Forðingar fyri menning botn í fleiri ymiskum viður- skiftum, frá stirvnum og illa tillagaðum lógarverki til praktiskar forðngar – mill- um annað í umsitingini, har tað kann verða trupult at finna runt í skrivstovuveldi- num, sigur Olga Biskopstø í tíðindabrævinum. – Eisini eru fleiri viðurs- kifti, sum bert krevja smá- vegis broytingar í dagligu mannagongdini í almennu tænastuveitingunum fyri at gera livilíkindini munandi betur. Senda uppskot inn Infrastruktururin er eitt øki, sum fyllir nógv í innsavn- aða tilfarinum. Hetta verður mett sum lívsæðrin fyri menning, og millum annað verður tosað um tunnil til Gásadals og ferjuegu á Kalsoynni. Øll uppskot, sum eru komin til útoyggjanevndina, verða viðgjørd, og enn ber eisini til at senda uppskot inn. Higartil eru uppskot innkomin, sum fevna frá ítøkiligum vinnuvirksemi til broytingar í jarðar- lóggávuni. Um fólk hava hug at senda uppskot inn ella gera onkrar viðmerkingar, ber til at senda hetta til Løgmans- skrivstovuna og viðmerkja, at tað er ætlað Útoyggja- verkætlanini. SUMMARTÓNAR 2000: Austrian Art Ensemble Norðurlandahúsinum í kvøld. Á Summartóna-konsert í kvøld verður tónaverkið hjá Werner Schulze, sum á gjár- kvøldið fekk føroyska frumframførslu í Fugla- fjarðar Kirkju, at hoyra í Norðurlandahúsinum. Framførsluna fremur Au- strian Art Ensemble úr Eysturríki. Hetta ljómlið varð stovnað 1980 í Graz og hevði tað sum sína upp- runaligu ætlan helst at fram- føra teaturtónleik. Men sum frá leið er AAE vorðið eitt gitið kamarorkestur, sum umframt at taka lut í teatur- framførslum eisini hevur egnar konsertir og tá helst við nútíðar tónleiki. Stovnari og leiðari orkest- ursins Wim van Zutphen er úr Hollandi. Hann fekk sær útbúgving í klaverspæli, leiðslu og innan elektron- iskan tónleik í Utrecht. Seinni er hann fluttur til Graz í Eysturríki, har hann á tónlistaháskúlanum fram- haldandi útbúði seg í jazz tónasmíð. Solistur í LLULL er mezzosopranin Dagmar Hödl. Hon kemur úr Steier- mark í Eysturríki. Útbúgv- ing fekk hon í Graz og Mainz, og sum konsertsang- ari hevur hon vitjað víða um í Europa og Asia, umframt at hon sum operasangari ofta er á palli bæði í Eyst- urríki og í Týsklandi. Umframt at vera fastur limur í Austrian Art Ensem- ble undirvísir Dagmar Hödl á Universität für Musik und darstellende Kunst í Graz. Á konsertini í kvøld í Norðurlandahúsinum syng- ur Petra Iversen kingosálm- ar og ein dupultkvartett úr Havnarkórinum syngur gamlan føroyska fólkatón- leik. Austrian Art Ensamble í Norðurlandahúsinum