hósdagur 21. november 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tilburðurin í gjárkvøldið, har ein
maður er skuldsettur fyri at hava
dripið ein annan mann, er tað
níggjunda manndrápið í Føroyum
seinastu hálvu øldina – og tað triðja
morðið hesu megin aldaskiftið.
Fyrsta skrásetta morðið
eftir seinna heimsbardaga
var í Havn í 1967:
1. morðið:
1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna,
búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av
fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal
føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið
øvundsjúka, har maðurin skeyt seg sjálvan
eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv.
2. og 3. morðið:
1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær
ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum
kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í
Klaksvík, har onnur gentan og maðurin doyðu.
4. morðið:
1979: Ein grønlendingur verður stungin
til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri
TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld.
5. morðið:
1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin
og dripin av unnusta sínum uttanfyri húsini í
Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum og maðurin
fór inn eftir byrsuni og skeyt hana.
6. morðið:
1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt
unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt
sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð.
7. morðið:
2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti
eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði
hann og mamma hansara doyðu, og er
hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð.
8. morðið:
2011: Sambært løgregluni er einki frætt frá
Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi,
síðani fríggjanáttina 4. november 2011 umleið
klokkan 3. Ein maður verður dømdur 14 ára
fongsul fyri manndráp. Líkið verður ikki funnið.
9. morðið:
2013: Tilburðurin í Havn í gjár, tá løgreglan
skuldsetti ein 68 ára gamlan mann fyri at
hava dripið ein 61 ára gamlan mann.
Níggju
morð í
fimmti ár
Rólant Waag Dam
Eyðfinn Hansen býr í Mark
nalíð í Havn, har ein maður
varð funnin deyður miku
kvøldið. Eyðfinn varnaðist
beinanvegin, at okkurt var
áfatt.
- Vit sóu ein hóp av løg
reglubilum og sjúkrabilum,
umframt hundar frá løg
regluni. So vit høvdu bein
anvegin ein illgruna um, at
okkurt álvarsligt var áfatt,
greiddi Eyðfinn Hansen frá
á Rás2 hósdagin.
Tað gekk heldur ikki long
tíð, áðrenn grannarnir frættu,
hvat var hent í húsinum á
Marknalíð nummar trý.
- Tað er ikki stuttligt at
vera granni, tá slíkt hendur.
Hetta er skelkandi, segði Eyð
finn Hansen.
Eyðfinn Hansen greiðir
frá, at tey eru ikki nógv, sum
búgva á Marknalíð.
- Henda gøtan er ikki væl
mannað við fólki. Tað eru
bara nøkur fá hús her, men
sjálvt her kann slíkt henda.
Tað er ræðuligt. Tað nýtist
ikki at vera nakar stórbýur, tí
sjálvt á eini lítlari gøtu kann
hetta henda, førdi Eyðfinn
Hansen fram í samrøðu á
Rás2.
- Eg havi als ikki sovið í
nátt. Eg havi bara hugsað um
hvat er hent. Eg havi hugsað
um fólkini, bæði ákærda og
deyða mannin.
Skelkaðir grannar
Tað er bara eitt hús í millum bústaðin hjá Eyðfinni Hansen
og húsið, har 61 ára gamli maðurin varð myrdur í gjár