Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI - Tað eru bara nøkur fá hús her, men sjálvt her kann slíkt henda. Tað er ræðuligt, sigur Eyðfinn Hansen Tann 68 ára gamli maðurin, ið er skuldsettur fyri at hava dripið tann 61 ára Poul Daniel­sen í Havn í miku­ kvøld­ið, noktar seg sekan. Skuldsetti maðurin varð framsettur í grund­lóg­ar­av­ hoyr­ing hósdagin klokkan 15, har hann noktaði seg sekan. Tann skuldsetti er í fyrsta lagið skuldsettur fyri manndráp. Í rættinum kom fram, at tann dripni er stungin í bringuna við knívi. Í øðrum lagi er hann skuld­ sett­ur fyri serliga grovan harð­skap við deyða sum fylg­ju. Ákærin kravdi, at av­hoyr­ ingin henda seinnapartin fer fram fyri afturlatnum hurð­um, tí hann helt, at tað annars kundi órógvað kann­ ing­ar­arbeiðið hjá politinum. Verjin, sum er Jógvan Páll Lass­en, mótmælti hesum kravi­num og grundgav tað við, at tað hevur verið ein so massiv umrøða av máli­num í miðlunum í dag, sum hann helt hava verið rætti­liga einsíðuga. Tískil var hetta einasti møguleiki hjá skuld­ setta manninum at verja seg. Dómarin í Føroya Rætti vísti kravinum um aftur­ latn­ar dyr frá sær, men setti referat­forboð. Fleiri fólk skulu avhoyrast í málinum, og í rættinum kom fram, at tann skuldsetti eig­ ur húsini, har hendingin fór fram í ovaru hæddini klokk­ an 21.30 mikukvøldið. Noktar seg sekan Tað var á ovaru hædd í hesum húsunum í Marknalíð 3 í Havn, at tann 61 ára gamli Poul Danielsen mikukvøldið varð stungin í bringuna og doyði Tað var klokkan 22:52 miku­ kvøldið, at løgreglan í Havn fekk fráboðan um, at tann 61 ára gamli Poul Daniel­ sen var funnin deyður á bú­staði sínum í Marknalíð 3 í Havn. Tá løgreglan og sjúkra­ bil­ur stutt eftir komu á stað­ið, varð greitt, at alt ikki var sum tað átti at verða, og illgruni var um, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt. Løgreglan handtók og skuld­setti í tí sambandi ein 68 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt av við tann 61 ára gamla mannin. Rættarlæknalig lík­ skoð­an og obduktión av tí deyða manninum skuldi eisini eftir ætlan framd hós­dag­in. Serfrøðingar frá Krimi­ nal­tekn­isku deild hjá Ríkis­ politi­num og ein rættar­ læk­ni komu til Før­oy­ar hós­dag­in fyri at kann­að um­støð­ur­nar nær­ri saman við politistum frá kann­ ingardeildini í Før­oy­um. Handikin og skuldsettur