hósdagur 21. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
borgarlig víglsa
samkynd sleppa
Samgongutinglimir hava bundið seg til, at andstøðu
uppskot skulu viðgerast í samgonguni, sum síðani
tekur eina felags støðu. Mín høvuðsuppgáva er at
tryggja, at samgonguskjalið verður hildið. Og eg
kann bara staðfesta, at hetta málið er ikki partur av
samgonguskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað verður ikki upp til hvønn
einstakan
løgtingslim
at
taka støðu út frá síni sann
føring, nú málið um at
loyva samkyndum at gift
ast borgarliga kemur til við
gerðar í løgtinginum.
Kaj Leo Holm Johannesen
er avgjørdur í spurninginum
um, hvussu samgongan tekur
ímóti uppskotinum frá Poul
Michelsen, Rigmor Dam og
Bjørt Samuelsen.
– Í samgonguni hava vit
avtalað, at tá andstøðan
kemur við uppskotum, ið
kunnu seta samgongustevið í
vanda, so skulu hesi uppskot
viðgerast í samgonguni fyrst.
Mín uppgáva sum samgongu
leiðari er at tryggja, at vit
fylgja samgonguskjalinum.
Og eg kann bara staðfesta, at
hetta andstøðuuppskotið er
ikki við í samgonguskjalinum,
sigur Kaj Leo Holm Johanne
sen.
Spurdur beinleiðis, um
hann sum samgonguleiðari
fer at nokta sínum sam
gongulimum
at
atkvøða
fyri uppskotinum um at
loyva samkyndum at giftast
borgarliga, svarar løgmaður
avgjørdur:
– Vit hava eitt samgongu
skjal at arbeiða út frá. Og
hetta málið er ikki partur av
samgonguskjalinum. Talan
er um eitt uppskot frá and
støðuni, og tí fara vit í sam
gonguni at viðgera tað og
taka eina felags støðu.
Løgmaður
endurtekur
fleiri ferðir, at málið er ikki
partur av samgonguskjal
inum. Og hóast málið av
summum
verður
roknað
sum eitt »etiskt mál«, har
løgtingslimir kunnu atkvøða
frítt eftir síni sannføring,
so eru tær spælireglurnar
ikki galdandi í hesum mál
inum:
– Nei, tað verður ikki talan
um at fríttstilla samgongu
limir.
Samgongan
kemur
at tosa saman og taka eina
felags støðu til málið, sigur
løgmaður og endurtekur, at
málið ikki er partur av sam
gonguskjalinum.
Disciplin
Hóast Kaj Leo Holm Johanne
sen persónliga hevur givið til
kennar eina liberala støðu til
rættindi hjá samkyndum, so
metir løgmaður ikki, at hans
ara persónliga støða hevur
týdning.
– Nei, mín persónliga støða
er irrelevant í dag. Eg taki fult
undir við at samkynd skulu
hava somu rættindi sum
onnur. Tað gjørdi eg longu
greitt í 2002. Men nú havi eg
eitt samgonguskjal at halda
meg til. Og sum løgmaður er
tað mín uppgáva at tryggja
stevið í samgonguni, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður hevur hug at
ilskast inn á teir tríggjar
løgtingslimirnar,
sum
nú
leggja uppskotið fram.
– Hesi fólkini leggja ikki
uppskotið fram, tá tey eru í
samgongu. Hví gera tey ikki
tað, spyr løgmaður og svarar
sjálvur:
– Tað er væl helst tí, at tey
tá hava somu atlit at taka,
sum vit í samgonguni hava
ídag.
Løgmaður sigur seg tí
ivast í motivinum hjá teimum
trimum
løgtingslimunum
fyri at leggja uppskotið fram
júst nú.
– Ja, eg ivist í motivinum,
staðfestir Kaj Leo Holm
Johannesen og vísir enn
einaferð til tann politiska
veruleikan, sum eftir hansara
tykki gera slík mál so trupul.
jonbrian@sosialurin.fo
Løgmaður blokerar
LGBT Føroyar, sum er ein
áhugafelagsskapur, ið stríð
ist fyri rættindunum hjá
samkyndum, hevur neyvt
fylgt arbeiðnum hjá teimum
trimum løgtingslimunum,
sum mikudagin løgdu fyri
løgtingið
uppskotini,
ið
kunnu tryggja samkyndum
rættin at giftast borgarliga.
Tað var tí ein stór
løta fyri felagsskapin, tá
uppskotini vóru løgd fyri
løgtingið, stutt fyri klokk
an
fimm
seinnapartin
mikudagin. Stutt eftir sendi
LGBT út tíðindaskriv við
hesi tøkk:
– LGBT Føroyar vil fegin
nýta høvið at takka hes
um
trimum
tingfólkum
fyri at vísa dirvi og ganga
á odda við at leggja hesi
uppskotini fyri Løgtingið
í dag. Allir okkara limir,
teirra avvarandi og okkara
mongu
stuðlar
annars,
hava eisini øll verið við til
at fáa hetta málið inn um
gáttina á tinginum í dag.
Tað fegnast vit almikið um
og eru sera takksom fyri.
Ein serliga tøkk fer eisini
til løgfrøðingarnar, ið hava
givið eina sera virðismikla
hjálpandi
hond.
Uttan
LGBT fegnast um uppskot
Jógvan á Lakjuni
!
Hanus Samró
Joen Magnus Rasmussen
NEI
Eyðgunn Jana Samuelsen
JA
Henrik Old
Brandur Sandoy
Gerhard Lognberg
NEI
Rigmor Dam
JA
Bjarni Djurholm
Janus Rein
Jákup Mikkelsen
Aksel V. Johannesen
JA
Bill Justinussen
E.M. Gunnleygsdóttur
NEI
Rodmundur Nielsen
Poul Michelsen
JA
Kristin Michelsen
Jenis av Rana
NEI
!
!
!
!
!
!
!
!
NEI
20. november 2013 gjørdist ein søguligur dagur,
sigur felagsskapurin hjá samkyndum í Føroyum